Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 214 - 6. november 2001 Nr. 214 - 6. november 2001 19 Í mun til undan- farnar bjargingar- royndir vísti bjarg- ingarroyndin Ytra, sum hildin varð í Vágum fríggjadagin týðuligar batar, hóast nógv enn er at bøta BJARGINGARROYND Edvard Joensen Sjúkraliðið, sum stovnað er í samband við útbúgv- ingarætlanina, arbeiddi rættiliga professionelt. Men samskiftið millum ymsu partarnar í venjingini var als ikki nóg gott, staðfesta fleiri teirra, sum vóru við í bjargingarroyndini Ytra á flogvøllinum í Vágum fríggjadagin. Venjingin vísti, at tað gekk sera illa at fáa læknar úr Havn vestur á flogvøllin, eins og tað gekk long tíð, til fyrstu sjúkrabilarnir úr Havn komu vestur. Sjúkrabilarnir í Vágum vóru báðir av oynni í sjúkraørindum. Slíkt, sum eisini kann koma fyri, um ein verulig vanlukka hend- ir. So í so máta var venjing- in rættiliga realistisk. Samskiftið Klokkan var umleið hálv- gum trý seinnapartin, tá lúðrarnir fóru í gongd, tí eitt flogfar var farið út av vøllinum. Talan skuldi vera um flogfarið, sum kom úr Íslandi, ið hevði havt trupulleikar við øðrum motorinum, har eldur var í. Hesa fráboðan hevði flog- vøllurin fingið, meðan flogfarið var yvir Tind- hólmi, og sløkkiliðið á flogvøllinum var tí klárt og eisini beinanveg á staðnum. Men verri gekst við hinum báðum sløkkilið- unum í oynni. Ikki fyrr enn trý korter eftir, at alarmurin var farin í gongd, fingu tey boðini. Og tað varð eisini funnist at í eftirmetingini beint eftir royndina, at soleiðis var. Ikki var skilið nógv betri hjá læknanum. Marjus Dam, kommunulækni í Vágum, var rímiliga skjótur á staðnum og fór runt millum tey skaddu at gera støðuna upp. Stutt eftir vóru eisini nógv fólk frá sjúkraliðnum komin. Millum onnur báðir tannlæknarnir í Vágum og nógvar sjúkrasystrar vóru í liðnum. Tey syrgdu fyri at savna tey skaddu á einum stað, sum gjørdi tað lættari hjá einsamalla læknanum at arbeiða. Hann bað um at fáa læknar úr Havn vestur við fyrstu tyrluni, sum fór suð- ur við skaddum ferðafólki. Men tey boðini tóktust ikki vera komin fram. Hin kommunulæknin í Vágum hevði vakt og var upptikin av neyðsynjarflutningi av oynni, sum sjálvandi eisini skal raðfestast, hóast eina stóra vanlukku. Á tiðindafundi eftir venj- ingina segði læknastjórin á Landssjúrkahúsinum, Anne Grethe Mikkelsen, at boð- ini frá Marjusi Dam vóru komin til Havnar, men ikki farin víðari til rætta við- komandi. Misskiljingin hevði við sær, at læknarnir úr Havn fóru vestur við bili heldur enn tyrlu og vóru ikki komnir fram, tá venjingin var avlýst tveir tímar eftir, at hon byrjaði. Á leið sama lagið var við tyrluni. Rættiliga long tíð gekk frá tí vanlukkan hendi, til fyrsta tyrlan kom á staðið at flyta fólk burtur. Tað var undrunarvert, og eisini varð spurt um hví so var. Ein av manningi svar- aði beinleiðis: »Vit hava ikki fingið boðini fyrr enn nú«. Sjúkraliðið Eyðsýnt var, at sjúkraliðið hevði fingið undirvísing í, hvat tey skuldu gera. Og fyri ein uttan fyri standandi sá tað út til, at tað gjørdu tey so. Tey tóku sær av teimum skaddu. Fingu tey savnað á eitt sonevnt bíði- pláss, har tey síðan vórðu viðgjørd og slúsað út aftur til víðari flutning. Tey ringast skaddu við tyrlu, og onnur við bilum. Tað, ein serliga legði merki til, var, at hesi fólkini ikki gingu og mólu ymsa- staðni. Eyðsýnt var, at tey høvdu fingið fastar upp- gávur at røkja, og tær hildu tey seg til. Gjørdu tað teirra var, og vóru verðandi har, tey vóru sett. Av tí, at sjúkrabilarnir í Vágum manglaðu, møtti Bjargingarfelagið upp við øðrum bilum, sum kundu brúkast. Vøruvongum og slíkum. Men tað var heldur ikki uttan trupulleikar, skiltist á einum av sjúkrabilførar- unum. Sum skiltist, fingu teir heldur ikki boð, fyrr enn rættiliga langt eftir, at venjingin var farin í gongd. So seint, at teir longu høvdu frætt í Útvarpinum, at venjingin var byrjað, áðrenn ringt var til teirra. Aftur eitt av støðunum, har alarmcentralurin ikki virk- aði. Ikki skadd ferðafólk Hóast sjúkraíðið tók sær væl av teimum særdu, tóktist verri standa til hjá teimum ferðafókunum, sum ikki høvdu fingið kropsligan skaða. Tey vórðu savnað í ein buss, har ein løgreglumaður eisini var staddur. Men hvussu hann kláraði at hjálpa teimum við teimum sálarligu meinum, tey uttan iva hava fingið av eini so ógvusligari hending, bar ikki til at fáa uppspurt. Blaðmaðurin roydi at fáa eyga á onkran í bussinum, sum kundi tosa við hesi fólkini. Ein sálarfrøðing, ein prest ella onkran, sum dugdi eitt sindur av sál- arligari fyrstuhjálp. Við- komandi var ikki at finna. Leggjast skal tó afturat, at tað kann vera, at løg- reglumaðurin dugir sálar- liga fyrstuhjálp. Men fram- vegis varð ikki hildið, at hesin parturin av viðgerðini var nøktandi. Í eini slíkar støðu - venj- ing ella veruleiki - eiga á- byrgdarpersónarnir at rokna við, at pressan er við. Og helst rímiliga ágangandi eisini. Men her var eingin, sum pressan kundi venda sær beinleiðis til uttan »innsatsleiðararnir« hjá ávikavist løgregluni og sløkkiliðnum á flogvøll- inum. Men teir vóru ikki serliga hugaðir at koma við upplýsingum um støðuna. Havast má í huga, at tað eru nógv fólk, sum eiga onkran avvarðandi í einum flogfari, sum kemur so- leiðis fyri, sum hendan venjingin vísti, og tey sita við lurtitól ella internet- skíggjan og fylgja við. Framstig í Vágum C M Y K 19 18 Eisini á landssjúkra- húsinum høvdu tey úr at gera fríggjadag- in, tá ið íslandsflúgv- arin reyk av breytini á flogvøllinum. Nógv fólk varð boðsent, og løgreglan upprættaði eisini eitt pressesent- er at svara spurning- um frá fjølmiðlunum VENJING Heri á Rógvi Klokkan var umleið 16.30, tá ið teir fyrstu sjúklingar- nir komu á landssjúkra- húsið. Tyrlan, sum førdi teir til Havnar, lendi úti á eystaru bryggju og har stóð eisini ein sjúkrabilur, sum førdi sjúklingarnar á lands- sjúkrahúsið. Løgreglan hevði avsperrað øki úti á kaiini, soleiðis at sjúkra- bilur og tyrla fingu sam- starva sum best. Úti á Landssjúkrahúsi- num stóðu fólk eisini klár at taka ímóti sjúklingum. Tá sjúklingarnir komu á Landssjúkrahúsið vórðu teir sendir á tað deildina, sum teir hoyrdu. Teir illa løstaðu sjúklingarnir vórðu sendir á aðru hædd. Teir, sum ikki vóru so illa fyri vórðu beindir á skaðastov- una og teir, sum vóru á veg undir jørðina, vórðu sendir eftir gongini og flutt oman, har líkini verða goymd. Eftir vælvild frá leiðar- unum, so fingu vit loyvi at síggja, hvussu leikur fór á aðru hædd. Hópin av fólki stóðu klár at taka ímóti, bæði í móttøkuni og á aðru hædd. Tað hevur ikki eydn- ast okkum at fingið upp- spurt, hvussu nógv vóru við til venjingina á Lands- sjúkrahúsinum. Annars høvdu fjølmiðlar- nir og almenningurin bert atgongd til móttøkuhøllina, soleiðis at tað var avmark- að, hvat vit kundu síggja og hoyra. Presturin tilkallaður Millum teir luttakandi til venjingina, sum ikki gekk í hvítum kitli, var Hera Joen- sen, prestur. Sverri Stein- holm, sum vanliga virkar sum hospitalsprestur, var burturstaddur henda dagin, so tað var Heri Joensen, ið røkti prestaskyldurnar henda dagin. Heri Joensen greiddi frá, at hansara uppgáva var at taka sær av teimum avvarð- andi, um tey høvdu tørv á hjálp ella vegleiðing. Eisini skuldi hann vera hjá teim- um doyggjandi og deyðu, men tað var serliga tey av- varðandi, sum væntandi høvdu tørv á hjálp frá presti. Pressesenter Fyri at fjølmiðlarnir kundu fylgja betri við, hvussu leikur fór, so var tað upp- rættað eitt pressesenter. Hóast orðið kanska ikki er serføroyskt, so var tað hetta, ið tað kallaðist fyri. Haðar kundi fjølmiðlarnir ringja og fáa at vita, hvat og hvussu viðvíkjandi van- lukkuni. Upplýsingar, sum vóru at fáa frá pressusentri- num, vóru ikki beinleiðis nýggir. Tað skal eisini sig- ast, at eingin á sentrinum dugdi at tosa føroyskt og samstundis vórðu tey, ið ringdu inn, eisini noydd at tosa danskt. Landssjúkri fult tilbúgvið