Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 vinnan Nr. 107 - 9. juni 2009 um. Men sjálvandi, nú hava vit ein øktan kapasitet, so nú høvdu vit sjálvandi ikki sagt nei, um fyrispurningar komu uttanlands frá. So tað er kanska nakað, vit fara at hyggja upp á, men fyribils konsentrera vit okkum um føroyska marknaðin, sigur Johan á Mýruni. H-DYGD framleiðir vindeygu í 10 sentimetra intervallum í stødd, men fyri tað kunnu kundarnir fáa júst ta støddina, teir vilja hava. – Ja, upp á millimeturin, so tað er bara hugflogið, sum setur markið, sigur Johan á Mýruni. Fleiri fólk í starvi Royndirnar hjá H-DYGD vísa, at áhugin fyri timbur- vindeygum og plastvind- eygum er nøkurlunda líka stórur. – Tað er nøkurlunda helvt um helvt. Tað nýggjasta er træ-alu, sum er eitt timbur- vindeyga við aluminium uttan, sum ger tað við- víkahaldsfrítt uttan, og tað vindur seg nógv fram, men framvegis man tað vera helvt um helvt, sigur Johan á Mýruni. Tá tað kemur til termo- rútar eru fleiri sløg at velja ímillum. Tað, sum vit fyrst og fremst framleiða, verður kallað super-lágorku rútar, og tað er standard hjá okk- um. Tað er ein tvey-lag termo rútur, og vit koma at framleiða tey við hitakanti sum standard nú frá juni mánaði. Tað merkir, at tann aluminiumskanturin, sum hevur verið rundan um vind eygað, nú verður skift- ur út við plastikk, sum ikki leiðir kulda í mun til alu- minium, sigur Johan á Mýruni. Hetta skuldi merkt enn betri hitavarðveitandi vind- eygu, og tað skuldi so helst sæst aftur á oljurokningini – og tað uttan at dýrka vind- eygað. Sum nevnt hava teir havt úr at gera á H-DYGD síðani feðgarnir Jónberg og Johan saman við Poul Poulsen yvir tóku virkið fyri smáum tveimum árum síðani. Og teir hava als einki merkt til ta alheims fíggjarkreppu, sum annars herjar í hesum døgum. – Nei, tíbetur, ikki enn í hvussu er. Fyri einum ári síðani vóru vit 28 fólk í fyri tøkuni, og í dag eru vit 30. Tað eru 30 góð fólk, sum ætla okkum at halda upp á, sigur Johan á Mýr- uni. Ljós framtíð Arbeiðsgongdin hjá H- DYGD liggur í føstum kørm um. – Vit fáa timburið úr Noregi og komin inn á goymsluna verða stykkini gjørd hvør sær júst so, sum kundin ynskir tað. Síðani verður vindeygað samlað, og ynskir kundin, at tað verður málað, gera vit eisini tað í tí liti, hann ynskir. Hetta verður gjørt, áðrenn nakað annað er sett á, so málingin kemur í hvønn krók. Síðani verða besløg og annað sett á, og at enda verða listar og glas sett í, sigur Johan á Mýruni. Fyritøkan hevur út við 40 ár á baki, og er tí rættiliga væl inn arbeidd á markn- aðinum, men kortini er tað so, at kapping finst, bæði í Føroyum og uttanlands frá. – Tað eru fleiri fram leið- arar. Aluplast í Gøtu og Før oya Alu í Havn, og hartil koma fleiri smærri snikk- aravirkir runt um í land in- um. Men tað er pláss fyri øllum, og stóra kappingin kemur uttanlands frá, tí tað verður nógv innflutt. Kapp- ing er sunn, verður sagt, og verður hon nýtt rætt er tað bara gott, tað heldur okkum í fremstu røð eisini, sigur Johan á Mýruni. H-DYGD hevur lagt seg eftir at framleiða góðsku, og tað er á tí økinum, at teir kappast, ikki í prísi. – Nei, vit framleiða ikki tey bíligastu vindeyguni. Keypir tú eitt vindeyga frá okkum, so fært tú eitt vind- eyga, sum hevur eina góðsku, sum hevur eina livi tíð og sum er turt og tætt, sigur Johan á Mýruni. Virkið hevur úr at gera sum er, og tað fær eisini eigararnar at síggja bjart upp á framtíðina. – Tað hoyrist nógv um kreppu og tað frættist um virkir, sum fara av knór an- um, men har kunnu vit tí - betur ikki tosa við. Vit hava nógv at gera og tað sær rætti liga bjart út frameftir eisini, sigur Johan á Mýr- uni, sølustjóri á H-DYGD. Góða test í Noregi Føroyar eru eitt lutfalsliga lítið land, og tí finnist eingin son­ evndur standardur innan vind­ eygu. H­DYGD gjørdi tí av at biða eina norska fyritøku um at testa vindeyguni, bæði timbur vindeyguni og tey úr plasti. Men tá eingin standard finst í Føroy­ um, varð norska fyritøkan biðin um at geva vindeygunum alt tað, hon var ment. Testin svaraði til umleið 70 m/s við bæði vindi og regni, og úrslit ið var, at vindeyguni vóru snús turr. So H­DYGD hevur ongar trupulleikar við at standa inni fyri góðskuni á vindeygun­ um. Hendan maskinan er sera framkomin og loyvir av heilar sjey aðrar maskinur, sum fyritøkan hevði Vindeyguni verða framleidd júst so, sum kundin ynskir tað NATO skerjir í Kosovo Leiðslan í hernaðarsamgonguni NATO hevur gjørt av at skerja hermannatalið í Kosovo. NATO hevur ní løtuni 15.000 hermenn í Kosovo, men ætlanin er nú at flyta 5.000 teirra burtur haðani, skrivar Reuters. Ein talsmaður fyri NATO sigur, at herdeildin hevur ikki somu uppgávu longur. Tað er rættiliga friðarligt í Kosovo nú, og tí ber tað væl til at skerja deildina. Kortini hevur tað framvegis týdning at hava hermenn har, tí teirra hjávera er við tilk at tryggja varandi frið, sigur talsmaðurin. Danmark hevur umleið 350 hermenn í Kosovo, men tað er ikki greitt, um teir verða færri nú. Bumbuoffur fáa endurgjald Fýra limir í felagsskapinum Real IRA eru dømdir at rinda avvarandi hjá fólki, sum doyðu í einari bumbuspreinging í býnum Omagh í 1998, endurgjald. 29 fólk doyðu, og meiri enn 200 vórðu særd, tá Real Ira sprongdi eina sera sterka bumbumbu á einum marknaði í Omagh í august í 1998. Avvarandi hjá fólki, sum doyðu í spreingingini, stevndu fimm monnum eftir endurgjaldi, men ein teirra bleiv fríkendur. Hinvegin kom rætturin til ta niðurstøðu, at hinir fýra, Michael McKevitt, Liam Cmpbell, Colm Murphy og Seamus Daly, vóru sekir. Teir skulu sambært dóminum rinda teimum avvarandi umleið 15 milliardir krónur í endurgjaldi.