Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 106 • 8. juni 2009 2 Flogvøllurin í Billund hevur eitt konferansusentur, sum er sera væl umtókt hjá vinnulívsmonnum Umleið 2.500 starvast í størvum, sum hava tilknýti til flogvøllin í Billund. Sølu og marknaðarleiðari hjá flogvøllinum er Jesper Klausholm, spurdur um hvørji flogfeløg flúgva til og úr Billund, svarar Jesper Klausholm: - Vit hava trý sløg av flogfeløgum. Vit hava charter-flogfeløgini, m.o. Jettime, Thomas Cook. So hava vit eisini netverksflogfeløg, har ein kann keypa flogferðaseðlar til allan heimin. Tá tosa vit um flogfeløg so sum KLM og Lufthansa, Cimber Air, Air Baltic og Sunair. Og so hava vit eisini lágprísflogfeløgini, so sum Ryanair og Iceland Express. So vit hava eina breiða viftu við ymiskum flogfeløgum, bæði til privatar ferðir, og til forrætningsferðir. Eitt gott alternativ Gjøgnum árið eru eisini nógvar charterferðir frá Billund. Tað er rættiliga vanligt, at nógvar av teimum ferðunum fara til miðalhavsøkið. Kanarisku oyggjarnar eru eisini væl umtóktar, men talan er eisini um longri ferðir til støð, sum karabiska havið, Dubai og Thailand. Nógv verður gjørt fyri at kunna fólk um charterferðirnar á heimasíðuni hjá flogvøllinum. – Vit hava eisini nógva kunning um okkara uttanlandsrutur, greiðir Jesper frá. Ongum nýtist at ganga svangur á flogvøllinum. – Vit hava kaffistovur kring allan terminalin, har ein kann keypa bæði kaldan og heitan mat og drykkivørur. Vit hava eisini kioskir, so ein altíð kann keypa tað mest neyðturviliga, um ein kemur til flogvøllin seint á kvøldi, sum t.d. mjólk og breyð. – Sum flogvøllur eru vit eitt gott alternativ. Vit eru sjálvandi minni enn Kastrup, tað er ikki so stórt her, og man verður ikki vilstur her. Tað er ikki langt frá, at ein hevur checka inn til, at ein er við ”gate”, so tað er lætt og einfalt at finna út av, bæði við komu og fráferð. Vit royna at pilka strongdina úr ferðini hjá fólki, so ein kann njóta flogvøllin, og njóta bíðitíðina, til ein skal víðari. Ikki hátalarar Tað er rættiliga friðarligt á flogvøllinum í Billund. – Vit hava ikki øll hesi útkallini gjøgnum hátalarnar, sum ein hevur í øðrum flogvøllum. Vit meina, at fólk eru nóg búgvin til at kunna halda eitt vakið eyga, og at tey megna at finna flogfarið, sum tey skulu ferðast við. So tá ein checkar inn, so fær ein at vita hvørja ”Gate” ein skal fara til, og so skulu fólk bara syrgja fyri at halda eyga við tíðini. So vit halda ikki tað er neyðugt at gera øll hesi útkallini, men sjálvandi um onkur manglar til eina fráferð, so rópa vit tað navnið upp, men tað er tíbetur ikki so ofta, at tað hendir. Konferansusentur Flogvøllurin í Billund hevur eitt konferansusentur, sum er væl umtókt. – Sjálvt um Billund liggur rættiliga sentralt, so er tað kortini soleiðis, um ein útlendskur forrætningsmaður bert hevur ein dag til at vitja her, so kann hann lenda her í Billund fyrrapartin. Samstundis koyrir danski forrætningsmaðurin til Billund, so hesir báðir kunnu tosa forrætning í 6,7 ella 8 tímar, har teir sjálvandi eisini fáa okkurt gott at eta. Um kvøldið kann útlendski forrætningsmaðurin so flúgva heim aftur, og sovi í síni egnu song sama kvøld. Samstundis fær tann sum býr í Jútlandi ella á Fjóni eisini koyrt heim til sín sjálvs. Hetta tilboðið hjá okkum er ræðuliga væl umtókt. Vit hava sjey konferansusentur, sum eru útleigaði ein stóran part av tíðini, sigur Jesper Klausholm, sum ikki dylur, at tað eisini er vert hjá føroyingum at hugsa um hetta tilboðið. Billund er eitt gott alternativ BILLUND Jesper Klausholm, sølu og marknaðarstjóri Flogvøllurin í Billund, snotuligur og ný­ mótans