Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 107 - 9. juni 2009 Kunningarátak um marglætisferðir Í hesi vikuni kemur ferðaskrivstovan Nazar til Føroya og bjóðar til eitt charterkvøld saman við ferðaskrivstovuni Fonn Flog. Kunningarfundurin verður á Hotel Klaksvík hóskvøldið 11. juni kl. 20 og í Mentanardeplinum í Runavík fríggjakvøldið kl. 21. Møguleiki verður at heilsa uppá Bettinu frá Nazar, og seta henni viðkomandi spurningar. Hon fer samstundis at leggja summarkatalogið 2009 fram. Nazar er einasta luksuscharterfelag í Danmark og er í stórum vøkstri. Eisini er Nazar partur av heimsins størsta ferðasamtaki, TUI, sum Star Tour eisini er partur av. Kunningarkvøldið er ókeypis. Ísfjall losnar í Grønlandi Eitt ovurstórt ísfjall er um at losna úr innlandsísinum í Norðurgrønlandi. Ísfjallið er 160 ferkilometrar til støddar, siga kanadiskir serfrøðingar. Tað skrivar heimasíðan hjá Kringvarpi Føroya. Risastóra ísfjallið liggur við Ellesmere Island í Kanada og hevur eina stóra rivu. Ísfjallið fer at losna og fara við streyminum næstu ferð, ísurin flytur seg, vænta íseygleiðarar. Fyri einum ári síðan reiv eitt annað stórt ísfjall seg leyst í Norðurgrønlandi. Ísfjallið var tá 1300 ferkilometrar. Í dag er tað ísfjallið 12 ferkilometrar og liggur á fjørðinum við Nunavut. Býráðið hevur uppgivið at fáa avtalu við landsstýrið um havnargjald fyri Smyril, so nú verður stevnt eftir gjaldinum fleiri ár aftur í tíðina Stevning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú hevur Tvøroyrar Býráð uppgivið at fáa avtalu við landsstýrið um at Smyril skal betala havnargjald fyri at sigla inn á Trongisvágs­ fjørð. Men býráðið hevur alt annað enn uppgivið at fáa peningin. Tí hevur býráðið nú sam­ tykt at stevna eftir pengun­ um. Nú fer býráðið sostatt at tosa við sakføraranum um, hvagar stevningin skal send­ ast, um tað verður Strand­ ferðslan, sum verður stevnd, ella um tað verður lands­ stýrið ella bæði. Men tað er eisini greitt, at býráðið fer at krevja havnargjald fleiri ár aftur í tíðina heilt aftur til 2005, tá ið nýggi Smyril varð settur í sigling. Og tilsamans er kravið yvir 10 milliónir krónur. Sum tað sæst í grein á síðu sjey, hevur hendan ósemjan um Smyril ført við sær, at býráðslimirnir á Tvøroyri í fyrstu syftu fingu bót, men nú er so bótin strikað aftur. Roynt í fleiri ár Líka síðani nýggi Smyril kom, hevur Tvøroyrar Býráð tvíhildið um, at tað hevur rætt til at krevja havn­ argjald frá skipinum. Men tað hevur landsstýrið ongantíð viðurkent. Býráðið hevur roynt at fáa avtalu við skiftandi landsstýrisfólk á økinum um havnargjald, men tað hevur ongantíð eydnast. Nú er Strandferðslan flutt undir vinnumálaráðið og býráðið hevur eisini roynt at fáa avtalu við Johan Dahl, landsstýrismann. Men nú hevur landsstýris­ maðurin endaliga boðað býráðnum frá, at Vinnu­ málaráðið metir ikki, at Tvøroyrar Býráð hevur rætt til havnargjald fyri Smyril. Vinnumálaráðið vísir til, at tað er landið, sum hevur bygt samferðsluhavnina á Krambatanga og sum skal røkja hana. Vinnumálaráðið staðfest­ ir, at tá ið havnin á Kramba­ tanga varð gjørd, varð upp­ lýst í viðmerkingunum til lógina, at talan er um eina landshavn. Upplýst varð eisini, at hetta fór at hava fíggjarligar avleiðingar fyri Tvøroyrar Kommunu, tí hon missir havnargjaldið við tað, at siglingin á komm­ unalu havnina á Drelnesi verður niðurløgd. Sostatt kann landið ikki rinda havnargjald fyri Smyr­ il, fyrrenn Løgtingið hevur samtykt eina nýggja lóg um hetta, staðfestir Johan Dahl. Vevja tvey hugtøk saman Men Tvøroyrar Býráð stað­ festir, at Vinnumálaráðið hevur vavt tvey hugtøk saman í ein greyt. Hann sigur, at bryggju­ gjald og havnargjald eru hvør sítt. ­ Bryggjugjald verður kravt fyri at leggja at bryggju, men vit ætla ikki at krevja bryggjugjald fyri Smyril fyri at brúka havnar­ lagið á Krambatanga, stað­ festir Kristin Michelsen, borgarstjóri. Hinvegin tvíheldur hann um, at øll skip hava skyldu at betala havnargjald fyri at koma inn á fjørðin. ­ Bryggjan á Krambatanga er ikki ein havn, men ein bryggja og tað er hvør sítt, sigur hann. Bryggjan á Krambatanga er sostatt ein landsbryggja inni í eini kommunalari havn, leggur hann afturat. Tí tvíheldur býráðið um, at Smyril skal betala havnar­ gjald og tað er nú ein spurn­ ingur, sum dómsvaldið sleppur at taka støðu til. Tvøroyrar Býráð krevur 10 milliónir Tvøroyrar Kommuna vil ikki sleppa vónini um at fáa havnargjald fyri Smyril, men nú er endaligt avslag komið frá Johan Dahl, landsstýrismanni og sostatt verður málið lagt fyri rættin Í gjár hava fleiri starvsfólk hjá Tvør­ oyrar Kommunu, fingið ætlanarskriv um uppsøgn UppSagnir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvøroyrar Kommuna er komin í álvarsliga klemmu, tí at inntøkan av skatti og øðrum er so nógv minni, enn roknað varð við tá ið fíggjarlógin varð samtykt. Tí hevur býráðið verið noytt til at seta umfatandi sparingar í verk. Stóri trupulleikin er tann, at frammanundan var onki sett av til íløgur í kommununi í ár og sostatt ber ikki til at spara við at útseta ella strika ætlaðar útbyggingar. Av tí sama skal alt spar­ ast í sjálvum rakstrinum og tað gerst ikki uttan at siga fólki upp. Men ein stórur partur av útreiðslunum eru lógar­ bundnar, so sparingar skulu setast í verk á økjum, sum ikki eru lógarbundin. Í hesum sambandi fingu fleiri starvsfólk hjá komm­ ununi í gjár skriv um, at ætlanin er at siga tey úr starvi, ella um, at tey verða sett niður í starvs­ tíð. Tilsamans eru eini 14 fólk sett upp, umframt at nøkur eru farin niður í starvstíð. Men øll arbeiða ikki fulla tíð og tilsamans er talan um níggju ársverk, sum verða spard burtur í kommunala geiranum á Tvøroyri. Í onkrum føri er talan um fólk, sum hava arbeitt hjá kommununi í ein mans­ aldur. Býráðið sigur, at í ár er ætlanin at spara 2,2 milli­ ónir, men býráðslimir siga, at batna útlitini ikki, mugu enn fleiri sparingar setast í verk næsta ár. Sparingarnar raka øll øki hjá kommununi. Tekniska økið er hart rakt við fleiri uppsagnum, men eisini trivnaðarøkið er hart rakt. Eitt nú er frítíðarskúlin farin í helvt. Tað hava verið pláss fyri 40 børnum í frítíðarskúl­ anum, men hereftir verður bara pláss fyri 20 børnum og her verður tað børn í fyrsta flokki, sum fáa fram­ íhjárætt. Barnagarðurin á Tvør­ oyri er kanska tann einasti í landinum, sum hevur bjóða børnunum heitan mat á miðdegi, men tann tænastan er nú eisini spard burtur. À býráðsfundi á Tvør­ oyri í gjárkvøldið førdi Jaspur Vang fram, at ein orsøk til, at Tvøroyrar Kommuna er komin í hesa ólukkuligu støðu, er, at fíggjarstýringin hevur verið ov lin. Hann vísti á, at seinastu fýra árini er inntøkan hjá kommununi hækkað 1,2 millión, men sjálvur rakst­ urin er hækkaður heilar 10 milliónir. Bara umsitingin hjá bý­ ráðnum er blivin tríggjar milliónir dýrari hesi sein­ astu árini. Kristin Michelsen, borg­ arstjóri, ásannar, at rakst­ urin er “eksploderaður”, sum hann málbar seg. Í hesum sambandi hava býráðslimir serliga heft seg við, at útreiðslurnar til barnaverndarøkið og tað, sum annars hoyrir undir sosialu deild, er hækkað ómetaliga nógv og býráðið fer í næstum at taka stig til at tálma tær útreiðslurnar. Í hesum sambandi skal fund­ ur vera í næstum við leiðar­ an á sosialu deild fyri at kanna møguleikarnar fyri at tálma útreiðslurnar. Hópupp- sagnir á Tvøroyri