týsdagur 6. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 214 • týsdagur • 6. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyski miðvallarin
telist millum mest
álitisfullu spælarar-
nar hjá Brian Little
ONGLAND
Jóannes Hansen
Tað gongur avbera væl hjá
einasta føroyska spælar-
anum í eingilskum vaksna-
mannafótbólti. Landsliðs-
maðurin Julian Johnsson er
í Hull, og tað er eyðsýnt, at
venjarin,
Brian
Little,
heldur nógv av føroyska
spælaranum.
Síðsta dømið um hetta
var leygardagin, tá Hull
hevði vitjan av Chelten-
ham. Julian Johnsson var
aftur hesa ferð frá fyrsta
bríksli mitt á miðvøllinum.
Brian Little skifti tríggjar
spælarar út, men Julian var
á vøllinum allar 90 min-
uttirnar.
åEingin ivi var um, hvat
av liðunum var tað betra.
Hull vann 5–1, eftir at
støðan
í
hálvleikinum
hevði verið 3–0.
9.435 áskoðarar vóru í
Boothferry Park, og lagið
var gott á teimum. Hull
kom á odda, tá mótstøðu-
menninir longu í triðja
minutti vóru so óhepnir at
gera sjálvmál. Hull økti til
2–0 eftir langt fríspark í
22. minutti, teir øktu til
3–0 við stútara, tá 25
minuttir vóru farnir, og so
var sigurin vísur.
Tá seinni hálvleikur var
23
minuttir
gamal,
minkaði Cheltenham um
munin, men Hull svaraði
aftur í 77. og 81. minutti.
Julian Johnsson var ikki
millum málskjúttarnar.
Meðan Brøndby
leggur meiri sjógv
millum seg og
kappingarneytarnar,
vita spælararnir í
Lyngby ikki, um teir
skulu til arbeiðis í
morgin
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Brøndby
er
flúgvandi.
Hóskvøldið komu teir sera
sannførandi víðari í UEFA
Cup kappingini. Teir nýttu
nógva orku í tí dystinum,
men teir tóktust heilt væl
fyri sunnudagin, tá Vejle
vitjaði. Brøndby vann 6–1,
og
Brøndby
misnýtti
harafturat eitt brotsspark.
Vejle var spælt sundur og
saman og hevði púrt einki
at siga.
Eisini FCK stóð seg
hóskvøldið væl í UEFA
Cup. Teir vunnu 1–0 á Ajax
í Amsterdam, men tað sást
aftur á avrikinum í Odense
sunnudagin.
Eftir
fínt
upplegg frá Zuma úr høgra
borði fluktaði Thomas Röll
til 1–0, tá eitt lítið korter
var farið, men átta minuttir
fyri hálvleik javnaði fyrr-
verandi Vejle spælarin,
Kasper Dalgas. FCK var
leikliga omaná í 1. hálv-
leiki, men eftir steðgin sóu
teir 7.795 áskoðararnir eitt
sera væl upplagt heimalið,
sum trýsti fyri at fáa
sigursmálið,
men
tað
eydnaðist ikki.
FCK málverjin, Magnus
Kihlstedt, var orsøkin til út-
javnandi málið. Hann sendi
eitt málspark í føturnar á
Kasper
Dalgas,
sum
takkaði fyri og skoraði.
Eftir
steðgin
bjargaði
svenski landsliðsmálverjin
væl onkra ferðina.
Lyngby á tromini
Í Lyngby er lagið ikki gott.
Sunnudagin vóru teir í
Viborg, og 1–1 úrslitið var
einki at siga til. Vónbrotið
hjá venjaranum og spælar-
unum var, tá teir eftir
heimkomuna frættu, at nú
verður flytingin til og
samanrenningin
við
Ballerup av ongum. Teir í
Ballerup hava fingið kaldar
føtur, tí skuldin í Lyngby
sigst vera størri, enn hon
var, tá teir samráddust.
Venjarin og spælararnir
hava ikki fingið løn, og tað
er mangt, sum bendir á, at
felagið fer at snara lykilin
um í morgin. Í fyrrakvøldið
kom fram, at nú var aftur
samband millum Lyngby
og Farum. Fyrr í ár vóru
viðhaldsfólkini hjá Lyngby
sera
hørm
um
hesi
tíðindini, men nú tykist tað,
sum um møguleikarnir eru
færri og smærri fyri á
annan hátt at sleppa undan
húsagangi.
Fyri at fáa pengar til lønir
varð sagt, at Lyngby skuldi
selja tveir spælarar til
Farum.
AB fylgir við
Millum feløgini, sum renna
aftaná Brøndby, stóð AB
seg væl, sjálvt um tað tók
sína tíð, áðrenn teir fingu
sigursmálið ímóti botn-
liðnum Silkeborg. Veerju-
spælarin Nicolai Stokholm,
sum hevur verið í nánd av
landsliðnum, skoraði, tá eitt
korter var eftir.
AaB og Esbjerg teljast
eisini millum næstfremstu
liðini. Hesi bæði liðini
skuldu spæla í Aalborg í
gjárkvøldið. Dysturin varð
vístur
á
TV3+
rásini
klokkan 18.00. Sambært
heimasíðuni hjá Esbjerg
spældi Christian Høgni
Jacobsen á næstbesta lið-
num í vikuskiftinum.
Tað hevur gingið væl hjá
FCM
síðstu
vikurnar.
Sunnudagin høvdu teir
vitjan av AGF, sum einki
fekk við til hús. FCM vann
2-0. Málini skoraðu teir í
57. og í 63. minutti.
Hvidovre vann
málríka uppgerð og
lætti sær eitt sindur á
í botninum
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Óli Johannesen kom enn
eina ferð á málskjútt-
aralistan hjá Hvidovre. Tá
teir í 2. hálvleiki fingu
brotsspark, og støðan var
3–3, vísti komandi B68
venjarin, Frank Skytte,
føroyska spælaranum sama
álitið, sum hann hevur víst
honum fleiri ferðir fyrr í
heyst. Óli Johannesen varð
settur at skjóta brots-
sparkið, og royndi stýri-
maðurin í verjuni sveik
ikki.
Eftir leiðslumálið hjá Óla
økti Hvidovre eina ferð
afturat og vann harvið 5–3.
Teir høvdu annars verið
frammanfyri bæði 2–0 og
3–2.
Sigurin hevði við sær, at
Hvidovre lætti sær eitt
sindur á í botninum í næst-
bestu deildini.
B93 – sum vit søgdu í
síðstu viku, so er Øssur
Hansen komin aftur til
Føroya – var enn eina ferð
fyri ósigri. Teir taptu heili
3–0 á heimavølli ímóti
B1913, sum av álvara er
farið at blanda seg í
oddastríðið. B93 er dygst
omanfyri
niðurflytingar-
strikuna.
Frem hevur fyri stuttum
skift
venjara.
Nýggjur
venjari er Ole Mørch, sum
var fyrsti venjarin hjá
Jákupi Mikkelsen í Her-
følge. Síðani fyrrverandi
Frem spælarin kom á
beinkin í Valby, hevur tað
gingið væl. Sunnudagin
vunnu teir toppdystin á
heimavølli
ímóti
HFK
Sønderjylland 2–1.
Køge er ovast í næstbestu
deildini.
Teir
vóru
í
Horsens og vunnu 1–0.
Felagið hjá Atla Greg-
ersen, Randers Freja, hevði
vitjan av Farum. Peter Brix-
tofte og teir hava møguleik-
an fyri samstarvi við Lyng-
by at hugsa um. At tað
endaði málleyst í Randers
var neyvan eftir høvdinum
hjá teimum í Farum.
Í gjár gjørdi
føroyski lands-
liðsmálverjin av, at
hann fer at halda
fram í norska
felagnum í tvey ár
afturat
SÁTTMÁLI
Jóannes Hansen
Jákup Mikkelsen fer at
halda fram at spæla
fótbólt í Molde í Noregi.
Tað varð gjørt av í gjár:
–
Eg
havi
boðað
teimum frá, at eg eri
sinnaður at halda fram.
Onkrar broytingar eru
gjørdar, sammett við
sáttmálauppskotið, sum
teir spældu út við, og nú
flyta vit øll til Molde,
sigur Jákup Mikkelsen,
sum
nú
saman
við
konuni og børnunum
báðum fer at fyrireika
seg til at flyta.
Í Molde fara teir
mánadagin 26. november
undir fyrireikingarnar til
nýggja kappingarárið.
Kennir korini
Jákup Mikkelsen veit, at
hann skal kappast við
tveir aðrar málverjar um
plássið
millum
stólparnar
á
besta
liðnum. Talan er um
Knud Erik Bakke, sum
eitt stutt skifti í summar
varð
valdur
framum
Jákup Mikkelsen, og so
Eddie Gustafsson, sum
er ein góður svenskur
málverji.
Ert tú ikki bangin fyri,
at tú ein stóran part av
tíðini fert at sita á
beinkinum?
– Tað eru møguleikar
fyri tí, men eg ætli at
gera mítt fyri at vinna
plássið á besta liðnum. Í
so máta havi eg royndir.
Tá eg kom til Herfølge,
byrjaði eg sum triði
málverji,
men
tað
eydnaðist at koma á
besta
liðið.
Á
landsliðnum var eg leingi
á beinkinum, men tað
eydnaðist eisini har at
vinna
fyrsta
plássið,
staðfestir Jákup Mikkel-
sen.
Jákup fer aftur til
Molde
Stórsigur til Julian og Hull
Julian Johnsson var á vøllinum allar minuttirnar, tá Hull
vann stórsigur leygardagin
Teir vita ikki um teir eru keyptir ella seldir
Óli aftur tryggur
úr ellivu metrum
14
Nr. 214 - 6. november 2001
Tað er beinleiðs ósatt,
tá Sámal Petur í
Grund sigur, at eg
havi biðið lands-
nevndarumboð Sjálv-
stýrisfloksins blokera
aðalfundin, sigur
Edvard Hermansen
FLOKSSTRÍÐ
Edvard Joensen
– Sámal Petur í Grund sigur
ósatt, tá hann leggur meg
undir at hava biðið fólk um
ikki at møta á aðalfundi fyri
at forða fyri, at fundurin
gjørdist viðtøkuførur, sigur
Edvard Hemansen, formað-
ur í landsnevnd Sjálvstýris-
floksins.
Sámal Petur í Grund, pol-
itiskur formaður Sjálvstýr-
isfloksins, sigur við Sosial-
in, at hann veit frá lands-
nevndarlimi
Sjálvstýris-
floksins, at formaðurin í
landsnevnd floksins, Edv-
ard Hermansen, upp undir
lands- og aðalfundin í
Klaksvík
leygardagin,
ringdi til landsnevndarum-
boðini og bað tey ikki møta
á fundi, soleiðis at fundurin
ikki gjørdist viðtøkuførur.
Sámal Petur í Grund
nevndi landsnevndarum-
boðið hjá Suðurstreymoyar
Sjávstýrisfelag,
Ronald
Poulsen, sum skuldi hava
fingið hesa áheitan.
Við Sosialin sigur Ron-
ald Poulsen seg ikki hava
fingið eina slíka beinleiðis
áheitan frá landsnevndar-
formanninum. Hann váttar
tó at hava tosað við Edvard
Hermansen, men segði, at
slíka áheitan hevði hann
ikki fingið. Hann hevði í
øllum førum ikki skilt sam-
røðu teirra soleiðis, sum
Sámal Petur í Grund leggur
hana út.
Edvard Hermansen vísir
á, at tað vóru tvey av trim-
um limafeløgum á fundi.
Einasta landsnevndarum-
boð, sum ikki møtti, var
umboðið fyri Eysturoyar
Sjálvstýrisfelag, sum er fel-
agið hjá Sámali Peturi í
Grund. Heldur ikki vara-
maðurin møtti. Og hann er
formaður í felagnum í
Eysturoynni.
Edvard Hermansen sigur,
at hann hevur veruliga í
longri tíð roynt at hitta
landsnevndarumboðið
í
Eysturoynni í felagsørind-
um, men tað hevur ikki
eydnast. Somu royndir hev-
ur Sosialurin gjørt líka síð-
an landsfundin í Klaksvík
leygardagin. Heldur ikki
formaðurin í Eysturoyar
Sjálvstýrisfelag hevur verið
at hitt, tá Sosialurin hevur
roynt at fáa orð á hann.
Aðrir nevndarlimir í Eyst-
uroyar
Sjálvstýrisfelag
hava eisini borið seg undan
at siga nakað um málið.
Sámal Petur í Grund vátt-
ar, at hann hevur stillað seg
sjálvan upp til formansval-
ið í Sjálvstýrisflokkinum.
Áheitanin er ikki komin frá
nøkrum lokalfelag, men frá
onkrum einstøkum, vanlig-
um limum í flokkinum, sig-
ur hann. Men sambært lóg-
um floksins, skal eitt lokal-
felag ella ein fólkavaldur
politikari stilla eitt valevni
upp, og tað gjørdi hann so
sjálvur.
Hann sigur eisini, at eftir
at hann var skotin upp sum
formansvalevni, fekk hann
váttan frá nevndini í Eyst-
uroyar Sjálvstýrisfelag um,
at hann skuldi fáa atkvøð-
urnar hjá felagnum á aðal-
fundinum. Tað varð avgjørt
á fundi tann 25. september.
Hesar upplýsingar hevur
Sosialurin fingið váttaðar
frá nevndarlimi í Eysturoy-
ar Sjálvstýrisfelag.
Søgur ganga um, at Sám-
al Petur í Grund hevur so
lítlan politiskan stuðul í
valfelag sínum, at hann
kanska als ikki verður upp-
stillaður til val.
Sámal Petur í Grund sig-
ur, at hann so seint sum í
vikuni, sum fór, hevur fing-
ið at vita frá formanninum í
Eysturoyar Sjálvstýrisfel-
ag, at felagið ætlar at stilla
hann upp til løgtingsvalið.
Klaksvíkingurin Jákup
Mikkelsen heldur fyri, at
búskaparligu argument-
ini bert eru foringar fyri
fullveldi, sum í veruleik-
anum einki hevur við
pengar at gera, heldur
hann
Millum tey, sum tóku
orðið
á
landsfundi
Fólkafloksins var Jákup
Mikkelsen úr Klaksvík.
Navnin hjá kenda mál-
manninum tosaði eina-
mest um ríkisrættarligu
viðurskiftini, og tað var
heilt greitt, at hetta er
eitt evni, sum liggur
honum rættiliga nær.
Á fundinum nýttan
høvi til at skjóta upp, at
Fólkaflokkurin
stillar
upp saman við Tjóð-
veldisflokkinum,
og
hetta kundi verið undir
navninum hjá Sjálvstýr-
isflokkinum, tá ið lógin
ikki heimilar listasam-
gongum.
Hann talaði greitt fyri,
at Fólkaflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin
skuldi finna saman aftur
eftir næsta val, og Javn-
aðar- og Sambands-
flokkurin koma slett ikki
upp á tal, men hann
segði einki um Sjálv-
stýrisflokkin.
– Sjálvstýri er ein
spurningur um ábyrgd.
Tað er absurd at seta
treytir við sjálvstýri.
Pengar hava heldur einki
við sjálvstýri at gera,
sigur Jákup Mikkelsen,
sum eisini fekk onkra
viðmerking frá fleiri av
oddamonnunum í flokk-
inum.
–
Pengarnir
binda
okkum niður í fullveld-
isspurninginum, sigur
Jákup Mikkelsen.
Hann
rósti
eisini
leiðsluni í flokkinum
fyri at ganga røttu leið
innan
fullveldismáli,
men lat onga iva vera
um, hvønn vong í flokk-
inum, hann hoyrir til.
Fullveldi er ikki ein
spurningur um pengar
– Pengarnir binda okkum niður í fullveldisspurningin-
um, sigur Jákup Mikkelsen.
Sámal Petur sigur ósatt
Nógv spurnartekin eru í kjalarvørrinum á Sámal Peturi í Grund í hesum døgum
C
M
Y
K
14