Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 214 - 6. november 2001 Nr. 214 - 6. november 2001 13 OLJULEITING Jan Müller Tað hevur gingið væl at bora hjá Amerada Hess- samtakinum, síðani Sover- eign Explorer setti borin í 20. september ella fyri umleið hálvum øðrum mánað síðani. Eftir øllum at døma verður nú borað í sjálvum málinum, ið miðj- að varð eftir at raka á um- leið 4000 metra dýpi. Tað er ómøguligt at fáa nakað váttað ella avsannað um møguligt fund, men Sosial- urin veit frá vælvitandi keldum, at Amerada Hess hevur rakt við »okkurt« í undirgrundini. Spurningur- in er bara, hvat hetta »okk- urt« er. Sum skilst kann ganga báðar vegir. Tvs. at her kann verða olja ella gasskondensat ella hvørki. Spurningurin tá er, hvat út- sløgini merkja. Ben Arabo, stjóri hjá AmeradaHess hevur valt at hava tunguna mitt í munn- inum. Hann vil rætt og slætt einki siga. Annað enn at tað hevur gingið sum ætlað, og at teir koma at brúka tveir mánaðir til boringina sum upprunaliga ætlað. Tvs. at boring og logging verður alt liðugt um hálvan nov- ember. Tað skilst, at boringin hevur ligið still í nakrar dagar í tí ringa veðrinum, men at tað hevur verið loggað tvs. at mátitól eru koyrd niður í holið. Uttan iva eru tað hesi mátitólini, sum nú skulu til at kanna, hvat er í brunninum ella um nakað er av áhuga. Sosialurin veit, at vónirnar at finna okkurt áhugavert longur uppi í brunninum hildu ikki. Onkur smávegis oljuspor hava helst verið men heldur ikki meira enn tað. Nú verður so alt álit sett til høvuðsmálið í dýp- inum, og komandi dagar fara at vísa, um Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kolvetni hava funn- ið olju ella gass í Marjun- brunninum. Sum støðan er í løtuni bendir okkurt á, at tað kann ganga báðar vegir. -Eg eri sera spentur um hesa boringina sigur Eyðun Elttør í eini viðmerking. Hann fylgir væl við, hvat hendir. Hann vónar, at eitt fund verður gjørt nú. Vit eiga at tola at fáa boðini, at eingin olja er, og at olja er. Vit hava fyrireikað okkum í langa tíð, og tí eiga vit eisini at taka ímóti tí avbjóðingini. Stórur spenningur um Marjunbrunn Tá løgmaður og oljumálaráðharrin vitjaðu á Sovereign Explorer fyrr í summar, og borað varð fyri Statoil. Her saman við einum av Statoilmonnunum Mynd Eirikur FØROYSK OLJUFELØG Jan Müller – Tað er gott fyri Føroyar og føroyska oljuvinnu, at eitt av okkara egnu oljufel- øgum nú kann arbeiða og virka uttan fyri landoddarn- ar sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður, nú At- lants Kolvetni hevur fingið góðkenning frá bretskum orkumyndugleikum at ar- beiða í bretskum øki. Landsstýrismaðurin sigur, at hetta hevði neyvan nakar trúð fyri fáum árum síðani. Nú er tað so veruleiki, og tað er gott. Líkt er til, at luttøka í leitingini í før- oyskum øki hevur verið ein lopfjøl út á bretska land- grunnin og í Norðsjógvin. Eyðun Elttør dylur ikki fyri, at vitjaninar hjá løg- manni og sær sjálvum í Bretlandi kunnu hava gjørt sítt til, at hetta er komið í lag. Eftir at bretsk feløg fingu leitiloyvi í Føroyum hava umboð fyri myndug- leikarnar har úttalað seg um, at teir vilja royna at menna samvinnuna millum bæði londini. Eitt nú vitj- aðu Anfinn Kallsberg, løg- maður og Herálvur Joens- en, leiðari í Oljumálastýr- inum hjá DTI í London, har orkumálaráðharrin hevur skrivstovu. Tá nýtti løg- maður m.a. høvi til at tosa við táverandi ráðharran í oljumálum, Peter Hein, sum í dag er Europa-ráð- harri hjá bretsku stjórnini. Herfyri nýtti eisini Eyðun Elttør høvi at hitta núver- andi orkumálaráðharran Brian Wilson. Tað var tá føroyingar luttóku á olju- ráðstevnuni í Aberdeen. Eyðun Elttør fylgir eisini boringini á føroyska land- grunninum við stórum spenningi. Hann heldur tað er ov tíðliga at fella í fátt, nú tvær boringar ikki hava givið nøktandi úrslit og tann triðja kann enda við tí sama. – Skuldi tað hent, at eisini henda triðja boringin er turr, so eigur tað ikki at steðga okkum í at halda fram. Agip skal jú bora næsta ár og síðani koma fýra boringar aftrat. Úrslit- ið av hesum trimum fyrstu boringunum hevur eisini stóran týdning fyri brunnin, sum Agip fer at bora. So vit eiga at síggja boringarnar í 1. útbjóðing sum eina heild, har vitan frá eini boring kann vera týðandi grundar- lag undir komandi boring- um. Eyðun Elttør heldur eis- ini, at vit skulu meta bor- ingarnar hinumegin markið sum av stórum týdningi fyri Føroyar eisini, tí fund har eru í veruleikanum fund í »okkara« øki siga vit, at jarðfrøðin ikki setir mørk. Landsstýrismaðurin fylgir tí boringinum á bretskum øki við eins stórum áhuga sum tær á føroyska land- grunninum. Man kann tí siga, at í veruleikanum verða gjørdar kanska einar 15 til 20 boringar í øllum økinum næstu árini heldur enn bara tær átta, sum verða gjørdar í júst okkara parti av Atlantsmótinum. Vit skulu neyvan heldur vera kløkk, um tað verða gjørdar uppaftur fleiri bor- ingar, um onkur av teimum átta brunnunum gevur úr- slit. Eyðun Elltør vónar sjálv- andi, at fund verða gjørd nú, men hann útilokar ikki møguleikan fyri enn eini útbjóðing í næstu framtíð. – Sjálvandi fer tað at hava óhepna psykoligska ávirk- an, um allir brunnarnir eru turrir, men vit mugu tó rokna við 2. útbjóðing í 2003 ella so. – Mest um- ráðandi er ikki at missa mótið, tí hyggja vit at gongdini í bæði norskum og bretskum øki, tá teir fóru undir at leita, so vórðu boraðir ávikavist umleið 30 og 70 brunnar, áðrenn olju- fund varð gjørt. – men tó so mikið stór, at tey eru sera áhugaverd sigur danski jarðfrøðing- urin Morten Sparre Andersen OLJULEITING Jan Müller Nú tveir av brunnunum, sum boraðir eru við Før- oyar, hava verið turrir er ivi um Føroyar nakantíð fara at gerast eitt stórt oljuøki eins og t.d. Kuw- ait, sum onkur annars hevur spátt um. Ein teirra, sum ivast í hesum er Morten Sparre Ander- sen, sum hevur arbeitt hjá donskum og før- oyskum jarðfrøðiligum myndugleikum í mong ár og sum hevur stóran kunnleika til føroysku undirgrundina. Hann hevur fylgt gongdini í Føroyum seinastu 17 árini, harav verið í Føroyum í seks ár. Hann er utbúgvin sum jarðfrøðingur og geofys- ikari. Morten Sparre Ander- sen sigur, at stórar og góðar fyrireikingar eru gjørdar undan leitingini og hevur Oljumálastýrið gjørt eitt sera profess- ionelt arbeiði eisini olju- feløgini. Av tí at feløgini hava bundið seg til at bora fleiri brunnar, so er møguligt, at tey ikki neyðturviliga bora tey bestu prospektini alt fyri eitt men bora eftir tí bestu raðfylgjuni. Hóast man eftir tvær boringar ikki gjørt nakað veruligt fund er tað tó staðfest, at her er ein virkin olju- skipan. At at tað er ein virkin oljuskipan gevur orsøk til at halda, at næstu boringarnar eru væl grundaðar. – Eg havi góðar vónir til tær komandi boring- arnar. Men úrslitið hig- artil gevur okkum ta fat- an, at Føroyar-Hetlands- rennan er neyvan eitt ovurstórt oljuøki ala Kuwait sigur Morten Sparre Andersen. Før- oyar koma at minna um Danmark og Holland, hvat fundum viðvíkur. Men í mun til føroyska búskapin so finst helst nógv olja her, men vit skulu sum nevnt ikki ímynda okkum eina Kuwaitgongd. Heldur at tað verður funnin olja í avmarkaðum nøgdum. Tað er framvegis møguleiki at finna stór felt, men neyvan gigant- isk felt, nú tvær boringar ikki góvu nakað úrslit. Men man skal helst til at hugsa nýggjar tankar í framtíðini. sigur hann, sum annars vísir á, at tað er nógv olja í Clair hinu- megin markið men tor- ført er at koma til hana. Schiehallion og Foina- ven eru tó stór felt. Morten Sparre Ander- sen heldur ikki, at áhug- in fer at minka sjálvt um tríggir brunnar verða turrir. – Um allir 8 brunnar í 1. útbjóðing eru turrir, so fer tað sjálvandi at ganga seinni enn ætlað. Men vit mugu ikki gloyma, at hesir átta brunnarnir eru í einum basengi. Vónir eru um, at vit kunnu finna onnur baseng longur norðuri í Føroy- ar-Hetlands-rennuni ella aðrastaðni í Føroyaøkin- um, sum eru áhugaverd fyri leiting seinni. Men tá fyrstu 8 brunn- anir eru boraðir í Foina- ven bassenginum so hevur ídnaðurin eitt sera gott grundarlag til at meta um basengið og tað kann so eisini henda, at feløgini vilja bora uppaftur fleiri brunnar. Men olja skal helst finn- ast við hesum 8 brunn- unum. Morten Sparre Ander- sen vísir á, at fleiri brunnar verða boraðir hinumegin markið og hesum eiga vit at at vísa stóran ans. Føroyingar kunnu fáa góða vitan við hesum boringum, tí jarðfrøðin kennir eingi mørk. Annars heldur Morten Sparre Andersen, at eis- ini nýggju ára loyvini við Føroyar eru áhuga- verd, tó at tey ikki nú bera nakra boring í sær. Men tað kann gerast ein sera stór avbjóðing at vita, um olja er undir basaltinum. Neyvan gigantfelt við Føroyar Morten Sparre Andersen helt nú um dagarnar fyri- lestur í Havn um føroysku undirgrundina. Mynd Jens Krisjan Leitingin her lopfjøl út í heim Løgmaður hittir Peter Hain, táverandi oljumálaráðharra í London. Á tí fundinum var eisini tosað um møguleikan at menna samvinnuna, tí m.a. hevur ført til, at føroyskt oljufelag kann vera við í leiting í bretskum øki. Mynd jan Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum her uttanfyri skrivstovuna hjá DTI, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa Atlants Kolvetni góðkenning í bretskum øki Mynd jan C M Y K 13 12