Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 107 - 9. juni 2009 Selja av svartkjaftakvotuni Partafelagið Christian í Grótinum í Klaksvík bjóðar nú øðrum feløgum at keypa burtur av svartkjaftakvotuni. Eyðun Rasmussen segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at teir eiga 6.000 tons eftir av svartkjaftakvotuni, og hann viðgongur, at tað kann tykjast løgið eftir nógvu umrøðuna av svartkjaftabýtinum, at teir hava boðið øðrum at keypa. - Orsøkin er, at tað dró út at selja gomlu Norðborg yvir í felagið hjá gamla Christiani í Grótinum, sum átti kvotuna. Tá sølan varð endaliga avgreidd, var vertíðin av, sigur Eyðun Rasmussen. Hann vísti eisini á, at nýggja Norðborg er enn meira seinkað enn mett. Arni Hansen, P.f. Vinnan í Gøtu, segði við Dag og Viku í gjár, at hevði tilboðið komið fyrr, høvdu teir helst tikið av. - Teir bjóðaðu okkum 1.000 tons í fyrsta umfari. Vanliga er nógv minni svartkjaftur hesa tíðina, og tí vænti eg ikki, at vit taka av nú, segði Arni Hansen við Dag og Viku. Kringvarpið skilir, at eisini Fagraberg hevur fingið tilboð um at keypa svartkjaftakvotu frá Christiani í Grótinum. Nýggja Norðborg er farin til fiskiskap. Hon fiskar sild undir Íslandi. Inntøkurnar hjá Tvør­ oyrar Kommuna rapa niðureftir. Tí noyðist býráðið nú at seta umfatandi sparingar í verk og tað fer at raka øll øki í kommununi KommunubúsKapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk í Tvøroyrar Kommunu. Tað er greitt eftir at Bý- ráðið hevur fingið tær sein- astu metingarnar fyri, hvussu stórar inntøkurnar hjá komm- ununi verða av skatti í ár. Og tey tølini vísa, at útlit- ini eru alt annað enn góð. Tá ið fíggjarætlanin hjá kommununi varð samtykt í heyst, varð roknað við, at inntøkan av skatti og øðrum, skuldi verða 51 milliónir í ár. Men nú fyrsti ársfjórðing- ur er farin aftur um bak, vísa tær nýggjastu metingarnar hjá TAKS, at inntøkan fer at verða einar fýra milliónir minni, kanska enntá heilar fimm milliónir minni. Sostatt fer inntøkan hjá kommununi at vera heili 7,8% minni enn roknað var við á fíggjarætlanini og tað er ein minking, sum fer at merkjast í hvørjum króki í kommununi. Annars hevur umsitingini hjá býráðnum mett, at inntøkan fer at vera tríggjar milliónir minni. Umfatandi sparingar - Undir øllum umstøðum mugu vit ásanna, at tølini fara slett ikki at halda, stað- festi Kristin Michelsen, borgarstjóri á býráðsfundi í gjárkvøldið, tá ið fíggjar- støðan hjá kommununi var til viðgerðar. Hann segði annars, at tá ið fíggjarætlanin varð løgd í heyst, ivaðust tey ikki í, at inntøkumetingin upp á 51 milliónir í ár, fór at halda. Eitt nú lógu nakrir bátar og tað var væntandi, at teir fóru aftur til fiskiskap og sostatt eisini blivu eitt íkast til kommunukassan í ár. Men tað hevur ikki givið úrslit og búskaparligi veru- leikin hjá Tvøroyrar Býráð er nú tann, at tað verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk fyri at fáa javnvág í fíggjarætlanina. Býráðið er sostatt samt um, at tað verður neyðugt at endurskoða alla fíggjarætlan- ina í ár fyri at finna sparing- ar. Í hesum sambandi er tað ein stórur trupulleiki, at tað er at kalla ongin króna sett av til íløgur í kommununi í ár. - Har eru ongar sparingar at finna, staðfesti borgar- stjórin. Hann legði afturat, at tað sostatt verður neyðugt at endavenda hvørjum einasta posti í rakstrinum hjá komm- ununi fyri at finna sparing- ar. Skera inn á bein Pauli Einarsson, varaborgar- stjóri, staðfesti, at tað verð- ur neyðugt at skera inn á bein onkustaðni, tí tað skulu stórar sparingar ger- ast á øllum økjum. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at tað í býráð- ið legði fíggjarætlanina fyri í ár, var raksturin raðfestur, tí tey vildu fyri alt í verðini slep- pa undan at siga fólki upp. Tað vildu tey sleppa und- an, tí ein, ið verður uppsagd- ur, kann ikki bara at fara yvir um vegin at finna sær annað arbeiði. Fyri hvørja uppsøgn er sostatt stórur vandi fyri, at heil húski flyta úr kommun- uni og helst úr Suðuroynni, varð staðfest, tá ið fíggjar- ætlanin varð samtykt. Sami ótti varð endurtikin á býráðsfundinum í gjár- kvøldið. Men samstundis varð ásanna, at nú er tað ein stór- ur spurningur, hvat verður tvingandi neyðugt. Gjaldførið versnað Jaspur Vang, býráðslimur staðfesti eisini, at ein annar stórur trupulleiki er, at tað er eisini farið at knípa við gjald- førinum hjá kommununi. Tá ið tað var upp á tað besta, lá tað millum 15 0g 20 milliónir fyri nøkrum heilt fáum árum síðani, men nú er tað ikki meiri enn seks, sjey milliónir. Hendan støðan ger tað upp- aftur meiri átrokandi at seta tiltøk í verk fyri at spara. Jaspur Vang fýltist eisini á, at tá ið kommunan fekk avdráttarskáa fyri nøkrum árum síðani, fekk kommunan fleiri milliónir meiri til taks um árið, men hann helt, at alt ov nógv av hesum varð brúkt til at økja um raksturin. Einasta íløgan, sum er fingið burtur úr hesum, er ein stór útstykking á Heiða- trøðini, segði hann. Men hesum var borgar- stjórin ikki samdur í, tí hann staðfesti, at peningur er eisini brúktur til ábøtur av ymsum slagi, sum vóru neyðugar. Umsitingin hjá kommun- uni og býráðið fer nú at seta seg saman at endurskoða fíggjarlógina, men akkurát nær tey eru komin til eitt úrslit, er ikki heilt greitt enn. Mugu skera inn á bein á Tvøroyri Tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag er tað meiningsleyst at tvíhalda um eina bót, sigur Jóannes Eidesgaard Dagbøtur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður í fíggjarmálum, sær onki undarligt í, at hann nú hevur gjørt avtalu við býráðið á Tvøroyri um at strika dagbøturnar hjá býráðslimum á Tvøroyri. Hann dugir heldur ikki at síggja, at hetta skal máa støðið undan tí kommunala eftirlitinum. - Endamálið hjá okkum er at fáa viðurskiftini í rætt- lag. Tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag, hava vit í fíggjarmálaráðnum ongan áhuga í at revsa býráðslimir og at gera støðu teirra verri, sigur hann. Hann sigur, at enn hevur hann ikki fingið fráboðan frá býráðnum um, at tað hevur gjørt eftir boðunum frá fíggjarmálaráðnum. - Men so skjótt, vit fáa tað halda vit okkum avtal- una um at strika dagbøtur- nar, tí vit hava ongan áhuga í at halda fast um tær, tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag, tí tað var endamálið við bótunum. Landsstýrismaðurin ásannar, at tað er ein álvars- lig støða, at eitt býráð ikki vil halda tey krøv, sum verður álagt tí. Men máar tað ikki støðið undan kommunala eftirlitin- um, tá ið revsingin til eitt býráð soleiðis verður tikin aftur? - Endamálið hjá okkum er ikki at krossfesta nakran, men at fáa viðurskiftini í rættlag og at kommunala skipanin ber seg rætt at. Tað er onki endamál í sær sjálv- um at geva nøkrum bót. Tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag, er tað rætt at strika bøturnar, sigur Jóannes Eidesgaard. Ongan áhuga í at revsa býráðslimir Hugsunnarsamir býráðslimir á Tvøroyri. Vinstrumegin er tað Pauli Einarsson, varaborgarstjóri, undir liðini á Kristini Michelsen, borgarstjóra. Báðir ásanna teir, at tað verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk á Tvøroyri og tað arbeiða fara teir undir nú