Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 8. juni 2009 31 Klári og sterki boðskap urin hjá Jeremy Camp gekk beint inn til sálina hjá fólkinum í Kelduni. Kanska eru tekstirnir hjá stjørnuni ikki serliga háfloygdir, men teir veruliga fanga Fyrsta kona hansara fór av foldum, tá Jeremy Camp var 24 ára gamal. Bert fáar mánaðir eftir tey vóru gift, og hetta hevur sambært Jeremy Camp, merkt hann heilt nógv. So mikið nógv, at hann altíð er klárur at geva eitt petti av sær sjálvum, og tað var helst hetta áhoyrararnir hava við sær í førninginum, eftir konsertina hjá størsta navninum á Fjarðafestivalinum. Og júst hesa søguna um konuna, sum gjørdi hann til einkjumann, fingu fólk at vita, so skjótt hann hevði spælt fyrsta sangin. Hann greiddi millum annað frá, hvussu ótrúliga tungt tað var, meðan konan framvegis stríddist við krabbameini, og hvussu tey bóðu til, at hon skuldi gerast frísk. - Til seinast bleiv hon frísk. Hon er hjá Jesusi. Næstan propaganda Síðani koyrdi hann á við sínum sterku og kláru tekstum, sum helst hava ljóða øgiliga væl í oyrunum hjá fólki, ið onki hava ímóti rokktónleiki, sum hevur rættiliga einfaldar tekstir við melidøsum og vælskaptum løgum undir. Tekstirnir eru so einfaldir og sita so væl, at tað uttan iva ber til at kalla teir propaganda, tí lovsongsløtan var hugtakandi á mangan hátt, og kundi veruliga beint fólk ímóti gudi. Besta rópikórið Teksturin, sum aftur í ár varð lýstur á veggin, so bestsyngjandi festivaláhoyrararnir í Føroyum sluppu inn í heimin og tónleikin hjá Jeremy Camp, sum á onkran hátt er øgiliga fólksligur, hóast rokkurin hevur sítt sterka pláss hjá sangskrivaranum og sangaranum úr Nashville. Men gott tað sama, at Jeremy Camp var innandura, tí nú var farið at regna í Skálafirði. Stjørnan hugtók fjøldina Ungu menninir úr Humble Cry sluppu við friðarligum tónum at enda fríggjakvøldið á Fjarðafestivalinum, og eyðmýktin liggur ikki eftir Størsta yvirraskilsi á Fjarðafestivalinum higartil í ár eru Humble Cry, sum sluppu at enda kvøldið. Ungu menninir, sum fyri tað mesta syngja lovsangir sýntust veruliga at trívast í leiklutinum sum góða nátt bólkur, tí teir halda framvegis fast við konseptið hava ein stóran hvítan kross á pallinum, umframt bønargentur, sum teir hava havt líka síðan teirra fyrstu konsert í 2007. Teir vóru satt at siga hugnaligir. Hóast alt ikki hekk líka væl saman, so var bólkurin í hvussu so er undirhaldandi og í summum løgum sýntust teir vita, júst hvat teir ætlaðu. Og áhoyrarnir, sum nú vóru meiri í myrku krókunum í mun til fyrr á kvøldinum, vórðu trygd førdir ígjøgnum konsertina. Fyrri dagurin av Fjarðafestivalinum er nú av. Bønirnar frá áhoyrarunum hanga pent uppi á hvíta krossinum mitt á pallinum, og ungu menninir fara uttan iva væl nøgdir í song. Humble Cry eru eyðmjúkastir Seinasti bólkurin á pallinum fríggjakvøldið var Humble Cry úr Havn Jeremy Camp var størsta útlendska navnið á festivalinum, og við síni útsjónd og sjarmu fekk hann veruligt lív í Kelduna Teir trúgva á sama hátt So skjótt leygardagurin byrjaði, komu Credo á pallin. Deja vu er sterkasta kenslan, ið situr eftir. Credo eru millum føroysku bólkarnar, sum eru slopnir at spæla á Fjarðafestivalinum í ár. Tað gjørdu teir eisini í fjør, og ónáttúrliga lítið er broytt. Kanska eru teir eitt sindur lættari enn í fjør, men veruliga kenslan er, at teir hildu tað rigga fínt í fjør, og so liva teir í somu trúgv. Óljóðið frá tyrlum og øðrum koyrdu ímillum nakrar av sangunum, og tað gav somu effekt sum í fjør. Forsangarin er framvegis goymdur aftanfyri trummurnar, og tað er harmiligt, tí løgið nokk er Credo ein bólkur, ið gevur eina betri heildaruppliving, um teldan spælir trummur og trummuspælarin syngur. Í mun til í fjør hevur Credo fingið eitt munandi høgligari pláss á skránni, tí tað er ofta best at vera um midnáttina, men henda hepna støða kemur helst mest av, at veruligu útlendsku stjørnurnar eru á veg av landinum. Í fjør vóru Credo millum teir fyrstu á skránni. Hóast kenslan var, at hetta spældu teir eisini í fjør, so spæla teir betri í ár, men framførslan kendist eitt sindur fokunnugari í fjør. Tónleikurin er eitt slag av hørðum rokki, har gittararnir hava sín stóra leiklut, og hetta riggar fínt. Tónleikararnir sóu út at hugna sær sera nógv, og tað gjørdu fáu áskoðararnir, sum ikki vóru rýmdir við sjarmerandi Jeremy Camp og sum eisini hættaðu sær fram til pallin, eisini. Leivur Vitalis, Alvin Ellebye Andersen og restin av Credo borð­ reiddu við tí sama sum í fjør, hóast teir spældu munandi betur í ár