Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 [ Nr. 107 - 9. juni 2009 ] 10 nýggir A-venjarar Leygardagin fingu 10 føroyskir fótbóltsvenjarar pappír upp á sonevndu A-útbúgvingina. Hetta er hægsta stigið í venjaraútbúgvingini hjá FSF, og í dag er eitt krav, at venjari sum minstakrav skal vera í holt við at taka A-útbúgvingina, um hesin vil venja lið í fremstu mansdeildini. Teir 10, sum tóku prógv leygardagin, eru Aleksander Djordjevic, Meinhardt Dalbúð, Jón Simonsen, John Petersen og Áki Johansen. Fremst frá vinstru: Sigfríður Clementsen, Anton Skoradal, Rúni Nolsøe, Jógvan Hendrik "Hegga" Samuelsen og Abraham Løkin. Tevez til City Sambært enskum miðlum verður Carlos Tevez verandi í Manchester, men tað verður við Manchester City, at hann at skal spæla komandi kappingarár. Seinastu tvey árini hevur Tevez annars spælt við United, men sjálvur hevur hann ikki verið nøgdur við avmarkaðu spælitíðina. Eisini hav Liverpool og Chelsea verið nevnd sum møguligt nýtt felag hjá Tevez, men sambært støðini, TalkSport, so verður tað altso í Manchester City, at argentinski framherjin nú skal royna seg. Við at hava 22 spælar­ ar í hópinum til tað síðsta, heldur Brian Kerr allar sínar menn klár ar og ídnar, so tað undir øllum um støð­ um verða 11 tendraðir spæl arar, ið byrja in ni í dystinum ímóti Ser­ bia í annaðkvøld FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eitt sindur av fótbóltsspæli og so ein steðgur – og prát. Eftur eitt sindur av spæli, ein steðgur og prát. Og eina ferð aftrat og eina ferð aftr- at… Kanska ikki tað, fót bólts- spælarar eru fegnastir um, tí teir trívast altso best við einum bólti, ið gongur fót av fóti. Tað má gjarna henda nak að, og helst við einum bólti. Tað eitur væl eisini fót bóltur? Taktiska venjingin hjá A- lands liðnum á Tórsvølli í gjárkvøldið var nú allíkavæl meira venjing, enn taktik k- ur. Men Brian Kerr fylgdi væl við og gjørdi sær ómak, so hann kundi vissa sær, at allir fingu væl við, hvat tað nú var, hann meinti við. Við greiðum myndug- leika, men samstundis sann førandi og spentur, stýr di og stjórnaði hann mi ð skeið is á vøllinum venj- ing ini, og hvørja ferð hann breyt spælið av, spílaðu spæl ar ar nir oyruni út og lurt aðu. Eingin ivi var um, hvør var skiparin, og mann- ingin sá út til at akta væl. Ímóti endanum á venj- ing ini vóru tvey mál drigin eitt sindur frá valla rendu- num, og so sluppu spælar- ar nir ta síðstu løtuna at spæla sær við bóltinum uttan nevniverd avbrot, og so var tíð komin til eitt sind ur av lættari renning og út strekk ing, áðrenn klárt var at fara undir brúsuna og niðan aftur á hotellið. Einki sjálvskrivað Spælararnir eru fleiri í tali, enn teir plaga at vera tað, tá bara tvey samdøgur eru eft- ir til dyst, men soleiðis hevur Brian Kerr ynskt tað, og soleiðis hevur hann fing- ið tað. Óivað eru eisini minst tvær orsøkir til, at hópur in er so væl mann að- ur. Tann fyrra er helst, at hevur hann fleiri spælarar tøk ar, hevur hann betur møgu leika at síggja fleiri spæla r ar í egnari venjing, so hann lærir teir at kenna og lættari kann meta um, hvør kann spæla hvar og hvus su. Og so er tað seinna or søk- in, ið óivað hevur til enda- máls at halda allar púra klár ar, tí í gjárkvøldið var ikki líkt til, at nakar teirra visti, um hann fekk kjansin í annaðkvøld ella ikki. Har ráddi snøgt sagt bara um at spíla seg út alla tíðina. Fyri tey, sum stóðu uttan- fyri og hugdu at, var ikki líka lætt at gita liðið, sum tað onkuntíð hevur verið. Tá tú helst teg hava eitt gott boð, høvdu brádliga einir tveir ella tríggir skift um vest, og so spældu teir við »hin um liðnum« mítt í tí heila… Serliga hetta síðsta er helst eitt gott amboð, um Brian Kerr veruliga vil dyr- ka villskapin og tendra teir fyrstu 11 – umframt sjál v- andi teir, ið spentir skulu sita á bonkinum. Hvør verð ur hvar – ella onga- staðni – er enn ikki lætt at gita, tí ikki er sørt, at venjar- in longu hevur pilkað við ta vanahugsan, mong munnu ha va, tá talan er um fót- bólts landsliðið. Hann sær alt við øðrvísi og nýggjum eygum, og hvør veit, um ikki tað eisini kann gera sítt til, at vit burt- ur úr tí eisini fáa eitt landslið við øðrvísi og nýggjum takt um – fyri ikki at siga úrs lit um. Annarhvør sleppur við Við greiðum myndugleika stýrdi og stjórnaði Brian Kerr miðskeiðis á Tórsvølli venjingini í gjárkvøldið. Enn tykist mestsum púra opið, hvørjir sleppa á liðið og hvørjir ikki Mynd: Álvur Haraldsen Allir stríðast til tað síðsta Spælararnir við­ gan ga, at tað ger teir enn meira upp­ sett ar, at so nógvir eru til venjingar og eingin teirra veit, um hann fær kjansin í annað­ kvøld ella ikki FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eftir venjingina í gjár- kvøld ið fingu vit orðið á nakrar av spælarunum í A-landsliðshópinum, sum høvdu verið í gongd í tveir tímar á góða grasinum á Tórs vølli. Felags fyri allar teir spurdu var, at teir ikki vita, um teir sleppa upp í part ella ikki, og tí mugu teir royna at geva alt undir venjingunum hjá Brian Kerr. Atli Danielsen Menn virka øgiliga kon- sen tr e r aðir, nú ein nýggj ur venjari er. Vit ha va stóra virðing fyri venjaranum og royna at ak ta hann so væl, sum vit kunnu. Allir royna at próg va sítt og stríðast fyri sínum plássi, men tað lyftir bara venj ing ar nar upp, so tað er fínt. Fróði Benjaminsen Hetta er øgiliga stuttligt, tí allir byrja líkasum av nýggj um. Menn leggja nógv fyri undir venjing. At vit ikki vita, hvør fær kjan- sin, fær allar at geva eitt lítið sindur eyka og royna at sannføra um, at tú eigur eitt av pláss u n um. Tá 11 av 22 skulu sita uttanfyri, tá av tor nar, gevur tað sjálvandi eisini harðari kapping. Andreas Lava Olsen Hetta er fínasta slag. Vit verða noyddir at geva okk- um fult út til hvørja venj- ing, so in ten si tet ur in verður av tí sama ei si ni størri. Eingin av okk um kann heldur ken na seg tryggan, so tí er neyðugt at geva seg fult út undir hvørjari venj ing. Bartal Eliasen Tað er eitt sindur ringt at siga, hvussu stóran kjans tú hevur, tí tað sær ik ki út til, at venjarin enn hevur tikið avgerð um, hvør skal verða við á liðnum. Tí ræður bara um at spenna seg út, og tað sær eisini út til, at allir trúgva upp á sín kjans.