Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 106 - 8. juni 2009 ] Tann vakra sigur nei-takk Danica Patrick, sum verður mett sum vakrasta kvinnan innan motor-ítróttina, hevur sagt nei takk til at koyra Formel-1 komandi ár. Tað var annars ætlanin, at Danica, sum koyrir Indycar, skuldi vera partur av amerikanska USF1-liðnum komandi ár, men hetta vil frúan ikki sjálv. – Eg vil heldur vera hjá mínari familju og vinum heima í USA, sigur Danica, sum fyri tveimum vikum síðani gjørdist nummar trý í Indy500, ið verður mett sum størsta kappkoyringin í Amerika. Come-back av Woods Tiger Woods setti um vikuskiftið enn eina striku undir sína støðu sum heimsins besti golfspælari. Fríggjadagin sá annars einki út, tá hann fór runt breytina í Ohio við 74 sløgum, sum er tvey yvir Par. Leygardagin vann hann seg upp á stigatalvuni, og sunnudagin nýtti hann bert 65 sløg um breytina, soleiðis at hann vann kappingina. Woods varð í fjør plágaður av einum knæskaða, men avrikið um vikuskiftið ger hann til stórfavoritt undan US Open, sum byrjar um tvær vikur. Danmark og Ongland eru eisini komin í eina lyklastøðu. Serbia hevur nógv at spæla fyri ímóti Føroyum mikukvøldið Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Fótbóltsfjepparar kring heim in fegnast. Holland sum altíð er garantur fyri undirhaldandi og mál- sóknum fótbóltsspæli, hev- ur longu tryggjað sær sætið í HM-endaspælinum í Suð- ur-Afrika. Hetta var staðfest aftaná ein 2-1 sigur á Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Hollendingar skor- aðu tvey skjót mál tíðliga í dystinum. Tá eitt stórt korter var farið, var Holland longu á odda 2-0. Nigel de Jong skoraði aftaná átta minuttir, og løtu seinni økti Mark van Bommel til 2-0. Ísland svaraði ikki aftur fyrr enn 88 minuttir vóru spældir, tá Kristjan Örn Sigurdsson minkaði um munin til 1-2. Nú er borð- reitt til ta heilt stóru veitsl- una, tá Holland á heimavølli tekur ímóti Noregi miku- kvøldið. Noreg bert eitt stig Noreg hevði veruliga tørv á at vinna á Makedonia á útivølli í Skopje, men okk- ara grannar í eystri fingu bert eitt stig við sær úr Makedonia. Brede Hange- land fekk gula kortið undir dystinum, og fær ikki verið við til dystin ímóti Hollandi mikukvøldið. Brede Hangeland gav ilt av sær, og helt, at make- donsku spælarnir duttu ríki- liga lætt. Skotski venjarin, Craig Burley var í Skopje, og kundi hann fegnast um, at Noreg og Makedonia mistu tvey stig í part, sam- stundis sum Ísland tapti. - Hetta vóru tvey fullkomin úrslit fyri Skotland, segði Burley við norskar fjøl- miðlar aftaná dystin. Danmark vann dyst nr. 100 Danska fótbóltslandsliðið hevur spælt landsdystir í 101 ár, og í øldini sum farin er, hevur Danmark nú spælt 100 landsdystir ímóti Svø- ríki. Hesaferð stóðu eisini avgerandi HM-stig uppá spæl, og gjørdist talan um eina spennandi norður- lendska grannauppgerð. Danmark tók eitt risafet ímóti HM-endaspælinum í fótbólti, sum verður í Suður-Afrika komandi ár. Ì landsdysti nummar 100 megnaðu danskarar á Råsunda Leikvøllinum í Stokkhólmi at vinna 1-0 á Svøríki. Sigursmálið skeyt Thomas Kahlenberg aftaná eina svenska verjuvillu. Svenskarar høvdu annars nóg mikið av málmøgu leik- um til at tryggja sær sigurin. Tá 10 minuttir vóru farnir, fingu svenskarar sín størsta málmøguleika, tá teir fingu brotsspark. Kim Källström var settur at skjóta, men Thomas Sørensen í danska málinum hevði eina rimm- arbjarging. Nú sær veruliga gott hjá Danmark, sum hevur 16 stig fyri 6 dystir. Svøríki hevur bert 6 stig fyri 5 dystir, og sær ikki gott út hjá svenskarum at vinna sær sess í HM-enda spæl in- um. Danmark hevur eisini hildið málið reint í fýra dystum á rað nú. Portugal vann 2-1 á Alban- ia á útivølli. Hálv leiksstøðan var 1-1. Hugo Almeida legði Portugal á odda, tá 27 minuttir vóru spældir, stutt aftaná javnaði Bogdani til 1-1. Tað stóð á gomlum nøglum hjá Portu gal, men í yvirtíðini skoraði Bruno Alves sigursmálið fyri Portu- gal. Svøríki fær tó møgu- leikan at hála inn á Portugal mikukvøldið, tí tá taka svenskarar ímóti Malta. Serbia liggur væl fyri Serbia kann taka eitt stórt stig ímóti HM-endaspæl in- um, við at vinna á Føroyum á Tórsvølli mikukvøldið. Tað verður eitt ógvuliga motiverað serbiskt lið, sum kemur til Føroya í komandi viku, og verður áhugin fyri dystinum ímóti Føroyum á Tórsvølli risastórur í Serb- ia. Serbia hevur fyribils lagt seg klárt á odda í HM- und- ankappingarbólki 7. Serbia vann á heimavølli 1-0 á Eyst urríki. Sigurs málið fall í fyrra hálvleiki, og var tað Nenad Milijas sum skoraði sigursmálið, longu tá sjey minuttir vóru farnir av dyst- inum. Rumen ia vann 1-0 á Litava á úti vølli. Ciprian Marica skeyt sigursmálið, tá 38 minuttir vóru spældir, og helt hann soleiðis lív í vónini hjá Rumenia at gerast numm ar tvey í undan kapp- ingar bólk inum. Ongland klárt á odda Í undankappingarbólki numm ar 6 liggur Ongland ógvuliga væl fyri, aftaná ein 4-0 sigur á Kasakstan á útivølli. Byrjanin var heldur trilvandi hjá Onglandi, og hevði Kasakstan nakrar risastórar málmøguleikar at byrja við, og teir fingu eisini eitt mál, sum tó varð kolldømt. Men so vaknaði Ongland, og stutt undan steðginum skor aðu Gareth Barry og Emile Heskey, so Ongland kundi fara til hálvleiks við einari 2-0 leiðslu. Í seinna hálvleiki økti Wayne Rooney til 3-0 við einum vøkrum sparki, og stutt aftaná staðfesti Frank Lampard sigurin við at seta eitt brotsspark í netið til 4-0. Samstundis hilnaðist tað so væl hjá Onglandi, at Kroatia og Ukraina spældu javnleik 2-2. Mikukvøldið tekur Ongland ímóti pinkutjóðini, Andorra, og kunnu ong- lendingar tá veruliga leggja sjógv ímillum seg og hini liðini í bólki 6. Leygardagin Bólkur 1 Svøríki-Danmark 0-1 Albania-Portugal 1-2 Bólkur 3 Slovakia-San Marino 7-0 Bólkur 4 Azerbadjan-Wales 0-1 Finnland-Liktenstein 2-1 Bólkur 6 Kazakhstan-Ongland 0-4 Hvítarussland-Andorra 5-1 Bólkur 7 Litava-Rumenia 0-1 Serbia-Eysturríki 1-0 Bólkur 8 Bulgaria-Írland 1-1 Cypros-Montenegro 2-2 Bólkur 9 Makedonia-Noreg 0-0 Ísland-Holland 1-2 Mikudagin Bólkur 1 Svøríki-Malta Bólkur 4 Finnland-Russland Bólkur 6 Ukraina-Kazakhstan Ongland-Andorra Bólkur 7 Føroyar-Serbia Bólkur 9 Makedonia-Ísland Holland-Noreg HM-dystir Støðan í HM-undankappingini Bólkur 1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Danmark 6 5 - 1 - 0 13 2 11 16 2 Ungarn 6 4 - 1 - 1 8 2 6 13 3 Portugal 6 2 - 3 - 1 8 4 4 9 4 Svøríki 5 1 - 3 - 1 2 2 0 6 5 Albania 8 1 - 3 - 4 4 8 -4 6 6 Malta 7 0 - 1 - 6 0 17 -17 1 Bólkur 2 1 Grikkaland 6 4 - 1 - 1 12 4 8 13 2 Schweitz 6 4 - 1 - 1 11 6 5 13 3 Letland 6 3 - 1 - 2 10 6 4 10 4 Ísrael 6 2 - 3 - 1 10 8 2 9 5 Luxemburg 6 1 - 1 - 4 3 13 -10 4 6 Moldova 6 0 - 1 - 5 2 11 -9 1 Bólkur 3 1 Slovakia 6 5 - 0 - 1 17 6 11 15 2 Norðurírland 7 4 - 1 - 2 12 6 6 13 3 Pólland 6 3 - 1 - 2 18 7 11 10 4 Kekkia 6 2 - 2 - 2 6 4 2 8 5 Slovenia 6 2 - 2 - 2 5 4 1 8 6 San Marino 7 0 - 0 - 7 1 32 -31 0 Bólkur 4 1 Týskland 6 5 - 1 - 0 18 4 14 16 2 Russland 5 4 - 0 - 1 9 3 6 12 3 Finnland 5 3 - 1 - 1 8 7 1 10 4 Wales 7 3 - 0 - 4 5 7 -2 9 5 Azerbadjan 5 0 - 1 - 4 0 5 -5 1 6 Liktenstein 6 0 - 1 - 5 1 15 -14 1 Bólkur 5 1 Spania 6 6 - 0 - 0 9 3 6 18 2 Bosnia-Herzegovina 6 4 - 0 - 2 9 7 2 12 3 Turkaland 6 2 - 2 - 2 9 14 -5 8 4 Belgia 6 2 - 1 - 3 4 7 -3 7 5 Estland 6 1 - 2 - 3 5 8 -3 5 6 Armenia 6 0 - 1 - 5 6 9 -3 1 Bólkur 6 1 Ongland 6 6 - 0 - 0 20 4 16 18 2 Kroaita 6 3 - 2 - 1 12 6 6 11 3 Hvítarussland 5 3 - 0 - 2 14 7 7 9 4 Ukraina 5 2 - 2 - 1 7 5 2 8 5 Kazakhstan 6 1 - 0 - 5 6 20 -14 3 6 Andorra 6 0 - 0 - 6 2 19 -17 0 Bólkur 7 1 Serbia 6 5 - 0 - 1 13 5 8 15 2 Frakland 5 3 - 1 - 1 7 6 1 10 3 Litava 7 3 - 0 - 4 6 6 0 9 4 Eysturríki 6 2 - 1 - 3 7 9 -2 7 5 Rumenia 6 2 - 1 - 3 7 10 -3 7 6 Føroyar 4 0 - 1 - 3 1 5 -4 1 Bólkur 8 1 Italia 6 4 - 2 - 0 9 3 6 14 2 Írland 7 3 - 4 - 0 8 5 3 13 3 Bulgaria 6 1 - 5 - 0 6 4 2 8 4 Cypros 6 1 - 2 - 3 6 9 -3 5 5 Montenegro 6 0 - 4 - 2 5 8 -3 4 6 Georgia 7 0 - 3 - 4 4 9 -5 3 Bólkur 9 1 Holland 6 6 - 0 - 0 14 2 12 18 2 Skotland 5 2 - 1 - 2 4 6 -2 7 3 Ísland 6 1 - 1 - 4 6 10 -4 4 4 Macedonia 5 1 - 1 - 3 2 7 -5 4 5 Noreg 4 0 - 3 - 1 2 3 -1 3 Holland longu tryggjað Nigel de Jong hevur sett bóltin í íslendska málið, og so er Holland ávegis HM-endaspælinum í Suður Afrika. Við 2-1 sigrinum í Laugardali hevur Holland sum fyrsta europiska landið vissað sær atgongd til endaspælið Mynd: Polfoto