Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 6. november 2001 17 VÍF venjarin hevur ongan tíð hildið, at VÍF eru greiðir favorittar hetta kappingarárið HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Sum verjandi meistari, hev- ur tað verið mest sum sjálv- sagt, at VÍF aftur í ár hevur verið roknað sum favorittur at endurvinna meistaraheit- ið, sum teir vunnu í stórum stíli í fjør. Fatanin millum fólk flest hevur verið, at hóast eitt nú Neistin hevur styrkt seg, so fór hetta at gerast ov lítið at bjóða VÍF av, men dysturin sunnudagin staðfesti so, at VÍF í øllum førum fer at fáa kapping. Sambært venj- aranum hjá VÍF, Páll Poul- sen, so hevur hann tó alla tíðina roknað við hesum. - Eg havi so ongan tíð sagt, at tað fór at gerast lætt hjá okkum at vinna gull. Neistin hevur eitt sera gott lið, og eg rokni eisini við, at onnur fara at koma heilt væl við. Eitt nú StÍF, sum líka sum skal koma í gongd fyrst, heldur VÍF venjarin. Neistavenjarin helt eftir dystin, at lið hansara hevði víst seg sum ein veruligan avbjóðara HONDBÓLTSTOS Jákup Mørk Dysturin sunnudagin var framman undan mettur sum ein styrkisroynd, og í so máta staðfesti Neistin sína støðu sum fremsti avbjóðarin til VÍF. Efitr dystin fingu vit orð- ið á neistavenjaran, og hann var heldur ikki ósamdur í hesum. - Tað ljóðar kanska eitt sindur frekt at siga, men eg haldi at dysturin í dag vísti, at skal nakar taka VÍF, so verða tað vit. Neistin hevur annars styrkt rættiliga nógv um liðið, og venjarin viðgong- ur eisini, at ætlan teirra alla tíðina hevur verið, at vinna sær sæti í oddinum. - Sjálvandi ætla vit okk- um at enda so ovarliga sum gjørligt, og hóast tað enn er langt eftir á mál, so hava vit alla tíðina gjørt framstig. - Tað er enn nógv, sum skal betrast, men aftur í dag gera vit fleiri framstig í mun til seinasta dystin, so tað gongur rætta vegin, sig- ur neistavenjarin at enda. Páll Poulsen: Ikki favorittar Dia Midjord: Gongur rætta vegin 17 16 Nr. 214 - 6. november 2001 C M Y K 16 Oddabrakið á Hálsi vísti seg veruliga at gerast eitt brak, har tey bæði fremstu lið- ini í landinum end- aðu við at býta stigini ímillum sín í einum sera spennandi dysti HONDBÓLTUR, MENN Jákup Mørk Dysturin á Hálsi millum Neistan og VÍF skuldi vísa seg at hava alt tað, sum ein veruligur oddadystur eigur at hava. Hetta var ein dystur har fýra frálíkir málverjar kappaðust um at gera fram úr góðar bjargingar. Ein dystur har skjúttarnir hjá báðum liðunum gjørdu sítt til at skjóta flestu málini og ein dystur, har allir leikarar á báðum liðum góvu tað teir høvdu, til tess at tryggja sær framhaldandi sess á ovastu rók á stiga- talvuni. Fyrst og fremst var hetta tó ein dystur millum tey bæði sterkastu liðini í landinum, og hetta var eis- ini ein staðfesting av, at tað í løtuni helst ikki eru nøkur lið, sum skulu gera sær vón um at broyta stórvegis um hetta. Sterkir málverjar Um sjálva dystargongdina er annars at siga, at talan alla tíðina tóktist at vera um ein javnan dyst. Frá fyrsta dómarabríksli var greitt, at hvør tann einasti leikarin á teimum báðum liðunum var uppsettur til uppgávuna, og tað varð ongan tíð soleiðis, at leikarar ótarnaðir sluppu ígjøgnum verjuna. Kanska var tað VÍF, sum hevði tað kvikasta álops- spælið, og sum ikki eina- ferð, so var tað serliga Ingi Olsen, sum gjørdi um seg í so máta, men Neistin stóð tó als ikki máttleysur mót- vegis hesari avbjóðingini. Vanligu stórkjúttarnir, Jac- ob Jónsson og Heini Joen- sen, gjørdu kanska ikki so nógv um seg hesa løtuna, men í Áka Mørk hevði Neistin leiakrin, sum fram um hinar kundi fylgja við í málskjótingini. Eisini hóast hann til tíðir nýtti dekan ov nógv skot at vinna bóltin fram við einum sera væl leikandi Eli Müller í VÍF málinum, sum als ikki vildi standa aftan fyri íslendska starvsfelaganum í hinum endanum. Ymsar orsøkir Verður sæð burtur frá teim- um báðum spælskiparun- um, so tóktust verjurnar og ikki minst málverjarnir at hava sera gott tak á bak- spælarunum hjá báðum pørtum í fyrra hálvleiki, og tá Neistin tíðliga í seinna hálvleiki fór at mansverja Inga Olsen kundi verið líkt til, at størsta álopshóttanin hjá meistarunum var skúgvað til viks. Soleiðis gjørdist tó ikki, og vóru orsøkirnar til hetta tvinnar. Onnur var at Da- niel Rápa, sum endiliga tykist vera komin fyri seg eftir enn ein drúgvan skaðasteðg, og hin var so, at VÍF í Rógva Nielsen hev- ur ein av landsins bestu strikuspælarum. At Ingi varð mansvardur, gav sum vera man betri pláss millum teir fimm eftirverðandi leikararnar, og serstakliga dugdu Dan- iel og Rógvi at gera sær dælt av hesum. At Rógvi av strikuni stóð fyri seks mál- um, sigur eitt sindur um álopsdygdir hansara, og tá tað so verður lagt afturat, at øll hesi vórðu skotin innan seinastu 20 minuttirnar, sigur tað ikki so lítið um týdningin, sum striku- spælið hevði fyri VÍF hesa løtuna. Ikki minst, tá Sámal Joensen ongan tíð fekk nakað glið á málskóting sína. Tað hevur ætlaði stór- skjúttin hjá Neistanum, Heini Joensen, heldur ikki havt hetta kappingarárið, men í seinna hálvleiki fór brádliga at glógva hjá hon- um. Hetta viðførdi eisini, at álopsspælið hjá Neista- monnum gjørdist breiðari, minni ábyrgd lág á herðun- um á einstøkum spælarum, og spakuliga tóktist tað sum um, at Neistin var í ferð við at vinna sær eitt lít- ið yvirtak. Javnt í endanum Yvirvágin gjørdist tó ongan tíð sjónlig á máltavluni, har liðini bæði skiftuast um at hava leiðsluna. Tað lítkist tó einari avgerð, tá vestmenn- ingar vunnu seg upp á 28- 26 bert hálvan annan min- utt fyri leiklok, men heima- liðið svaraði tó aftur, og tá so Daniel Rápa overvaði seg í at avgera dystin hálv- an minutt fyri leiklok, hevði heimaliðið brádliga møguleika at avgera dystin. Hetta varð tó av ongum, og hóast VÍF hevði eini fimm sekund til eina seinastu álopsroynd, so fekk Jacob Jónsson effektivt bremsa hesari við at senda seg sjálvan á beinkin seinastu sekundini, soleiðis at VÍF bert hevði eitt fríkast á miðjum vølli at avgreiða, tá hallarfloytan ljóðaði fyri seinastu ferð. Verður spennandi Enn er kanska dekan ov tíð- liga at gera nakra niður- støðu um, hvussu kapp- ingarárið fer at hilnast í vetur, men dysturin gav tó greiðar ábendingar um, at talan í øllum førum verður um størri spenning enn í fjør, tá VÍF rann frá alt og øllum longu í grundspæli- num. Vestmenningar hava kanska heldur ikki somu styrkina, sum teir tá høvdu, og ikki minst er saknurin í Áka Olsen og Piddi Negru stórur. Serstakliga tá eftir- verðandi bakspælararnir ikki høvdu nakra veruliga ferð á sínum spæli. Hjá Neistanum man tað í øllum førum kennast huga- ligt, at teir soleiðis megn- aðu at spæla upp til vest- menningarnar, og hóast lið- ið enn er spildurnýtt – og tí- skil ikki nóg væl saman- spælt – so hómaði tú í løt- um, at talan kann gerast uim ein komandi meistara. Málverjarnir eru stinnir, eins og bakspælarar og vengurnir eru sera sterkir. Skal nakar veikleiki finn- ast, er hesin helst í striku- spælinum, har liðið ikki hevur nakran veruligan strikuspælara, men ístaðin er noytt at umskúla bak- spælarar. Alt hetta eru tó lutir, sum til ber at arbeiða við, og ikki minst tykist tað spenn- andi hjá bláa liðnum, at hópurin nú eisini telir John Petersen. Kanska er hetta seinasti trumfurin, sum skal til, fyri at koppa vestmenningum, men hinvegin eiga meistar- arnir sjálvir nakrar trumfar eftir. Spennandi verður tað í øllum førum at fylgja við, hvussu leikur fer at fara hjá teimum báðum oddaliðnum í vetur. Dysturin í tølum: Neistin-VÍF 28-28 (13-13) Málskjúttar: Neistin: Heini Joensen 7(2), Áki Mørk 6, Jacob Jónsson 3, Elmar Ósá 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Kári Mortensen 2, John Petersen 2, Ári Rouch 1 VÍF: Ingi Olsen 9(2), Rógvi Nielsen 6, Sámal Joensen 3, Agnar Joensen 3, Johnny Joensen 2, Ragn- ar Zachariasen 2, Harald Bjørgvin 1, Daniel Rápa 1 Brotskøst: Neisitn 2, VÍF 2 Útvísingar: Neistin 2, VÍF 3 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Ward- um. Dugdu alt fyri eitt at seta spælarunum greið mørk, og viðvirkaði hetta til, at talan ongan tíð gjør- dist um eina somikið tor- føra uppgávu, sum ein slík- ur dystur ofta verður. Neistin-VÍF 28-28 (13-13): Spenningurin øktist