Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 VINN FERÐASEÐLAR Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Steffen Riiskjær brennur fyri, at fleiri dan ir skulu síggja Før oyar, og at fleiri før oy ingar síggja møgu leik arnir í Billund At lantic Airways hevur eisini sín mann í Billund. Stefen Riiskjær er væl kendur í Føroyum. Hann hevur verið óteljandi ferðir í Føroyum, og hevur knýtt mong vinarbond og sa m­ bond við her á landi. – Mín fremsta upp gáva er at útvega ferðafólk av Fjóni og úr Jútlandi til Føroya, men eg havi eisini eina stóra uppgávu við at taka mær komum og fráferðum, ikki minst um tað føroyska veðrið argar. Eg eri sera fegin um mítt a rbeiðið, og eg beri stóran alsk til Før oyar, sigur Steffen avgjørdur. Løtt Floghavn Steffen kom fyrstu ferð til Føroya í januar í 1992. Tá var hann í starvi hjá Mærsk Air. Tá Mærsk gavst at flúgva til Føroya, kom Steffen í starv hjá Atlantic Airways. – Vit gera nógv fyri at stimulera áhugan fyri Føroyum í Jútlandi og á Fjóni. Sjálv an di eru vánirnar ikki tær bestu í ár, men vit trúgva uppá tað, og vit gera alt hvat vit kunnu fyri at opna eygu ni hjá fólki fyri Føroyum. Steffen held­ ur, at nógvir føroyingar yvirsíggja fyri mun irnar við at lenda í Billund. Før oy ingar yvirsíggja eisini, at tað ber til at flúgva til onnur lond frá Bil lund. – Føroyingar yvirsíggja eisini, at vit hava eitt gott flogvallarhotel, bara 500 metrar frá flogvøllinum. Vit hava eisini Legoland og Lalandia, so eg vóni og trúgvi, at vit í komandi tíðum koma at síggja enn fleiri før oy ingar her í Billund. Bert fýra tím ar aftaná ein er farin heimanifrá, so kann ein sita í einum leigaðum húsum hjá Lalandia. Eg tosi ofta við før oysk ferðafólk, sum siga, at tað er so deiliga lætt at skifta flogfar her í Billund. Frástøðan er ikki so stór, flog vøllurin er ljósur og góður, og starvs fólkini eru vinarlig. Spurdur um hvat hann ger, fyri at vekja á hug­ an fyri Føroyum, sigur Steffen, at hann tekur fólk sum starvast í ferða­ vinnuni til Føroya. Eg havi ikki havt nakran við mær til Føroya, sum ikki hevur verið bergtikin og glaður fyri at vitja oyggjarnar. Steffen heldur, at herferðin við www.ferie oer ne. dk hevur hjálpt væl, tá tað kem ur til at branda Føroyar. Humorur fang ar væl í Danmark. – Tað er møgu ligt, at herferðin ikki fer at geva so nógv beinavegin, við teimum fíggjar ván­ un um, sum eru nú, men fólk hava lagt merki til filmin, og tað fer við tíð ini uttan iva at geva úrslit. Stóri Føroya-vinurin í Billund BILLUND Vika 24: Leiðin til Billund 8 síður við spenn­ andi tilfari um summar