Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Júst sum Grønland sambært fleiri for­ sagnum stendur á gáttini til eitt tíðar­ skeið, har námsvinna og kolvetnisvinna fáa altsamt størri týdning fyri samfelagið og tess búskap, hevur eitt nýtt ættarlið sett seg við stýrið í Nuuk Grønland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tey næstu árini fara IA og tann væl umtókti floksfor­ maðurin Kuupik Kleist at sveiggja taktstavinum í Grønlandi, og harvið endar eitt politiskt tíðarskeið í grønlendsku søguni, har javnaðarflokkurin Siumut utt an slit hevur sitið á ovastu rók, líka síðani grøn­ lendingar fingu heimastýri fyri júst 30 árum síðani. Tað eru ikki júst rósandi orð, sum Siumut­menninir fáa, nú teir noyðast at lata valdið frá sær. – Teir sokallaðu tungu dreingirnir í Siumut hava ikkii bara stýrt grønlendska landsstýrinum og teirri almennu umsitingini, men teir hava eisini havt avger­ andi ávirkan á tær væl kendu almennu fyritøkur­ nar, sum fyri tað mesta hava havt reyð tøl á niðastu reglu í roknskapinum. Rossa­ handl ar, vinargerðir, iva­ samar pengaflytingar og ein penganýtsla, sum mest hev­ ur líkt oyðsli, hava eyðkent tann politiska gerandis dag­ in, skrivar Ingeniøren, sum er limablaðið hjá danska verkfrøðingafelagnum. Ingeniøren heldur seg tí hava alla orsøk til at fagna valúrslitinum og at heilsa teimum umleið 52.600 grøn lendingunum, sum sam bært blaðnum kunnu vænta sær eitt betri lív nú. Hinvegin fer tað politiska skiftið í Nuuk at herða trýstið á ríkisfelagsskapin, tí IA er loysingarflokkur. Tann 21. juni kemur tann nýggja sjálvstýrislógin í gildi, og hon ber millum annað í sær, at grønlendingar fáa ognarrættin til landsins undirgrund. Harvið fær Grønland eisini rættin til tann partin av tí arktiska landgrunninum, sum danir krevja, og sum Danmark formliga fer at leggja fyri havrættarnevndina hjá ST um fimm ár. Grønlendski búskapurin hevur verið í ringum sjógvi tey seinnu árini, og vónin um milliardainntøku frá olju, gulli og øðrum evnum gjørdist ístaðin eitt vónbrot. Tí eru tær 3,2 milliardirnar í árligari ríkisveiting úr danska ríkiskassanum fram vegis álitið. Men fer und irgrundin at geva grøn­ lendska landskassanum inn tøkur í komandi árum, skal danski ríkiskassin hava part av inntøkunum, tó ong­ an tíð meiri enn blokk stuð­ ulin. Skuldu atkvøtt um undirgrundina Ingeniøren heldur tó ikki, at tað verður lætt hjá Grøn­ landi at spæla einsamalt og at liva av at selja ráevni úr undirgrundini. Blaðið vænt­ ar, at russar fara at styrkja seg hernaðarliga í tí arktiska økinum fyri at verja síni til­ feingisáhugamál har, og tí er einki at ivast í, at grøn­ lendingar fáa brúk fyri ein­ um sterkum vini, heldur blaðið. Kanska fer USA at liggja framvið at fáa sam­ band við grønlendingar, tá tað seinasta umsitingarliga sambandið millum Nuuk og Keypmannahavn verður slitið, skrivar Ingeniøren. Blaðið hjá danska verk­ frøðingafelagnum dylur ikki sína hugsan um ta polit isku gongdina. – Tá vit um vikuskiftið atkvøddu um rættin hjá gentum at arva trúnuna, var tað tí, at grundlógin skuldi tillagast. Tað hevði verið betur og hevði samsvarað betur við tíðina, um vit høvdu atkvøtt um rættin til undirgrundina hjá ríkis­ felagsskapinum og okkara felags virði, skrivar Inge­ niør en at enda í odda grein­ ini. Grønland inn í eina nýggja tíð við nýggjum kreftum Kuupik Kleist, tann nýggi leiðarin Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað