týsdagur 9. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
[ Nr. 107 - 9. juni 2009 ]
Milan tørvaði pengarnar
Í gjárkvøldið stóð greitt, at brasilski Kaká skal spæla í Real
Madrid komandi kappingarár. Og brasiliumaðurin staðfesti
skjótt, at talan var um ein handil, sum skal hjálpa Milan úr
fíggjarligum trupulleikum. Real Madrid skal rinda Milan á
leið hálva milliard krónur fyri spælaran. Ein upphædd, sum
tó er minni enn tað, sum Real Madrid í 2001 rindaði
Juventus fyri Zinedine Zidane.
Ronaldo er næstur
Real Madrid hevði ikki meira enn skrivað undir pappírini
fyri Kaká, áðrenn felagið segði, at tað er væl hugsandi, at
Cristiano Ronaldo er næsta málið. – Vit hava altíð havt
hug at keypa bestu spælararnar í heiminum, og Ronaldo
og Zlatan Ibrahimovic teljast avgjørt millum hesar, segði
Florentino Perez, forseti í Real Madrid. Í sponskum
bløðum hevur verið nevnt, at ein sáttmáli við virði um tær
770 milliónir longu er skrivaður. Er hetta so, verður
Ronaldo dýrasti spælarin í fótbóltssøguni, men enn hevur
eingin sæð umrødda sølusáttmálan.
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Undangongumaður hansara
fekk mangan av grovfíluni,
tá hann í ov stóran mun
legði dent á verjupartin hjá
føroyska landsliðnum.
Brian Kerr, sum nú er
landsliðsvenjari, segði á
tíðindafundi í gjár, at hann
sjálvandi fegin vil hava
liðið nakað longur niðan á
vøllin. Men hann leggur
samstundis dent á, at tað
altíð ræður um at leita eftir
javnvágini.
- Eg haldi at tað var skila-
gott, at stórur dentur varð
lagdur á verjupartin. Tekur tú
seinastu undankapping, so
rendi liðið seg í nøkur verulig
stórtap. Og tað er ikki serliga
gagnligt fyri lagið í hópinum,
um tú javnan kemur út fyri
slíkum. Og ikki minst er tað
tungt hjá yngru spælarunum
í hópinum.
- So eg haldi, at taktiska
valið til seinastu dystirnar
var rættiliga skilagott. Men
eg vóni sjálvandi, at vit
klára at flyta spælið nakað
niðan á vøllin. Móti Eystur-
ríki í fjør heyst høvdu vit
ofta bóltin í álopsstøðu,
meðan tað var sera sjáldan í
dystunum móti Rumenia,
Serbia og Litava. Tað er so
nakað, sum vit royna at
arbeiða við, men enn havi
eg havt sera lítla tíð sum
landsliðsvenjari, so tað er
avmarkað,
hvussu
stóra
ávirkan eg havi í løtuni,
sigur Brian Kerr.
Skal vera fantastiskt
Serbia er oddalið í okkara
HM-bólki, og Brian Kerr
viðgongur, at bitin verður
ikki stórt størri enn tað
sama, nú hann fyri fyrstu
ferð skal standa á odda fyri
føroyska liðnum.
Men hann leggur sam-
stundis dent á, at tað er ikki
heilt vónleyst hjá okkara
monnum at stríðast móti
yvirvaldinum.
- Fólk í Føroyum eru
hampuliga realistiskt. Tey
vita, hvar vit eru í heims-
høpi, og tekur tú FIFA-styrk-
islistan, so eru vit nummar
165. Serbia er millum 20
tey sterkastu londini á list-
anum. Teir eru á odda í okk-
ara bólki, og teir hava topp-
spælarar, sum spæla við
nøkrum av bestu feløgunum
í Europa.
- Teir hava eitt framúr-
skarandi lið, men tað merkir
ikki tað sama, sum at vit
ongan møguleika hava at
skapa eitt fantastiskt úrslit.
Men tað krevur so eisini
eitt fantastiskt avrik frá okk-
um. Og tað fara vit sjálvandi
at arbeiða fram ímóti. Eg
havi spurt spælararnar, um
teir halda seg kunna skapa
eitt úrslit, og teir svara allir
sum ein »ja, sjálvandi«, og
tað er í øllum førum eitt
gott útgangsstøði.
- Og so veit eg eisini,
hvussu trupult tað kann
vera hjá øðrum landsliðum
at spæla í Føroyum. Før-
oyska landsliðið hevur havt
fín avrik móti liðum, sum
hava verið í toppinum av
Europa. Tað kenni eg eisini
frá mær sjálvum, tá eg var
her við einum írskum lands-
liði, sum um tað mundið
taldist millum tey 20 sterk-
astu í heiminum.
- Hjá okkum ræður fyrst
og fremst um at stríðast væl.
Og tá vit so fáa møguleik-
arnar, so mugu vit taka av.
Vit mugu vera djarvir í
verjuni, og við góðum stuðli
frá eini stórari áskoðarafjøld
vóni eg, at vit kunnu skapa
eitt fantastiskt úrslit – og tað
vildi jú verið heilt fantastiskt,
sigur Brian Kerr.
Eingin mansverja
Serbiska liðið telur fleiri
framúrskarandi bóltspælar-
ar, sum hvør í sínum lagi
kunnu skapa trupulleikar
fyri føroyska liðið.
Brian Kerr tykist tó ikki
at geva nøkrum av teirra
spælarum heilt serligan ans,
og hann leggur dent á, at
tað ikki verður so, at hann á
taktik-talvuni roynir at seta
nakran einstakan serba út
av spælinum.
- Vit skulu helst ikki koma
í støður, har tað er maður
móti manni. Tað snýr seg
meira um, hvussu vit flyta alt
liðið hjá okkum í álopi og
verju. Tekur tú teirra lið, so
hava teir jú nakrar framúr
spælarar. Tað er kanska gott
fyri okkum, at Stankovic er
leikbannaður og at Vidic er
skaddur, men teir hava fram-
vegis hópin av framúrskarandi
bóltspælarum.
- Vit mugu so royna at
byrgja upp fyri hesum, og
so snýr tað seg um, at vit
taka okkara møguleikar. Vit
mugu royna at koma fram
til møguleikar, og so haldi
eg
eisini,
at
føroyska
landsliðið eigur at fáa meira
burtur úr deyðbóltsstøðum
so sum innkøstum og frí-
spørkum, sigur Brian Kerr.
Mugu vera
fantastiskir
Serbisku stjørnurnar
Tað er ein stjørnusettur hópur, sum serbiski Radomir
Antic hevði við sær til Føroya í gjárkvøldið. Hóast menns
um Vidic og Stankovic ikki eru við á Føroya-ferðini, so er
talan framvegis um ein hóp, har fleiri spælarar vekja
øvund hjá venjarum hjá bestu feløgunum í Europa.
Hópurin er hesin:
Málmenn
Vladimir Stojkovic
Getafe
Vladimir Disljenkovic
Metalurh Donetsk
Bojan Isailovic
Genclerbirligi
Verja
Branislav Ivanovic
Chelsea
Ivica Dragutinovic
Sevilla
Neven Subotic
Borussia Dortmund
Aleksandar Lukovic
Udinese
Antonio Rukavina
1860 München
Ivan Obradovic
Partizan
Aleksander Kolarov
Lazio
Miðvøllur
Zdravko Kuzmanovic
Fiorentina
Nenad Milijas
Crvena Zvezda
Gojko Kacar
Hertha Berlin
Milos Krasic
CSKA Moskva
Milan Jovanovic
Standard Liege
Miralem Sulejmani
Ajax
Álop
Nikola Zigic
Racing Club
Marko Pantelic
Hertha Berling
Danko Lazovic
PSV Eindhoven
Dragan Mrdja
Vojvodina
- Teir hava eitt fantastiskt lið, og tí mugu vit gera nakað
fantastiskt, um vit skulu fáa nakað burturúr dystinum.
Tað sigur Brian Kerr, sum í annaðkvøld fyri fyrstu ferð
stendur á odda fyri føroyska fótbóltslandsliðnum í
altjóða dysti
Hóast hann metir serbar hava eitt
framúrskarandi lið, so hevur Brian
Kerr góðar vónir um, at føroyska
landsliðið kann skapa eina hálva ella
heila sensatión á Tórsvølli
Mynd: Álvur Haraldsen