mánadagur 8. juni 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 106 - 8. juni 2009
Martin í Grund
- við sínum
Revelators - kom
úr myrkrinum og
royndi at vísa fólki
ljósið á ein ordiliga
undirhaldandi hátt
Tá Marstin and the Revelators
kom á pallin var bølaetandi
myrkt, áðrenn ljós kom á
trummuspælaran, sum slapp at
buka eina løtu áðrenn Martin
sjálvur kom í fokus, sum tann
sera karismatiski frontmaðurin,
hann er.
Hetta gjørdu teir eisini í fjør,
men so kanska teir kundu funnið
upp á okkurt annað næstu ferð,
hóast tað var eins stuttligt at
uppliva hesaferð.
Fyrsta lagið, opinberararnir
komu við minnast vit aftur frá
festivalinum í fjør, har hann
syngur um eplið, sum hevur
okkurt við syndina og eina tertu
at gera, tí onkur ikki leggur í
frukt.
Men at teksturin ikki er so
lættur at skilja, er ikki so ringt at
skilja, tí hóast tónleikurin er eitt
slag av tónleiki, ið er rættiliga
sermerktur og serstakliga
undirhaldandi, tá mann bæði
spælir valstakt og meira skríggjar
enn syngur, so rópar og tuskar
Marstin í Grund so nógv á
pallinum, at hann er torførur at
skilja.
Enskur rokkur
Generelt er tónleikurin rættiliga
lættur og er eitt slag av enskum
rokki. Samstundis sum Martin í
Grund á onkran hátt minnir um
Pætur Zachariasen. Kanska er tað
okkurt í vatninum í Syðrugøtu,
sum ger fólk eitt sindur meiri
karismatisk enn aðrastaðni í
landinum.
Samanumtikið kann
staðfestast, at bólkurin fekk eitt
betri pláss á skránni í ár enn í
fjør, tí niðara hæddin var full av
fólki, ið vildu uppliva
gøtumannin og hansara fleirtjóða
bólk á pallinum.
Hinvegin er ilt at siga, um tað
vóru so nógv fólk fleiri,
samanborið við aðrar konsertir á
festivalinum, tí ovara hæddin var
stongd av.
Marstin and the Revelators
endaðu við at fáa alla fjøldina í
høllini at semjast um at fara
ímóti streyminum við at syngja
la la la á ein ávísan hátt.
Úr myrkrinum
kom Marstin
Tað er ikki so nógv meira at siga um Heina, tí
hóast hann er óbroyttur, er hann væl verdur
at lurta eftir, og heldur verandi gongd fram,
verður hann eisini verdur at lurta eftir í
næsta ár
Um tú heldur, at tú kennir orðini í innganginum til
henda tekst aftur, so er tað ikki løgið, tí 30. august í
fjør stóðu júst somu orð á Planet.fo. Hinvegin eru
orðini eru minst líka galdandi í ár, tí tað er onki broytt
við Heina Lutzen, síðan í fjør, í fyrrárið, ella so leingi
Fjarðafestivalurin hevur verið til.
Heine Lutzen heldur fram í sama spori, men eftir
øllum at døma er onki galið við tí, tí bara Jeremy
Camp hevur haft størri áskoðarafjøld á
Fjarðafestivalinum í ár.
Einasti eyðsýndi munurin á fjøldunum er, at Jeremy
Camp fekk yngru fólkini, og kanska serliga kvinnurnar
at leita sær í Kelduna. Í dag er tað eldru fólkini, sum
dáma betri at sita niðri og lurta at tónleiki, so fólk vóru
munandi fleiri á loftinum, har tað ber til at sita niðri. Í
gjár var munandi tættari á gólvinum, har fólk livdu við
øllum kroppinum til tónleikin. Í dag er tað kanska
meira í høvdinum, at áhoyrararnir liva.
Skuldi onkur verið, sum ongantíð hevur hoyrt Heina
Lutzen, so spælir hann nógvar sálmar, ið eru latnir í
annan ham, samstundis sum hann syngur bæði
friðarligar, inniligar og rokkuttar sangir. Alt hetta við
síni eyðkendu rødd.
Vox trekti fólk
Sangbólkurin Vox var á pallinum á Fjarðafestivalinum
í kvøld, og høvdu tey eina sterka gospel framførslu.
Tey eru fimti bólkurin á palli í kvøld
Leygarkvøldið regnaði í Skálafirði, men festivalurin er
innandura, so nógv fólk leitaðu inn í Kelduna í Skálafirði at
hoyra gospelbólkin, Vox.
Fyrsta vápni hjá Vox í boðskapinum hjá teimum eru 13
sangarar, ið bera framførsluna, men tey nýta eisini ymisk
ljóðføri, fyri at fáa eitt sindur meiri futt í.
Tey flestu eru samd um, at fólkini, ið fingu møguleika at
syngja solo, komu heilt væl frá uppgávuni, samstundis sum
heildar upplivingin var ein sterk lovsongsløta.
Fyrr um kvøldið vóru Fríðbjørg Jensen, Tórhild
Bjarkhamar, Sølva Ford og Jan Honningdal á pallinum.
Heine og Hann
Tað sæst langan veg, at Martin í
Grund og Pætur Zachariassen í
Boys in a Band hava drukkið úr
somu keldu í Gøtu
Vox var einasta kórið á
Fjarðafestivalinum