týsdagur 9. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
vinnan
Nr. 107 - 9. juni 2009
H-DYGD hevur havt
úr at gera síðani
feðgarnir Jónberg
og Johan á Mýruni
saman við Poul
Poulsen yvirtóku
fyritøkuna fyri
smáum tveimum
árum síðani. Starvs-
fólkatalið er vaksið,
maskinparkin útskift,
og einki merkist til
nakra kreppu hjá 40
ára gomlu fyritøkuni
VINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
H-DYGD er gamla Vatns-
oyrar Snikkaravirki. Tað
eru nú feðgarnir Jónberg og
Johan á Mýruni, sum saman
við versoni Jónberg, Poul
Poulsen, eiga virkið, ið teir
yvirtóku
20.
september
2007.
Virkið byrjaði fyri smáum
40 árum síðani, og tað var
Hans Elmar Poulsen, sum
setti tað á stovn.
– Pápi mín var við frá
byrj an og starvaðist sum
leiðari fyrstu tíðina, so hann
hevur verið við fyrr. Eg og
Poul vóru púra nýggir, tá
vit yvirtóku virkið í 2007,
sigur Johan á Mýruni, sum
er sølustjóri í fyritøkuni.
Men hóast tað, so tóku
teir ikki langa tíð at hugsa
seg um, tá tað stóð teimum
í boði at yvirtaka H-
DYGD.
– Vit kendu jú fyritøkuna.
Talan er um eina gamla og
roynda og ikki minst væl
rikna fyritøku, so tað tók
okkum ikki langa tíð at taka
av, tá hon stóð okkum í
boði, sigur Johan á Mýr-
uni.
Vatnsoyrar Snikkaravirki
og seinni H-DYGD hevur
øll árini fingist við at fram-
leiða dygdar vindeygu ser-
liga ætlað til tann føroyska
marknaðin við tí serliga
harðbalna føroyska veður-
lag num.
– Vit gera vindeygu úr
timbri, úr træ-alu og úr
plasti. Og so gera vit nakað
av úthurðum eisini, sigur
Johan á Mýruni.
Felagið hevur tvey virkir,
eitt á Vatnsoyrum og eitt í
Miðvági.
– Her á Vatnsoyrum gera
vit timburvindeyguni, með-
an plastframleiðslan fer
fram í Miðvági. Umsitingin
heldur so eisini til á Vatns-
oyrum, sigur Johan á Mýr-
uni.
Effektiviserað
Virkini bæði hava nóg mik-
ið at gera.
– Ja, vit hava úr at gera.
Vit framleiða einar 7000-
8000 eindir um árið, og tað
er fyrst og fremst til før-
oyska marknaðin. Vit eru
30 fólk í starvi, og tað er
nóg mikið at gera fyri
hvørja hond, sigur Johan á
Mýruni.
Men tað er ein serlig av -
bjóðing at framleiða hurðar
og vindeygu til tað føroyska
veðurlagið, sum er munandi
harðbalari enn veðrið í
lond unum rundan um okk-
um.
– Ja, tað er tað, sum fyri-
tøkan er kend fyri. At
menna vindeygu og hurðar
til serliga føroyska veður-
lagið er ein avbjóðing, og
okkara framleiðslur hava
eina trygd upp á tíggju ár.
Og livitíðin skuldi gjarna
ver ið 30 ár, so tað skal
nakað serligt til. Og tað er
jú ein stór íløga, tá farið
verður undir at skifta vind-
eygu, sigur Johan á Mýr-
uni.
Eftir at feðgarnir saman
við Poul Poulsen hava yvir-
tikið H-DYGD, hava teir
eisini
moderniserað
»maskin parkina«.
– Ja, tað hava vit gjørt
her á Vatnsoyrum í timbur-
framleiðsluni. Her hava vit
skift alla maskinparkina út
og fingið eitt spildurnýtt
flow í, og effektiviserað ar -
beiðs gongdina munandi, so
tað er næstan talan um eina
heilt nýggja fyritøku, sigur
Johan á Mýruni.
Serliga tann eina maskin-
an er ógvuliga framkomin,
og hevur loyst av sjey aðrar
maskinur, sum virkið hevði
framman undan.
– Ja, hon er rættiliga
fram komin, er tað nýggjasta
nýggja á marknaðinum og
hon klárar so at siga alt,
sigur Johan á Mýruni.
Hetta merkir kortini ikki,
at virkið hevur minkað um
starvsfólkatalið.
– Og tað er heldur ikki
málið í sjálvum sær. Vit
hava havt so mikið nógv at
gera, at tað upp á sín vís er
gingið út yvir leverings-
tíðina. Men nú eru vit nógv
fleksiblari og effektivari, og
klára at koyra meiri ígjøg-
num upp á somu tíð. So
málið er at framleiða okkum
burtur úr tí, sigur Johan á
Mýruni.
Øktur kapasitetur
Sum hjá so mongum øðrum
fyritøkum er eisini galdandi
hjá H-DYGD, at eingin
ordri er ov stórur og eingin
er ov lítil.
– Vit hava latið til bæði
skúlar og høsnahús, til
privat kundar og til timbur-
meistarar og timburhandlar,
so tað umfatar alt, og vit
levera eisini kring alt land-
ið, sigur Johan á Mýruni.
Framleiðslan hjá fyri-
tøkuni er fyrst og fremst til
føroyska marknaðin, og út -
flutningur er bert ein við-
fáningur.
– Vit hava ikki reiðiliga
havt fortreytirnar fyri at
flyta út. Kapasiteturin hevur
ikki verið nóg stórur. Før-
oyski marknaðurin liggur
sjálvandi fremst, tað er har,
vit hava spesialiserað okk-
Kappast í dygd ikki prísi
Feðgarnir Johan og Jónberg á Mýruni, sum saman við Poul Poulsen yvirtóku H-DYGD í september 2007
Brown slapp á hesum sinni
Í Bretlandi tykist Gordon Brown, forsætisráðharri og
floksformaður, vera sloppin ígjøgnum tað politiska illveðrið, sum
hann hevur verið í ta seinastu tíðina, og sum kom í hæddina
sunnudagin, tá Labour fekk ein rættiligan frammaná á valinum til
Evropatingið. Seinnapartin í gjár var Brown á fundi við tingbólkin
hjá Labour, og aftan á fundin staðfesti tingbólkurin, at hann styðjar
floksformannin. Sjálvur segði Brown seg hava lært, at ein lærir, so
leingi ein livir. Ikki færri enn 11 ráðharrar og vararáðharrar eru
farnir úr stjórnini, og á Evropa-valinum sunnudagin fekk Labour
sítt ringasta úrslit í søgu floksins.
Barroso situr tryggur
Alt bendir á, at portugisin José Manuel Barroso heldur fram sum
formað ur í ES-nevndini eitt skeið afturat. Barroso er konservativur
politikari, og tað góða úrslitið hjá tí borgarliga partinum av ES-tinginum
sunnu dagin tykist tryggja honum formansstarvið tey næstu fimm árini.
Tað eru stjórnarleiðararnir í teimnum 27 limalondunum, sum tilnevna
formannin, men ES-tingið skal góðkenna tilnevningina, og tað er neyvan
nakar trupulleiki hjá Barroso, skrivar Ritzau. Sosialistarnir høvdu ætlanir
um at fáa ES-nevndini ein annan formann, men tann sosialistiski ting-
bólk urin viknaði nógv sunnudagin, og tað styrkir eisini støðuna hjá
Barroso.