mánadagur 8. juni 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2009
33
Bólkurin, Tollarar og Syndarar úr Eysturoynni
megnaðu á ein sera fólksligan hátt at tosa um
gleðiboðini
Tollarar og Syndarar vóru seinasti bólkurin á Fjarðafestivalinum, og settu teir
eitt fínt punktum á ein fínan festival, meðan teir á ein sera lættan hátt greiddu
frá um gleðiboðskapin, og hvussu lætt tað er, at venda sær til Gud.
Syndin og kanska serliga líkasælan vóru nógv umrøddar í tekstunum hjá
Bárði á Lakjuni og restini av tollarunum og syndarunum.
Boðskapurin er púra greiður. Tað er lætt at gera tað rætta, bara tú ikki ert
líkasælur.
Við fleiri eksotiskum ljóðførum, sum panfloytu og guiro kendist tað sum, at
bólkurin vildi vísa, at boðskapurin kann fangast allastaðni, hóast vit ikki altíð
skilja orðini. Ella er tað bara okkurt teir halda ljóðar væl.
Lættir og einfaldir
Somuleiðis kann sigast, at bolkurin spælir eitt slag av tónleiki, sum helst kann
kallast lættur fólkatónleikur í støðum.
Ein styrki hjá bólkinum er somuleiðis, at tekstirnir eru rættiliga einfaldir, so
teir eru øgiliga lættir at móttaka.
Við á pallinum hevði bólkurin eisini grafikk, sum lýsti evnini á sangunum, og
tað bendir enn meira á, at bólkurin metir, at boðskapurin skal vera lættur at
koma til.
Hóast bólkurin var í lættara horninum tað mesta av tíðini, so vóru eisini løtur,
tá bólkurin spældi tónleik, ið var eitt sindur tyngri.
Gott punktum
Forsangarin, Bárður á Lakjuni, tosaði nógv um, at klokkan var farin um
songartíð. Men tað kann staðfestast, at tað loysti seg at sita uppi til T.O.S. og so
kann mann fara í song aftaná.
Nú er Fjarðafestivalurin av, og lítil ivi er um, at fyriskipararnir eru fegnir um
festivalin í ár, tí tað skilst, at tað mesta hevur gingið, sum eftir ánni, og hóast
festivalurin hevur slept útipallinum, so vóru helst fleiri fólk á festivalinum í ár
enn í fjør.
T.O.S. um gleðiboð
broytast ei
Heine Lutzen
hevur eitt konsept,
ið hevur verið
óbroytt seinastu
nógvu árini
Bárður á Lakjuni er
forsangari og sangskrivari
í T.O.S. og teir sluppu at
seta endaligt punktum á
festivalin