Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 107 - 9. juni 2009 Føroysk orgulkonsert í Fuglafjarðar kirkju Fríggjakvøldið 12. juni kl. 20 verður stór orgulkonsert í Fuglafjarðar kirkju. Bert føroyskir organistar luttaka. Heðin Kambsdal, Oddvør Johansen, Gudmund Mortensen og Jens Mortan Mortensen fara at hava orgulkonsert í Fuglafjarðar kirkju fríggjakvøldið 12. juni. kl. 20. Hetta er í samband við fagnaðin, sum er í juni mánaði í Fuglafirði, har kirkjan fyllir 25 ár, og Fuglafjarðar hornorkestur og Málningaframsýningin á Varmakeldu fylla 40 ár. Heðin Kambsdal hevur verið organistur í Bangsbo Strand kirkju í Fredrikshavn til 1997. Heðin Kambsdal er føddur í Fuglafirði 14. mars 1951, og er nú organistur í Fuglafjarðar kirkju. Oddvør Johansen hevur verið organistur í mong ár í Havnar kirkju, men er nú organistur í Hoyvíkar kirkju. Jens Mortan Mortensen hevur verið organistur á Tvøroyri síðani 1998, og í Hvalba síðan 2004. Gudmund Mortensen hevur verið organistur og kórleiðari í Fredens kirkju í Herning og í Ikast kirkju. Síðani 2007 organistur í Havnar kirkju. Meir lív skal koma í miðbýin í Havn. Býráðið er farið í sam­ ráðingar um keyp av meir plássi, og bygging av nýggjum spæliplássi. Frá spring­ vatninum og oman eftir skal gongugøtan stongjast, og um stutta tíð ber til at keypa sushi á Áarvegnum Mentan Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Nú sær út til at lívið í miðbýarlívið í Havn fær eina innsproyting. Bygningar, ið seinastu tíðina hava staðið tómir, eru nú undir umvæling, og sum skilst, er býráðið farið undir miðvísa ætlan um at fríska upp økið í mið­ býnum. Um byrjað verður í einum enda, er Føroya Banki farin undir at umvæla sín bygn­ ing, sum verður leigaður til Tórshavnar kommunu. Tað er bygningurin, sum stendur niðan fyri høvuðsskrivstov­ una hjá Tórshavnar komm­ unu, har Intrum Føroyar helt til. Eftir ætlan skal eitt før­ oyskt virki inn har at vera, og verður tað kunnugt seinni í vikuni, hvat virki talan er um. Beint niðan fyri, í hølun­ um har Kondittaríið fyrr helt til, skal klædnahandilin Junik halda til, og í hølunum, har leigarar hava skift ofta, Sverrisgøta 1, er handilin við undirklæðunum Hali far­ in at húsast. Longri niðri, í bygning­ inum hjá Tórshavnar komm­ unu, skulu broytingar eisini fremjast. Kommunan er í samráðingum við Norðoya Sparikassa, sum eigur ein part av bygninginum, um at keypa teirra part, so Býar­ bókasavnið kann flyta niður í veghædd. ­ At hava eitt bókasavn við gongugøtuna er eitt sera stórt aktiv fyri okkum, og ætlanin hjá okkum er at gera tað meir opið fyri almenninginum, sigur Bogi Andreasen, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Býarspælipláss og sushibarr Samstundis sum Býarbóka­ savnið skal flyta niður á veghæddina, skal Simme flyta út móti vegnum. Eftir ætlan skal hugskotið hjá Tutl nýtast til Simma. Skjóti­ hurðar skulu setast í veggin út móti gongugøtuni, sum skulu gera tað møguligt at hava konsertir í hølunum, við áhoyrarum úti á gøtuni. ­ Harafturat eru vit í sam­ ráðingum við Eik um at byggja eitt spælipláss yvir­ av Býarbókasavninum, soleiðis at økið í miðbýnum gerst trygt og familjuvinar­ ligt, við tað at vit eisini loka gongugøtuna av fyri ferðslu frá springvatninum og omaneftir, sigur varaborgar­ stjórin. Niðri á Áarvegnum er eitt spildurnýtt matstað á veg. Seinastu tíðina hevur borið til at fylgt við umvælingun­ um av Jinx Gallarí við Áar­ vegin, og her skal Etika halda til. Etika verður eitt spildur­ nýtt matstað, eisini rópt sushi­ og vínbarr. Johannes Jensen, ið er eigari av Etika, kann kortini ikki lova at Etika letur upp ein av næstu døgunum. Talan verður í staðin um vikur, áðrenn Etika verður klárt at lata upp. ­ Men Kafé Vágsbotn let­ ur upp um nakrar fáar dag­ ar. Vit hava fingið nakrar spildurnýggjar markisur til tað endamálið. Men ætlanir­ nar at útbyggja Kafé Vágs­ botn, sum ætlanin var, verð­ ur av ongum fyribils, sigur Johannes Jensen. Miðbýurin skal peppast upp Sambært ætlanunum hjá Tórshavnar býráð, skal spælipláss byggjast her, yvirav Býarbókasavninum, sum ætlandi skal halda til á veghæddini framyvir Tórshavnar kommuna leigar hendan bygningin frá Føroya Banka. Í løtuni verður gjørt til reiðar til nýggja leigaran, sum Tórshavnar kommuna enn ikki vil siga nakað um. Í gamla Konditarínum beint niðan fyri, fer Junik at húsast Norðoya Sparikassi eigur ein part av bygninginum, sum Býarbókasavnið húsast í. Kommunan er farin í samráðingar við Norðoya Spari­ kassa, um at keypa niðastu hølini, so Býarbókasavnið kann flyta á veghædd. Simme sleppur eisini út til vegin at húsast við hesum broytingunum