Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 6. november 2001 21 21 20 Nr. 214 - 6. november 2001 C M Y K 20 VB fekk ikki fótin fyri seg í Klaksvík, og lið- ið var sent avstað aft- ur við lemjandi tapi HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Tey, sum høvdu væntað tættan og spennandi dyst í Klaksvík leygardagin, fóru skeiv. Stjørnan vann stór- sigur á VB, sum ongantíð kláraði at skapa spenning í dystinum. Nógv hava mett VB sum fremsta kappingarneytan hjá VÍF til gullmerkini, men hetta vikuskiftið sást einki til hetta. Tveir av stuðulsspælarunum hjá VB vóru ikki við, og tað merkt- ist eisini. Men fyrst og fremst var tað ein væl upplagt Stjørnulið, sum mesta av tíðini helt nógv ferð á álopsspælinum og kláraði at halda tætt í verjuparti- num. Tað vóru løtur, har vágs- kvinnur komu við í dystin, men tær vóru fáar, og í seinna hálvleiki kláraðu tær als ikki at fylgja við. Gongdin Stjørnan fekk sera góða byrjan í dystinum. Áðrenn VB var komið í gongd, vóru bóltarnir sendir í meskarnar seks ferðir, og tá góðir 20 minuttir vóru spældir, var støðan 13-5 til Stjørnuna. Eftir hetta kom VB við í dystin, og við Gabriellu Fekete á odda fingu tær fýra tøtt mál, sum pyntaði eitt sindur um støðuna. Tá liðini fóru til hálvleik, vóru fimm mál á muni. Í seinna hálvleiki var VB væl við fyrstu 10 minuttir- nar, men so setti Stjørnan ferð á aftur, og tær løgdu VB langt aftur um. Tá átta minuttir vóru eftir at spæla, hevði Stjørnan fingið tvífalt so nógv mál sum VB. Støðan var tá 28- 14. Seinasta partin av dysti- num gekk nøkunlunda javnt á. Tað var avgerðin langt síðani fallin, og VB brúkti hesa løtuna til at minka um munin við einum máli. Størri breidd Munurin millum Stjørnuna og VB hendan dagin var, at meðan VB nógv á herarnar hjá Gabriellu Fekete, hevði Stjørnan stóra breidd í sín- um spæli. Regina Rado hjá VB hevur ikki gjørt eins nógv um seg í hesi kapp- ingini, sum hon gjørdi í tí seinasta. Hóast VB royndi at mansverja Simonu Dzui- gyte frá byrjan, gjørdi tað lítlan mun hjá henni og restini av Stjørnuliðnum. Anna Kristina Samson, Joan Midjord Joensen og Andrijana Milodanovic skutu eisini nógv mál, og tað gjørdi góðan mun aftur- at teimum 13 málunum hjá toppskjúttanum. Stjørnan tykist virka væl sum lið í løtuni. Tapið móti føroyameistarunum í VÍF var tepurt, men enn er tíð- liga á árinum, og spurning- urin er nú, hvussu liðini menna og betra spælið hjá sær komandi vikurnar. Tað verður ikki fyrr enn eftir nýggjár, at tað veruliga ferð at galda, og VB kann sakt- ans fer at blanda seg fyri tað, um tær leygardagin høvdu ein svartan dag í Klaksvík. Dysturin í tølum: Stjørnan-VB 34-21 (15-10) Málskjúttar: Stjørnan: Simona Dzui- gyte 13 (3), Anna Kristina Samson 7, Joan Midjord Joensen 5, Andrijana Milo- danovic 4, Una Olsen 3, Bára Skaale 2 VB: Gabriella Fekete 10 (4), Jenisa Petersen 3, Re- gina Rado 2, Eydis Kjærbo 2, Sólrun Krosslá 1, Durita Rouch 1, Anja Mørk 1, Guðrun Midjord 1. Brotskøst: Stjørnan 3, VB 6 Útvísingar: Stjørnan 3, VB 3 Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Trygvi Morten- sen. Stjørnan-VB 34-21 (15-10): Stjørnan rann VB um koll Stjørnan lat ongan iva vera um úrslitið, tá VB var á vitjan leygardagin. Stjørnan vann stórsigur. Mynd: Alexander Djorovic – Nógvir spælarar hjá okkum taka ábyrgd, og tað ger mun móti einum liði, har tað verður spælt nógv upp á ein spælara, sigur venjarin hjá Stjørnuni HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Tað kom ikki óvart á venj- aran hjá Stjørnuni, at hans- ara lið vann á VB, men hann hevði ikki roknað við so stórum sigri. – Eg vænti altíð, at vit fara at vinna, men eg skal viðganga, at hesin sigurin gjørdist størri, enn eg hevði væntað frammanundan, sigur Geir Wardum. – Vit hildu høgt tempo meginpartin av dystinum, og tað kláraði VB als ikki at standa ímóti. Tær løturnar, tá vit fór niður í ferð, komu tær við í dystin, men so ráddi um at fáa spælararnar í gongd aftur. Tveir av føstu spælarun- um hjá VB – Gurið Mort- ensen og Margreth August- inussen – vóru ikki við, og tað var eingin fyrimunur fyri VB. – Eg trúgvi tó neyvan, at tær høvdu kunnað gjørt tann stóra munin hendan dystin, heldur Stjørnuvenj- arin. Størri breidd Hóast Stjørnan hevur mist onkrar profilar frá seinsta kappingarári, so hava úr- slitini higartil verið sera góð. Eitt tepur tap móti VÍF er einasta strikan í rokning- ini. – Nógvir spælarar hjá okkum taka ábyrgd, og tær ger, at vit hava nógv at spæla uppá. Men tað kann gerast enn betri, tí helvtin at spælararunum kom ikki til venjingar fyrr enn fyri trimum vikum síðani, sigur Geir Wardum. – VB spældi nógv upp á ein spælara, og tað tóktist, sum hinar ikki rættiliga tordu at bjóða av og skjóta. Tí høvdu vit ongar trupul- leikar av VB hesaferð. Stjørnan liggur nú einsa- møll á 2. plássi aftan fyri VÍF. Støðan 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 5 5 - 0 - 0 145 94 51 10 2 Stjørnan 5 4 - 0 - 1 149 114 35 8 3 Neistin 5 3 - 0 - 2 121 103 18 6 4 VB 5 3 - 0 - 2 122 122 0 6 5 Sóljan 5 1 - 0 - 4 111 130 -19 2 6 Kyndil 6 1 - 0 - 5 137 171 -34 2 7 StÍF 5 1 - 0 - 4 93 144 -51 2 Støðan 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 5 4 - 1 - 0 146 110 36 9 2 Neistin 5 4 - 1 - 0 136 126 10 9 3 StÍF 5 3 - 0 - 2 134 128 6 6 4 H71 5 3 - 0 - 2 132 132 0 6 5 KÍF 5 1 - 1 - 3 122 139 -17 3 6 Kyndil 6 1 - 0 - 5 140 159 -19 2 7 Tjaldur 5 0 - 1 - 4 114 130 -16 1 – Vit høvdu meira at spæla uppá Eftir at Neistin hevði fylgt væl við í hálvan tíma, settu vest- mannagenturnar alt upp á pláss í seinna hálvleiki HONDBÓLTUR, KVINNUR Jákup Mørk Einki var at taka seg aftur í, at VÍF var stórfavorittur at vinna kvinnudystin á Hálsi sunnudagin, men tá liðini fóru til hálvleiks, sást tó lítið til hetta favoritt-heitið. Máltalvan sýndi nevnliga, at liðini høvdu 10 mál hvør, og mett eftir dystargongd- ini fram til tá, so stóð Neistin seg eins væl og gestirnir. Bonkurin var á muni Eftir at VÍF – og serstakliga Ioana Rápa – høvdu havt mundin fyrstu 20 minuttir- nar av fyrra hálvleiki, so eydnaðist tað seinasta triðingin av hálvleikinum at læsa í verjupartinum, og við trimum málum hesa løt- una fingu tær samstundis bart seg upp á liðina av VÍF. Hóast tað soleiðis var javnt í málum, so vóru tó onnur tekin um, at tað allar helst fór at enda við einum vestmannasigri hendan dagin. Neistaliðið stríddist sum sagt framúr væl, men hetta var eisini nakað, sum kostaði kreftir, og tá VÍF ikki sá út til at overva seg, samstundis sum bonkurin í løtuni er tann sterkasti í landinum, so var ikki annað enn væntandi, at VÍF kundi seta trumf á í seinna. Hetta skal ikki skiljast sum ein niðurgerð av Neistanum ella nøkrum øðrum liði í landinum, men tá VÍF hevur ráð at byrja ein dyst við leikarum sum Nicoletu Radu, Manuelu Stan og Jacklin Durhuus á beinkinum, so sigur tað ein heilan hóp um, hví liðið hevur verið at kalla eina- ráðani hetta seinast árið ella so, og so er ikki ein gong talt við, at Christina Holm eisini verður millum tær gulu, tá hon er komin fyri seg aftur. Einfalt og vakurt Tað vísti seg eisini í seinna hálvleiki, at VÍF hevði nak- að væl av kreftum eftir á goymslu, og eftir at tær høvdu nýtt fyrstu løtuna eftir steðgin til at skræða seg leysar, kundu tær veru- liga seta gongd á tað so væl kenda kontraspælið. Fyri áskoðararnar var tað ein fragd at hyggja at, hvussu disciplineraðar genturnar vóru á vøllinum, men fyri Neistan mundi hetta kennast sum ein sonn marra. Í stuttum kann sig- ast, at nærum tað einasta, sum VÍF gjørdi seinastu 20 minuttirnar, var, at tær løgdu stóra orku í verju- spælið, og tá so Neistin antin mistu bóltin, ella vórðu noyddar at skjóta úti- frá, fall hamarinh. Langt kast niðan á vøllin og mál. Sera einfalt og sera vakurt hondbóltsspæl. Nógv tær bestu Sum seinna hálvleikur leið, mundi standa øllum greitt, at VÍF hevur ikki bara tað sterkasta liðið í landinum. Styrkin er somikið stór, at tað er stórt sannlíki fyri, at tær endurtaka bragdið frá í fjør, har tær vunnu kapp- ingina við fullum stigatalið umframt steypakappingina. Hetta er í stóran upp til VÍF-kvinnurnar at gera av, tí sjálvsagt kunnu tær snáva á vegnum, men hava tær rætta hugburðin til hvønn dyst, so er tó ilt at síggja, hvussu hetta skal bera til. Ein annar spurningur er so, hvussu stuttligt hetta er fyri føroyskan hondbólt. Longu í fjør var sum sagt stórur munur á, og tá liðið nú eisini er styrkt við tveimum føroyskum lands- liðsleikarum, ber illa til at ímynda sær eina spennandi kapping. Hinvegin er hetta helst neyðugt, um eitt før- oyskt lið (í hesum føri VÍF) skal standa seg væl í Eu- ropa-Cup, tá hetta verður á skránni í januar mánaði, og teir báðir dystirnir eru uttan iva størsta – men kanska eisini hin einasta – avbjóð- ingin, sum VÍF fær í ár. Dysturin í tølum Neistin-VÍF 15-62 (10-10) Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabø 6(4), Birita Wardum 5, Sus- an Brockie 2, Inga F. Dan- berg 1, Annika Thomsen 1 VÍF: Ioana Rápa 11(3), Nicoleta Radu 5, Sóleyð Mikkelsen 3, Jacklin Dur- huus 2, Jórun Ludvic 2, Fríða Marjunardóttir 1, Alis Høghamar 1, Randi Kúr- berg 1 Brotskøst: Neistin 5, VÍF 5 Útvísingar: Neistin 4, VÍF 3 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Ward- um. Gjørdu ikki uppgávuna torførari enn hon var. Um vikuskiftið hevði VB árligu innandura- kapping sína, og tað vóru vertirnir sjálvir, sum fóru við trimum teimum fremstu pláss- unum í kappingini. Liðið, sum vann kappingina, var mann- að við Finnboga Olsen, Jóan Pauli Olsen, Eyð- un Jacobsen, Gisli Sveinbjørnsson og Símun Samuelsen. Teir fingu 10.000 krónur í vinningi. Ársins spælarar vóru eisini kosnir. Tað vóru spælarar úr teimum ymsu feløgunum, sum atkvøddu um hetta. Úrslitið var, at Jákup á Borg gjørdist Ársins spælari. John Petersen var nummar tvey og Fróði Benjaminsen nummar trý. Ársins málverji varð eisini kosin, og her var Bjarni Johansen nummar eitt, Tróndur Vatnhamar nummar tvey og Jens Martin Knudsen nummar trý. ek Neistin-VÍF 15-26 (10-10): VÍF avgjørdu seinna umfarið VB vann innan- dura- kapping