týsdagur 6. november 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 214 - 6. november 2001
Nr. 214 - 6. november 2001
11
-Eg eri ikki rasist. Eg
eri anti-nasist, anti-
kommunist. Mær
dámar stutt sagt ikki
totatiliterar ideologiir
og átrúnað, har fræls-
ið og demokrati verð
sett til síðis, sigur
Bent Jensen, profess-
ari, sum er kendur
søgufrøðingur og skal
kanna skjalagoymslur
í gamla Sovjet fyri
føroyingar
LANDSFUNDUR
Heri á Rógvi
Løgmaður hevur sett Bent
Jensen at kanna skjala-
goymslurnar eystanfyri fyri
føroyingar. Bent Jensen er
útbúgvin Dr.Phil innan
søgu og russiskt, og hann er
víðagitin uttanlands fyri
sínar kanningar, bøkur og
meiningar. Fólkaflokkurin
hevur
fingið
hann
til
Føroya um vikuskiftið at
vera gestarøðara á lands-
fundi floksins. Hann hevur
eisini í seinastuni verið
frammi
fleiri
ferðir
í
donskum fjølmiðlum við
sínum meiningum um eitt
Islam, og hetta fingu áhoyr-
arnir á landsfundi Fólka-
floksins eisini at hoyra um
leygardagin. Hann undir-
strikar, at ikki er í Føroyum
fyri at styrkja um støðuna
hjá Fólkaflokkinum, men
hann vil fegin tosa alla-
staðni, har hann verður
boðin. Einasta treytin er, at
hann sjálvur sleppur at ráða
yvir, hvat hann skal tosa
um.
Tað skal fyrst og fremst
sigast, at Bent Jensen als
ikki tosaði um komandi
kanningarnar eystanfyri, tá
ið hann ikki er farin í holt
við hesar enn. Tá vit eftir
røðuna hittu Bent Jensen,
greddi hann frá, at hann
hevði borið eyga við okkurt
um Føroyar í skjalagoymsl-
um, men hetta vóru higartil
smálutir í sambandi við, at
hann hevði kannað um
onkri donsk viðurskifti.
Hann avvísir, at hann hevur
sæð nakað føroyskt navn.
Áhoyrarnir sluppu tó at
hoyra eitt sindur um sovjet
og teirra søgu og hug-
myndir. Áhugin fyri at seta
spurningar eftir røðuna var
eisini rættiliga stórur.
Bent Jensen greiddi eitt
sindur frá um søguna hjá
Sovjet og Russlandi. Í tí
partinum av røðuni, sum
snúði seg um sovjettisk
viðurskifti, legði hann sera
dent á, at í okkara parti av
heiminum, so hava fólk
lyndi til at »gloyma« við-
urskiftini, tá ið tað kemur
til ræðuleikarnar, ið Stalin
og hansara menn stílaðu
fyri. Hann nevndi ferð eftir
ferð, at tey intilektuelle ella
kultiveraðu hava slóðað
fyri, at danir hava latið
eyguni aftur fyri ræðuleik-
unum har, men samstundis
havt eyguni opin fyri
kreppum aðrastaðni, sum
ikki byggja á komunistiskar
tvørleikar.
Elitan
-Kultur elitan eru tey penu
fólkini við teimum røttu
meininginum, sum altíð
vilja tað rætta, serliga um
tey ikki gjalda fyri tað
sjálvi, sigur Bent Jensen.
Tað eru eftir øllum at
døma at finna allastaðni, og
ikki minst millum politik-
arar og onnur framstand-
andi fólk. Hesi hava sam-
bært Bent Jensen skapt eitt
slag av einum følskum
veruleika.
-Tað eru tey, sum ikki
hoyra til hetta fólkaslagið,
sum kunnu síggja og hava
sæð sannleikan, sigur Bent
Jensen.
Bent Jensen vísir á, at tað
innanfyri
hægri
læru-
stovnar og millum forløg
hava víst seg at vera fólk,
sum á sín hátt hava skrivað
sólskinssøgur
burturúr
ræðuleikunum.
-Útbúgving er eingin
treyt fyri at duga at síggja
sannleikan,
sigur
Bent
Jensen.
Islam
Sambært tølum, sum Bent
Jensen kom við á fundin-
um, so standa muslimar
fyri stórum parti av lógar-
brotunum, ið verða framd í
Danmark. Islam var hitt
stóra evnið, ið Bent Jensen
tók upp á fundinum.
Hann greiddi gjølla frá
sínum sjónarmiðum og
hevði eisini eina rúgvu av
tølum at vísa á. Sum áður
nevnt, so er hann eisini
kendur fyri sínari hugsanir
um Islam og leikltin hjá
Islam í einum modenaðum
samfelagi sum eitt nú tað
danska. Hann vísti á,
hvussu stórur munur tað er
á Islam og tí lívvstíli, ið vit
leggja okkum eftir.
-Tað ber ongantíð til at
sameina Islam og modern-
aða samfelagið, tá ið tað er
ein so grundleggjandi og
stórur munur, sigur Bent
Jensen.
Tað er í veruleikanum
hetta, sum er tað grund-
leggjandi. Munurin á Islam
og modernaða samfelag-
num er so grundleggjandi
stórur. Hann vísti sam-
stundis á munin millum
Islam og kristindómin.
-Meðan guds ríki ikki er
av hesi verð, so blanda
muslimar trúgv og politikk
saman, samstundis sum teir
jú eisini niðurgera kvinn-
una, sigur Bent Jensen.
Hann ivast heldur ikki í,
at ávirkanin frá muslim-
unum fer at standa við og
veksa.
-Um tjúgu ár vilja tey
vera 800.000 í Danmark,
og hugsast kann, at tey um
sama mundi fáa Islam stað-
fest í donsku grundlógini,
sigur Bent Jensen, sum ikki
eina løtu ivast í, at mus-
limarnir kunnu fáa álvars-
ligar avleiðinar fyri okkara
lívshátt, tá ið krøvini frá
teimum eisini vilja veksa
við árunum.
-Tað ringasta er, at onnur
og triðja generatión av
muslimum í Danmark, sum
allir eru uppvaksnir í
Danmark eru nógv meira
víðgongdur enn ættarliðini
frammanundan, sigur Bent
Jensen.
Sambært Bent Jensen
skulu vit føroyinar ikki vera
so øgiliga bangir, tí mus-
limarnr fara mestir ikki at
gera nakra stórvegis innrás
í Føroyum.
Ikki rasist
Tá ið tú lurtar eftir røðuni
hjá Bent Jensen, so kanst tú
lætt sita við einum ringum
smakki í munninum. Hesin
eldri danin, sum stendur og
greiðir okkum frá, hvussu
vandamikið tað er við
Islam og muslimum. Tað er
lætt at gera sær tað niður-
støðu, at her hava vit ein
fasist og rasist. Ikki tí, tað
kemur ikki nøkrum við,
hvønn politiskan hugburð
maðurin hevur. Hetta er eitt
rættiliga óføroyskt evni.
Bent Jensen heldur eisini,
at støðan er og fer at vera
øðrvísi í Føroyar enn eitt nú
í Danmark. Hann væntar
ikki, at muslimarnir fara at
gera nakra innrás í Før-
oyum. Hetta byggir á hans-
ara persónligu áskoðan,
sum hann sigur seg ikki so
lætt kunna grundgeva fyri.
Bent Jensen dámar als
ikki at verða skýrdur fyri at
vera rasist. Hann vísir eitt
nú á, at hann hevur ættleidd
børn og eina russiska konu.
-Eg eri ikki rasist. Eg eri
anti-kommunist, anti-nasist
og ikki fasist. Eg eru ímóti
átrúnaðum og ideologium,
sum byggja á totaliter
prinsipp, sigur Bent Jensen.
Hann sigur seg hava valt
nógvar ymiskar flokkar, tá
ið val hevur verið á skránni.
À listanum eru: SF, Venstre,
Liberal centrum, sum ikki
er til longur, og Social-
demokratarnir.
Ein av hansara størstu
hetjum er George Orwell,
sum hevur skrivað m.a.
bókina 1984, sum flestu
skúlanæmingar
muge
kenna.
-George
Orwell
var
sjálvur uttanfyristandandi í
samfelagnum,
og
hann
undirstrikar eisini í sínum
bókum, hvussu tað kann
vera vandamikið at gerast
ov intilektuellir, sigur Bent
Jensen.
Bent Jensen fer nú undir
meiri skipaðar kanningar í
sambandi við kanningarnar
eystanfyri, sum hann kallar
tað.
Hann heldur uppgávan
vera sera spennandi og
vónar at okkurt spennandi
spyrst burturúr.
Islam og modernaða samfelagið
kunnu ongantíð sameinast
-Um tjúgu ár vilja tey vera 800.000 í Danmark, og
hugsast kann, at tey um sama mundi fáa Islam
staðfest í donsku grundlógini, sigur Bent Jensen, sum
var í Føroyum um vikuskiftið.
Soleiðis kallaði Óli
Breckman gongdina á
sjálvstýrisleið á lands-
fundinum hjá Fólka-
flokkinum. Hann
ánaði eisini ein vandi
við leiklutin hja Tjóð-
veldisflokkinum við
komandi fólkatings-
val. Hann fegnaðist
yvir búskaparliga
gongdina og tendens-
irnar framyvir
LANDSFUNDUR
Eftir, at formaðurin fyri
starvsnevndina hja Fólka-
flokkinum hevði greitt stutt
frá um virksemið hjá flokk-
inum, Steintór Jacobsens,
so kom Óli Breckman
framat við einari frágreið-
ing. Óli viðgjørdi og gjørdi
viðmerkingar til farna árið
og støðuna í samfelagnum.
Eisini fólkatingsvalið fekk
eitt orð við á vegnum.
Óli greiddi eisini frá,
hvussu varð við fólkaat-
kvøðuni, sum skuldi vera í
vár. Hann greiddi frá, at
danski stjórnin hevði við
sínari støðu gjørt tað ómøg-
uligt at halda atkvøðuna.
Tað tóktist tó ikki sum
um, at Óli Breckman var
heilt vónbrotin av hesum,
tá ið hann kallaði nýggju
sjálvsstýrisleiðina fyri tað
upprunaligu ætlanina hjá
Fólkaflokkinum. Sum heild
virkaði hann eisini rættilig
fegin um gongdina sum
hon er nú. Hann kallaði
gongdina og seinastu stig-
ini við yvirtøkum fyri eitt
stig tann rætta vegin.
Somuleiðis vísti hann á,
hvussu týdningarmikið tað
var, at føroyingar hava
fingið gongd á yvirtøkunar.
– Samgongan steðgaði
mestsum eisini orsakað av
avlýstu fólkaatkvøðuni, og
partar av tjóðveldisflokkin-
um skipaðu fyri einum
fundi á Vaglinum, har ser-
liga Fólkaflokkurin fekk av
grovfíluni, men nú er runn-
ið samanaftur, og uppskotið
um sjálvstýri Føroya fólks
varð samtykt í løtinginum,
segði Óli á røðu sínari á
Landsfundi Fólkafloksins.
Óli Breckman hevði í
røðu sínari hug at geva løg-
manni og Fólkaflokkinum
heiðurin fyri, at betri glið er
komið á samráðingarnar.
Um
hinar
flokkarnar
segði fólkatingslimurin hjá
Fólkaflokkinum, at Sam-
bandsflokkurin hevði verið
til at hava við at gera á bú-
skaparliga økinum, men
hann er framvegis líka sør-
ur í sjálvstýrismálum.
Javnaðarflokkurin hevði
skuffað Óla Breckman.
Serliga var hann sárur um,
at flokkurin var farin á val
seinast sum sjálvstýris-
flokkur, men seinni hevði
broytt kós.
Nú fólkatingsval av álv-
ara stundar til, so var tað
heldur ikki so løgið, at Óli
Breckman eisini tók hetta
evni upp. Hann vísti á, at
flokkurin
til
komandi
fólkatingsval kundi ynskt
sær borgarliga stjórn í Dan-
mark. Hann segði nakað
um, hvat flokkurin serliga
fer at leggja seg eftir í val-
stríðnum. Hann metti sam-
stundis eina andsøgn vera í,
at Tjóðveldisflokkurin still-
ar upp til fólkatingsvalið, tá
ið hetta merkir, at teir sum
so taka undir við donsku
grundlógini. Hann vísti á,
at við ætlanum hjá Tjóð-
veldisflokkinum verður ein
atkvøða til Tjóðveldis-
flokkin ein atkvøða til
Nyrup, men ein atkvøða til
Fólkaflokkin verður ein at-
kvøða móti Poul Nyrup
Rasmussen.
Somuleiðis
ásannaði hann vandan í, at
Fólka- og Tjóðveldisveljar-
ar fara at berjast um at-
kvøður. Hetta kann, sam-
bært Óla Breckman, enda
við, at Sambands- og Javn-
aðarflokkurin renna avstað
við hvør sínum umboði í
Fólkatinginum
komandi
fýra árini. Óli vildi sam-
stundis eisini fegin hava
løgmann, Anfinn Kalls-
berg, at stilla upp. Hetta
heilt ein av fundarluttak-
arunum tó ikki vera heilt
rætt, tá ið støðan hjá løg-
manni var nakað serligt.
Eisini vildu onkur av lut-
takurunum hava Tjóðveld-
is- og Fólkaflokkin at stilla
upp saman, og vísti á, at
hetta kanska kundi verið
gjørt undir navnið Sjálv-
stýrisfloksins, og hetta má
væl eisini merkja, at Sjálv-
stýrisflokkurin er vælkom-
in í hetta samstarvið.
So líkt Óla Breckman, so
tók eisini veljarakanning-
arnar fram, og legði eisini
dent á, hvussu illa flokkur-
in plagar at klára seg, og
hvussu tað plagar at ganga
gott allíkavæl. Samstundis
ásannaði hann, at flokkurin
ikki hevði tey bestu tølini í
løtuni.
Tvíbýti millum fólka-
floksveljararnar um sjálv-
stýrisspurngin metti Óli
Breckman eisini vera ein
álvarsspurning, sum flokk-
urin átti at taka til eftir-
tektar.
Hóast politikkurin
hjá Tjóðveldisflokk-
inum oftani gongur
Fólkaflokkinum
ímóti, so ynskja
fólkafloksmenn aftur
at samstarva við
Tjóðveldisflokkin
eftir komandi løg-
tingsval
LANDSFUNDUR
Orð og myndir:
Heri á Rógvi
– Fýra ár afturat, so er
sloppið á sjálvstýrisleið,
segði løgmaður, Anfinn
Kallsberg, tá ið hann præd-
ikaði fyri sínum kóri á
landsfundi Fólkafloksins
leygardagin. Eitt er tað, at
val er í hondum, og løg-
maður, sum leiðarin fyri sín
flokk, vil eggja limunum at
byrja valstríðið. Eitt annað
er, at tað eru fýra ár afturat
við somu samgongu, tá
skuldi verið sloppið. Hetta
sama við somu samgongu,
og harvið Tjóðveldisflokk-
inum, tóktist eisini at vera
niðurlagið á landsfundi
Fólkafloksins, sum jú varð
hildin í Klaksvík leygar-
dagin. Fólkafloksfólk vóru
so at siga á einum máli um,
at samstarvið við Tjóðveld-
isflokkin eigur at halda
fram, og hugsað eigur ikki
at verða um nakran annan
samstarvsmøguleika enn
Tjóðveldisflokkin. Sjálv-
stýrisflokkurin fekk ikki
tað nógvu umrøðuna á
fundinum, uttan tað, at
fólkið
undraðist
yvir,
hvussu tað gekk við teirra
landsfundi aðrastaðni í
býnum. Men mann má
ganga útfrá, at eisini Sjálv-
stýrisflokkurin passar inn í
ætlaninar hjá fólkafloks-
monnum eftir komandi løg-
tingsval. Eingin ivi er um,
at hóast nógv ymisk evni
komu upp at venda, so er
tað sjálvsstýrismálið, sum
upptekur fólkafloksmenn
mest, og hetta teir fyrst og
fremst vilja tryggja.
Munur
Stóru ideologisku munirnir
ella andsagnirnar millum
Fólka- og Tjóðveldisflokk-
in komu veruliga til sjóndar
á landsfundi Fólkafloksins.
Ferð eftir ferð funnust
fundarluttakararnir at Tjóð-
veldispolitikarum og polit-
ikkinum hjá Tjóðveldis-
flokkinum, men samstundis
lótu teir ongan ivi vera um,
at Tjóðveldisflokkurin eig-
ur at vera samstarvsfelagin
hjá flokkinum eftir kom-
andi val.
Anfinn Kallsberg vísti á,
at Tjóðveldisflokkurin eis-
ini hevði svølgt nógvar
kamelar í samstarvinum
við Fólkaflokkin.
Tað vóru tó nakrir av
fundarluttakarunum, ið ikki
valdu at nýta so diplomat-
isk orð fyri at lýsa partar av
politikkinum hjá hinum
stóra loysingarflokkinum í
Føroyum.
Millum annað var funnist
at tí, at Tjóðveldisflokkur-
in millum manna oftani
verður skýrdur fyri at vera
tann reini loysingarflokkur-
in, og hetta gjørdu teir sær
dælt av. Samstundis sum
politikkurin hjá Tjóðveldis-
flokkinum á nógvum økj-
um fekk sína sak fyri á
landsfundinum.
Partur av fólkafloksvelj-
arunum eru kanska ikki so
sjálvstýrissinnaðir
sum
flestu tjóðveldisveljararnir,
soleiðis at tað hevur týdn-
ing at fara hóvliga fram,
varð mint á landsfundinum.
Óli Breckman fíltist eisini
á, at Tjóðveldisflokkurin
yvirhøvur stillar upp til
fólkatingsvalið, tá ið hetta
merkir, at teir viðurkenna
donsku grundlógina. Hon-
um dámdi heldur einki, at
Tjóðveldisflokkurin hevði
lyndi til ikki at viðurkenna,
at Føroyar eru partur av
danska ríkinum.
Á sama lista
Tá alt er sagt um ymisku
ósemjurnar ella munirnar
millum
Tjóðveldis-
og
Fólkaflokkin, so skal tað
eisini við, at fólkafloks-
menn og kvinnur sera fegin
vilja vera verandi úti í
Tinganesi saman við Tjóð-
veldisflokkinum.
Onkur fór so langt sum at
siga, at Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin skuldu
stilla upp saman til kom-
andi fólkatingsval.
Anfinn Kallsberg segði
m.a., at hetta var fyrsta
samgongan, sum hevði sit-
ið út í eitt í longri tíð.
Luttakararnir á fundinum
fegnaðust
eisini
yvir
gongdina á sjálvstýrisleið,
sum eisini varð rópt fyri
tann upprunaliga ætlanin
hjá Fólkaflokkinum. Hóast
flokkurin ikki vil missa
tann meiri sambandssinn-
aðu partin av sínum veljar-
um, verður tað framhald-
andi sjálvstýri, sum fær
fyrsta prioritet hjá flokkin-
um.
Eitt stig tann rætta vegin
Tjóðveldisflokkurin trupul
men einasti møguleikin
Á landsfundinum hjá
Fólkaflokkinum var semja
um, at samstarvið við
Tjóðveldisflokkin eigur at
halda fram fýra ár afturat
Ein atkvøða til Tjóðveldisflokkin ein atkvøða til Nyrup, men ein
atkvøða til Fólkaflokkin verður ein atkvøða móti Poul Nyrup
Rasmussen, segði Óli Breckman á landsfundi Fólkafloksins
leygardagin.
C
M
Y
K
11
10