Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 107 - 9. juni 2009 Tann politiska skipan­ in í Føroyum vil ikki hava eitt mótspæl frá pressuni, siga fjøl­ miðlafólk. Jú, siga politikararnir, men mótspælið má vera búgvið FjølmiðlaFundur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað politiska valdið í Føroyum vil ikki hava eitt mótspæl frá fjølmiðlunum. Tað heldur í hvussu er blaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen, og á fjølmiðlafundinum í Miðla­ húsinum fekk hann viðhald frá tíðindaleiðaranum í Kringvarpi Føroya. ­ Tann politiska skipanjin vil ikki hava eina virkna pressu, segði Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í KRF. Árni Gregersen segði á fundinum, at í summum førum arbeiðir tann polit­ iska skipanin miðvíst ímóti fjølmiðlunum. Hann nevndi sum dømi, at Dimmalætting hevði roynt at fáa orð á ein aðalstjóra í landsstýrinum um eitt ávíst mál, men at tað vísti seg at vera vónleyst. Árni Gregersen helt uppá, at aðalstjórin skákaði sær undan at svara við góð­ kenning frá sínum lands­ stýrismanni. Jón Brian Hvidtfeldt hevði eina tilsvarandi søgu. Hann segði, at tíðindadeild­ in í Kringvarpinum bað um innlit í málið viðvíkjandi nevndarvalinum í Atlants­ flogi, men hóast umbønin varð send, longu áðrenn eykaaðalfundurin í felagn­ um bleiv útsettur, fekk Kringvarpið ikki innlitið fyrr enn fyri nøkrum døgum síðani. Búgvið mótspæl Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, var ikki heilt samd við blaðstjóran­ um og tíðindaleiðaranum. Hon viðgekk, at partar av teirri politisku skipanini vilja kanska ikki hava veruligt mótspæl frá fjøl­ miðlunum, men hinvegimn helt hon, at aðrir partar av politisku skipanini vilja fegnir hava eitt mótspæl. Men tað var vera eitt búgvið mótspæl, segði hon. Høgni Hoydal var samdur við Árna Gregersen og Jón Brian Hvidrfeldt um, at partar av teirri politisku skipanini vilja ikki hava eitt mótspæl frá fjølmiðlunum, men hann var eisini samdur við Helenu Dam á Neystabø um, at tað má vera eitt búgvið mótspæl. ­ Tað dugir ikki, at fjølmiðlafólk, sum vanliga fáast við undirhald, brádliga skulu viðgera politisk álvarsmál, segði Høgni Hoydal á fjølmiðlafundinum hjá Miðlahúsinum. Ikki bara pengarnir Ingrid Henriksen helt, at vantandi pengar er høvuðs­ orsøkin til, at tann føroyska pressan er vatndeyð. Hon segði, at tíðindaflutningurin á teimum almennu miðlun­ um er so vánaligur, at fleiri trýsta á knøttin og hyggja og lurta eftir donskum støðum ístaðin fyri. Inger Henriksen mælti politikar­ unum til at koyra kring­ varpsgjaldið inn í skattin. Helena Dam á Neystabø helt ikki, at tann fíggjarligi karmurin hjá Kringvarpi Føroya er so trongur, at hann skal hava skyldina fyri alt, sum ikki er í lagi. Hon vísti á, at Kringvarpið hevur havt einar 62 milliónir krónur at arbeiða við, og hon helt, at tað er nóg mikið til, at stovnurin kann bjóða tí politiska valdinum av. Politikararnir vilja ikki hava avbjóðing frá pressuni Aleqa formaður í Siumut Leiðslan í grønlendska javnaðarflokkinum Siumut samtykti í gjárkvøldið, at Aleqa Hammond skal taka við sum floks­ formaður eftir Hans Enoksen, sum hevur valt at taka seg aftur eftir tað vánaliga úrslitið av landstingsvalinum. Har­ afturat fekk Aleqa Hammond fleiri persónligar atkvøður á valinum enn Hans Enoksen. Hon fekk 1.033 og hann 1.002. Í kvøld verður formansvalið formliga staðfest, og tá fer flokkurin at takka Hans Enoksen, fyrrverandi formonnunum Jonathan Motzfeldt og Lars­Emil Johansen og fyrrverandi landstingslimum fyri trúgva tænastu. Morten bukaði øll Hóast hann er bara 28 ára gamal, smurdi oddavalevnið hjá Danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, øll hini valevnini av á ES­valinum fyrradagin. Tá liðugt var at telja tær persónligu atkvøðurnar seinnapartin í gjár, hevði Morten Messerschmidt fingið 255.708 atkvøður. Tað var nógv fleiri, enn nakað av hinum valevnunum fekk. Við talinum hevur Morten Messerschmidt skrivað seg í donsku søguna, tí bara eitt valevni hava nakrantíð fingið fleiri atkvøður enn hann. Tað metið eigur fyrrverandi forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen, sum á ES­valinum í 2004 fekk 407.966 persónligar atkvøður. Einki kring- varpshús í bræði Tað fara helst at ganga fleiri ár, áðrenn Kringvarp Føroya fær nýggj hús Fjølmiðla­ Fundur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Starvsfólkini í almenna útvarpinum og sjónvarp­ inum sleppa eftir øllum at døma at bíða í fleiri ár eftir nýggjum og betri hølisumstøðum, tí fyri­ bils eru ongar politiskar ætlanir um at byggja nýtt kringvarpshús. Arbeiðsumstøðurnar hjá føroyskum fjøl­ miðlafólki var eitt av evnunum á fjølmiðla­ fundinum, sum Miðla­ húsið skipaði fyri. Í hesum viðfangi vildi orðstýrarin, Jóannes Dalsgarð, hava at vita, hvar málið um at byggja kringvarpinum nýggj hús er. Hann vísti á, at grundstykki at byggja á er tøkt, og at húsið er projekterað. Men síðani er einkii hent, segði hann. Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinna í mentamálum, svaraði, at fyribils er einki, sum bendir á, at nakað kringvarpshús verður bygt í bræði. ­ Enn havi eg ikki sæð húsið á langtíð­ arfíggjarætlanini, segði landsstýriskvinnan og legði afturat, at í hesum fíggjarliga trongu tíð­ um verður størri dentur lagdur á at finna pening til raksturin enn til íløgur.