týsdagur 9. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 107 - 9. juni 2009
Tað vakti ans, tá tað
herfyri kom fram, at
bara tvey oljufeløg
høvdu boðið sær
til at leita eftir olju
í íslendskum øki.
Okkurt bendir á, at ov
harðar skattareglur
hava fingið onnur
feløg at halda seg
burturi
Oljuvinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Seinnapartin tann 15. mai
hevði íslendska orku mála
ráðið fingið umsóknir frá
tveimum
feløgum,
sum
søgdu seg vera sinnað at
leita eftir olju og gassi undir
havbotninum á Drekaleiðini,
sum er í landnyrðing úr
Langanesi. Tá umsóknirnar
nakrar dagar seinni vórðu
brotnar upp, vísti tað seg, at
onnur var frá Sagex Petrol
eum, og at hion var frá Aker
Exploration.
Hóast verkætlanarstjórin
hjá orkumálaráðnum, Krist
inn Einarsson, segði seg
vera væl nøgdan við, at
tvær umsóknir vóru komn
ar, vakti úrslitið av útbjóð
ingini ans. Eitt var, at bara
tvey feløg vístu útbjóðingini
áhuga, og eitt annað merkis
vert var, at einki av teimum
stóru feløgunum lá framvið.
Sambært Kristini Einarssyni
høvdu onnur feløg spurt
seg fyri, og hann segði seg
vænta, at tey fara at gera
vart við seg á øðrum sinni.
Men hví var áhugin fyri at
leita á Drekaleiðini so lítil?
Norski viðmerkjarin og ráð
gevin Hans Henrik Ramm
heldur, at fyri ís lendingar
má tað vera eitt vónbrot, at
bara tvey feløg søktu um
leiti loyvi, og at hvørki
SattoilHydro
ella
onn ur
altjóða feløg lógu fram við.
Hinvegin hevur einki felag
so góðar fyri treytir í ís
lendskum øki sum Sagex, tí
felagið hevur fyrr verið ráð
gevi hjá íslendsku myndug
leikunum. Men verk ætlanin
er merkt av stórari óvissu og
stórum váða, og tað fer at
taka langa tíð, áðrenn tær
fyrstu inntøkurnar koma
upp av Drekaleiðini. skrivar
Hans
Henrik
Ramm
í
viðmerk ing artænastu
síni
Behind The News.
Hørð skattalóg
Norski viðmerkjarin heldur,
at tað eru ov harðar skatta
reglur í Íslandi, sum hava
fingið fleiri oljufeløg at
leggja íslendsku útbjóð ing
ina til viks. Í september í
fjør kunngjørdu íslendsku
myndugleikarnir eitt upp
skot um eina skattalóg fyri
kolvetnisvinnuna. Upp skot
ið bleiv mett sum lagaligt,
men tá tann endaliga lógin
bleiv samtykt í Altinginum
í desember, var innihaldið
broytt munandi frá tí upp
runaliga
uppskotinum.
Hans Henrik Ramm ivast
ikki í, at tað vóru hesar
broy tingarnar, sum fingu
fleiri oljufeløg at leggja Ís
land í skufftuna á hesum
sinni.
Íslendska
kol vetnis
skatta lógin
arbeiðir
við
tveimum tíðarskeiðum. Tað
fyrra skeiðið umfatar tíðina,
til avlopið kemur upp á 20
prosent av framleiðslu virð
inum, og í hesum skeiðinum
skal felagið rinda royalty av
bruttoframleiðsluvirkinum
uttan nakran frádrátt fyri
útreiðslur. Framleiðslu virð
ið er avgerandi fyri, hvussu
nógv felagið skal rinda, og
er talan um eitt økið, ið
framleiðir nakað tað sama
sum tað norska Åsgard,
kann gjaldið koma upp á
heili 70 prosent.
Sambært Hans Henrik
Ramm er íslendska skipanin
soleiðis háttað, at royalty
gjaldið kann fara upp um
100 prosent á leiðum, sum
framleiða meiri enn 200
milliónir tunnur um árið.
Hansara niðurstøða er, at ein
oljuleið á Drekaleiðini ella
aðrastaðni á Jan Mayen
rygginum skal vera rættiliga
stór, skal tað yvirhøvur løna
seg at útvinna olju úr henni.
Kreppan broytti
lógina
Íslendska fíggjarmálaráðið
hevur sagt, at myndug leik
arnir valdu ta samtyktu kol
vetnisskattalógina fyri at
útv ega ríkiskassanum inn
tøkur so tíðliga sum gjør ligt.
Hans Henrik Kvamm sigur,
at tað er ikki torført at
ímynda sær, at tað íslendska
fíggjarmálaráðið hevði ta
tilstundandi krepp una í hug
anum, tá tað upp runaliga
upp skotið um kolvetnis
skattin bleiv broytt seinasta
heyst.
Men hetta má kallast
stuttskygni, tí tað fara at
ganga mninst tíggju ár,
áðrenn tær fyrstu inntøk ur
nar koma, og tá er sjálvt
tann íslendska fíggjar krepp
an av, skrivar norski við
merkjarin. Ein annan vansa
við teirri herdu skatta lógini
heldur hann vera, at hetta
fær oljufeløgini at drála við
at taka tær enda ligu avgerð
irnar um at seta íløgurnar í
verk, og tí væntar hann, at
íslendingar verða noyddir at
broyta lóg ina.
Vóru í Føroyum
Íslendingar kunnaðu seg
um føroyska lóggávuna á
kolvetnisøkinum, tá teir
fyrireikaðu sína egnu. Petur
Joensen, virkandi stjóri á
Jarðfeingi, sigur við Sosial
in, at umboð fyri Orku
stofnum og vinnumálaráðið
í Reykjavík vóru í Føroyum
og kunnaðu seg um ta før
oysku kolvetnislógina, sum
regulerar sjálvt kolvetnis
virksemið, men at minni
dentur varð lagdur á kol
vetnisskattalógina, tí tað
arbeiðið
bleiv
gjørt
í
fíggjarmálaráðnum.
Petur Joensen vil ikki gera
viðmerkingar til ís lendsku
kolvetnisskatta lóg ina, og um
hon kann hava ávirkað
áhugan hjá olju feløgum at
leita á Dreka leiðini. Hann
ásannar tó, at tann íslendska
lógin er øðr vísi enn tann før
oyska, og at tað tykist, sum
at tann "vanligi" skatt urin er
lægri í Íslandi enn í Føroyum,
men at teirra royalty tykist
hægri enn okk ara. Har aftur at
tykist ser skatturin vera hægri
enn í Føroyum, sigur Petur
Joen sen. Hann leggur afturat,
at at ein sam an ber andi mynd
av skatta trýst inum fæst tó
ikki við at samanbera tey
ein støku ele mentini í skatta
skipanunum. Til tess neyð ugt
at gera út rokningar uppá
nakrar hugs aðar verkætl
anir.
Oljufeløg ræðast
íslendska kol
vetnis skattin
Drekasleiðin er partur av Jan
Mayen-rygginum millum Jan
Mayen og Ísland
Kort: Morgunblaðið)
Fyri aðru ferð hevur
Royal Greenland tørv
á fíggjarligari hjálp úr
landskassanum, men
hesaferð er tørvurin
nógv størri enn fyrru
ferð
Grønland
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tann nýggja samgongan í
Grønlandi fer at veita al
mennu fyritøkuni Royal
Greenland 500 milliónir
krónur í almennari hjálp.
Tað váttaði komandi lands
stýrisformaðurin
Kuupik
Kleist í gjár í samrøðu við
danska kringvarpið.
Royal Greenland er í
fíggjarligum trupulleikum,
og fyritøkan hevur brúk fyri
einari hálvari milliard krón
um, skal hon ikki fara í
gjaldssteðg, sigur DR. Tað
samsvarar ikki við tað, sum
stjórin í Royal Greenland,
Flemming Knudsen, hevur
sagt. Hann viðgekk í gjár,
at fyritøkan hevur fíggj ar
ligar
trupulleikar,
men
segði, at eingin vandi var
fyri gjaldssteðgi. Sambært
stjóranum
hevur
Royal
Greenland drigist við alt ov
stóra skuld líka síðani byrj
anina.
Grønlendska heimastýrið
eigur allan partapeningin í
Royal Greenland, og hetta
er aðru ferð, at fyritøkan
má fáa hjálp úr lands kass
anum. Fyru ferð var hjálpin
200 milliónir krónur.
Øll vistu tað
Fráfarandi
landsstýris for
maðurin, Hans Enoksen,
sigur, at tað eigur ikki at
koma óvart á nakran í tí
politiska umhvørvinum, at
Royal Greenland var í
álvarssomum fíggjarligum
trupulleikum.
Hans Enoksen segði í
gjár, at bæði landsstýrið og
fíggjarnevndin hjá Lands
tinginum vórðu kunnað um
støðuna longu í november í
fjør.
Hans Enoksen skilir ikki,
at Finn Karlsen úr Atassut
skal seta fram spurningar
um Royal Greenland nú, tí
Finn Karlsen var sjálvur á
fundinum
hjá
lands
stýrinum, tá tað viðgjørdi
støðuna í november, sigur
hann.
Royal Greenland fær hálva milliard úr landskassanum
Flemming Knudsen er stjóri í
Royal Greenland (Mynd: KNR)
Chrysler-sølan útsett
Hægstirættur í USA hevur steðgað royndini at lata italsku fyritøkuna Fiat
keypa ta stóru amerikonsku bilverksmiðjuna Chrysler. Avgerðin hjá
rættinum kom eitt sindur óvart á fleiri, tí fyri nøkrum døgum síðani segði
stjórnin í Washington, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, um arbeiðið
at selja Chrysler verður seinkað, ella forðingar verða lagdar í vegin. Men tað
fekk ikki stórvegis ávirkan á hægstarættardómaran Ruth Bader Ginsburg.
Hon hevur gjørt av, at sølan skal ógildast, meðan rætturin kannar, um tað er
neyðugt við hoyringum í sambandi við, at nakrir pensjónskassar hava
mótmælt, at Fiat sleppur at keypa Chrysler. Pensjónskassarnir halda ikki, at
teirra áhugamál eru nóg væl vard við søluni.