Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 6. november 2001 23 Strandakvinnur vunnu sín fyrsta sigur leygardagin, og við hesum gjørdist javn- støðan í botninum fullkomin HONDBÓLTUR, KVINNUR Jákup Mørk Hóast StÍF enn átti fyrsta stigið í ár til góðar, tá tær leygardagin vitjaðu í Havn, mundu vónirnar hjá strandakvinnum vera so hampuliga undan dystin- um. Kyndil hevur ikki fingið tey bestu úrslitini higartil í ár, og tá tað so eisini var greitt, at Annika Ljósstein undir ongum umstøðum kundi spæla, gjørdust ván- irnar hjá botnliðnum heldur betri, og tær mundu ikki versna av, at hvørki Ann Hansen ella Marita Hermansen í løtuna hava stundir til at gera nóg nógv við venjingina, og tískil ikki vóru á Kyndilsliðnum. Tað var eisini StÍF, sum kom betri frá byrjanini av dystinum, men eftir at Kyndil hevði nýtt fyrstu løtuna til at fáa skil á spælinum, komu tær á heimaliðnum alt betri við. Álopsparturin riggaði so hampuliga væl, og tá so skilið á verjuspælinum ikki var av tí besta hjá nøkrum av pørtunum, gekst bara heilt væl í hond hjá Kyndli at skjóta málini, sum skuldu til, fyri at leggja gestirnar aftur um seg. Ikki minst tóktist Lotte Sørensen vera væl uppløgd, og umframt at hon sjálv skeyt hópin av málum, so hevði hon eisini fleiri góðar fríspælingar til liðfelagar- nar, sum soleiðis eisini sluppu upp í part í mál- skjótingini. Mansverja munaði Hjá StÍF vóru tað serliga tær báðar útlendsku, sum gjørdu nógv um seg fyrstu løtuna, og seinasta partin av fyrra hálvleiki fór Kyndil tí undir mansverju av Ileanu Manolescu, og frá byrjan av seinna hálvleiki fór hendan mansverjan eisini at umfata Alinia Oluru. Munurin ímillum seinna og fyrra hálvleik var tó tann, at meðan tað riggaði væl at taka aðra av teimum útlendsku úr spælinum, so riggaði tað minni væl við báðum, og tá so StÍF eisini fór undir at mansverja Lotte Sørensen, tók dystur- in av álvara at venda. Kyndil fór aftur til eina mansverju og at spæla fimm ímóti fimm, men meðan StÍF spakuliga fann út av, hvussu tær skuldu spæla uttan Ileanu, fann Kyndil ongan tíð heilt útav, hvussu leikast skuldi uttan Lotte. At Lotte so eisini varð somikið passiv undir mansverjuni, at hon stillaði seg heilt afturi hjá egnum málverja, bar bara enn størri fyrimun til StÍF við sær, og í løtum var tað nærum soleiðis, at gestirnir vardu seks ímóti fimm. Fyrstu góðu løtuna av seinna hálvleiki eydnaðist sostatt StÍF at fara frá 10- 13 til 17-15, og hóast Kyndil megnaði at svara aftur ta einu ferðina, so tóktist hetta takið somikið tungt, at tær grønu ikki høvdu stórvegis at bjóða upp á eftir hetta. Gestirnir hildu stútt fast um leiðsluna, og tað var ikki fyrr enn í allar seinasta minuttinum, at Kyndil royndi at seta ferð á tá tær høvdu bóltin og fara út at jagstra gestirnar, tá hesar høvdu hann, men tá var ov seint. Gestirnir høvdu tá vunnið seg fýra mál framum, so har gjørdist einki. Botnstríðið Sigurin hjá StÍF merkti, at tað nú aftur er púra javnt í botninum, har Sóljan, StÍF og Kyndil hava vunnið hvør sin dyst. Serstakliga hjá Kyndli man hesin leiklutur kennast lítið hugaligur, men sum støðan er í løtuni, so fær Kyndil ikki gjørt stórvegis við hetta. Breiddin í hópinum er ov lítil til, at liðið kann standa nóg sterkt ígjøgnum ein heilan dyst - og tíansheldur eina heila kapping - og tá so stuðulsleikarar nú eisini tykjast at fella frá, skulu tær grønu bert hava eitt í huganum, og tað er at halda lív í tilveruni í bestu deildini. Tað eigur liðið eis- ini at vera nóg sterkt til, men leygardagin sást tó lítið til hetta. Hjá StÍF mundi tað kennast ikki sørt hugagott, at tær soleiðis vunnu sær fyrstu stigini á árinum. Móti Sóljuni sá annars út til, at strandakvinnurnar einki høvdu at gera i bestu deildini, men hesum fingu tær so afturvíst hesaferð. Verður hugt at liðnum sum heild, so er heldur einki at ivast í, at liðið hevur møguleikar at standa seg í deildini. Sjálvandi eru tær báðar útlendsku størstu álitini, men at aðrar eisini kundu gera um seg, var ikki minst Sunfríð eitt gott dømi um. Tað er tó einki at ivast í, at StÍF man iðra seg um, at fleiri av stinnastu hond- bóltsleikarunum áv Skála- fjørðinum nú eru at síggja í øðrum feløgum. Hevði liðið umframt núverandi hópin eisini havt Sóley Mikkelsen, Alis Høghamar og Palmu Petersen, hevði støðan helst verið ein heilt onnur. Hinvegin ber ikki til at nýta tær, sum ikki eru til staðar, so StÍF má standa seg við teimum, sum eftir eru, og tær kunnu hóast alt vísa seg at gerast hampu- liga stinnar. Dysturin í tølum: Kyndil-StÍF 21-24 (13-10) Málskjúttar: Kyndil: Laila Jespersen 6, Lotte Sørensen 5, Ann Mari Wang 3, Palma Petersen 3, Anja Johannesen 3(1), Erla Smith 1 StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 6(2), Alina Oluru 5, Ileana Manolescu 4, Anna Maria Bærentsen 4, Guðrun Ólavsdóttir 3, Marita Han- sen 1, Bjørg Mikkelsen 1 Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 4 Útvísingar: Kyndil 6, StÍF 6 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar & Kristian. Høvdu ein hampuligan lættan dyst, sum teir ikki gjørdu stór- vegis hóvasták burturúr. Støðan, danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Brøndby 15 11 - 3 - 1 40 8 32 36 2 AB 15 7 - 6 - 2 25 14 11 27 3 FCK 15 7 - 5 - 3 22 13 9 26 4 AaB 14 8 - 2 - 4 24 22 2 26 5 Esbjerg 14 8 - 1 - 5 22 21 1 25 6 FCM 15 5 - 7 - 3 18 13 5 22 7 OB 15 5 - 5 - 5 22 23 -1 20 8 Viborg 14 2 - 7 - 5 15 18 -3 13 9 Lyngby 15 2 - 7 - 6 16 25 -9 13 10 Vejle 11 3 - 4 - 4 19 35 -16 13 11 AGF 15 2 - 5 - 8 14 26 -12 11 12 Silkeborg 15 0 - 4 - 11 10 29 -19 4 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Johan Byrial Hansen (OB), Chrsitan Høgni Jacobsen (Esbjerg) Støðan, danska 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Køge 14 12 - 1 - 1 32 11 21 37 2 HFK Sønderj. 14 8 - 3 - 3 28 18 10 27 3 Frem 11 5 - 5 - 1 31 15 16 20 4 Farum 14 7 - 5 - 2 30 21 9 26 5 Herfølge 14 6 - 5 - 3 22 15 7 23 6 B 1913 14 8 - 2 - 4 26 21 5 26 7 AC Horsens 14 5 - 5 - 4 17 14 3 20 8 Randers F. 14 5 - 5 - 4 22 19 3 20 9 Brønshøj 14 5 - 3 - 6 24 27 -3 18 10 B 1909 14 4 - 3 - 7 24 34 -10 15 11 B93 14 3 - 3 - 8 20 31 -11 12 12 FC Aarhus 14 3 - 5 - 6 18 23 -5 14 13 Hvidovre 14 3 - 5 - 6 20 28 -8 14 14 Kolding IF 14 3 - 1 - 10 27 39 -12 10 15 Fredericia 14 2 - 4 - 8 18 22 -4 10 16 Skive 14 1 - 3 - 10 14 35 -21 6 Føroyskir leikarar: Óli Johannesen (Hvidovre), Øssur Hansen (B93), Atli Gregersen (Randers Freja) Støðan, hollendska toto-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Excelsoir + 12 9 - 1 - 2 23 9 14 28 2 Emmen 12 8 - 3 - 1 27 13 14 27 3 RBC Roo’daal 12 7 - 3 - 2 26 13 13 24 4 ADO Den Haag 12 7 - 3 - 2 20 10 10 24 5 FC Zwolle 12 7 - 3 - 2 21 15 6 24 6 BV Veendam 12 6 - 3 - 3 25 18 7 21 7 FC Volendam 12 6 - 2 - 4 27 18 9 20 8 Cambuur/L. 12 6 - 2 - 4 19 12 7 20 9 Dordrecht ‘90 12 4 - 3 - 5 20 20 0 15 10 Haarlem 12 4 - 3 - 5 16 18 -2 15 11 Storm/Telstar 12 4 - 2 - 6 18 16 2 14 12 Heracles A. 12 4 - 1 - 7 18 19 -1 13 13 VVV 12 4 - 0 - 8 22 26 -4 12 14 G.A. Eagles 12 2 - 5 - 5 22 26 -4 11 15 MVV 12 3 - 2 - 7 18 25 -7 11 16 Helmond Sp. 12 2 - 4 - 6 7 20 -13 10 17 Top/Oss 12 2 - 1 - 9 9 37 -28 7 18 Eindhoven 12 1 - 3 - 8 11 34 -23 6 Perioduvinnarnari eru merktir »+« Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Støðan, enska 3. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1Plymouth 17 11 - 4 - 2 27 11 16 37 2Rochdale 17 10 - 4 - 3 27 17 10 34 3Hull 16 9 - 6 - 1 31 14 17 33 4Luton 17 10 - 3 - 4 38 22 16 33 5Mansfield 17 9 - 4 - 4 29 21 8 31 6Scunthorpe 17 6 - 7 - 4 27 19 8 25 7Shrewsbury 16 7 - 4 - 5 25 22 3 25 8R&D 17 5 - 8 - 4 18 15 3 23 9Leyton O. 17 6 - 4 - 7 24 28 -4 22 10Cheltenham 16 5 - 6 - 5 24 25 -1 21 11York 17 6 - 3 - 8 23 29 -6 21 12Torquay 17 6 - 3 - 8 14 23 -9 21 13Darlington 16 5 - 5 - 6 21 19 2 20 14Southend 17 6 - 2 - 9 19 22 -3 20 15Kidderm. 17 5 - 5 - 7 12 17 -5 20 16Exeter 17 5 - 5 - 7 20 32 -12 20 17Lincoln C. 17 4 - 7 - 6 17 18 -1 19 18Oxford Utd. 17 4 - 7 - 6 17 18 -1 19 19Bristol R. 16 5 - 4 - 7 14 19 -5 19 20Swansea 17 4 - 5 - 8 22 29 -7 17 21Carlisle 17 3 - 7 - 7 15 22 -7 16 22Macclesfield 17 3 - 7 - 7 12 19 -7 16 23Halifax 17 3 - 7 - 7 11 23 -12 16 24Hartlepool 16 4 - 3 - 9 14 17 -3 15 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull City) Kyndil-StÍF 21-24 (13-10): Fyrsti sigurin til StÍF Um vikuskiftið tvey av aftaru liðunum í mans- hondbólti í Runavík. Tað eydnaðist Tjaldri at fáa fyrsta stig sítt í hesum kappingarárinum, tá teir spældu javnt, 24-24, ímóti KÍF. Kollfirðingar vunnu seinast ímóti Kyndli, men hesaferð kláraðu teir ikki at halda seg frammanfyri Tjaldur. Javnleikurin gjørdi tó, at KÍF fór fram um Kyndil, sum tapti fyri StÍF. Botndysturin endaði javnur 23 22 Nr. 214 - 6. november 2001 Eftir eina heldur laka byrjan, tykjast strandingar spakuliga at hava fingið ferð á undirhaldandi álopshondbóltin HONDBÓLTUR, MENN Jákup Mørk Strandingar hava ikki fingið bestu byrjanina upp á hondbóltskappingina í ár, har teir báðir fyrstu dystirnir góvu tap móti ávíkavist Neistanum og VÍF. Sum tað sær út, so eru júst hesi bæði liðini tey sterkastu í landinum, og leygardagin hevði StÍF so møguleikan at staðfesta sína støðu, sum triðbesta liðið í landinum. Hildu ein hálvleik Hetta kundi best gerast við einum sigri á Kyndli, sum avgjørt ikki hevur fortíð- arinnar styrki í løtuni, og sum har afturat er vikna, nú ein eym øksl forðar spæl- andi venjaranum í at gera nakað við spælið úti á vøllinum. Tað eydnaðist eisini StÍF at vinna ein hampuligan tryggan sigur, men tað hoyrir eisini við til søguna, at Kyndil alla tíðina strídd- ist væl fyri sínari søk, og at talan var um ein sera javnan dyst fyrstu 27 minuttirnar. Fram til tá var nevnliga millum lítil og eingin munur á liðunum. Við tveimum væl uppløgdum skjúttum í Niels Viggo Niclasen og Høgna Klein (tykist bara gerast betri, meira ábyrgd hann fær) hevði Kyndil neyðugu skotstyrkina til at halda seg inni í dystinum, men sálarliga mundi tað vera sera tungt, at gestirnir beint fyri hálvleik sluppu at skjóta trý mál á rað. Ferð á álopið Tá teir so eisini fingu lagt meira sjógv niður til Kyndil tíðliga í seinna hálvleiki, stóð dysturin satt at siga ongan tíð til at venda. Hó- ast teir grønu royndu at gera onkran vørrin, so høvdu strandingar alla tíð- ina tamarhald á, og spakuliga kundi so eisini hómast hin eyðkendi StÍF hondbólturin, har press- pælið í álopspartinum veru- liga tagaði mótstøðuverj- una sundur. Tað er eingin loyna, at seinnu árini hevur tað helst verið StÍF, sum hevur sýnt vakrasta álopshondbóltin, og megna teir aftur í ár at fáa veruliga gongd í hetta, so er einki at ivast í, at teir í øllum førum fara at órógva oddaliðini – og kanska meira enn tað. Mugu hugsa frameftir Hjá Kyndli er setningurin hinvegin at byggja upp, og hóast breiddin er dekan ov lítil, og royndirnar eru ov fáar, so skerst ikki burtur, at liðið longu nú hevur nakrar hornasteinar at byggja liðið á. Stóri spurningurin í hes- um er, hvussu leingi teir grønu kunnu halda upp á leikarar sum Janus Einar Sørensen og Høgna Klein. Fíggjarliga telist felagið ikki millum tey sterkastu, og tað má sigast at vera stórt spell, tá hugsað verður um fyrrverandi kyndils- menn, sum nú eru at síggja í øðrum feløgum. Beiski veruleikin er tó, at hondbólturin í dag eisini er vorðin ein spurningur um pengar, og bert tíðin kann vísa, um fyrrverandi risin – sum í dag er á knøunum – í framtíðini megnar at spæla við í hesum spæli. Dysturin í tølum Kyndil-StÍF 23-29 (11-14) Málskjúttar: Kyndil: Høgni Klein 7, Niels Viggo Niclasen 7, Ragnar Simonsen 3, Janus Einar Sørensen 3, Hanus Kúrberg 2, Gunnar Wardum 1 StÍF: Artur Johansen 7, Alexandur Johansen 4, Jón Rasmussen 4, Marius Joensen 4, Costin Dumitrescu 3(1), Sveinur Justinussen 3(2), André F. Danielsen 3 Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 5 Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 6 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. Sum so ikki tað stóra at finnast at, men ta einu ferðina kundi reyða kortið verið tikið fram. Kyndil-StÍF 23-29 (11-14): Strandingar seta ferð á Vinn eitt spæl Tað ber til at vinna eitt av teimum nýggju føroysku hondbóltsspølunum á heimasíðuni hjá Toda Jónsson. Fólk kunnu svara nøkrum spurningum, og svara tey rætt, eru tey við í lutakastinum um fimm spøl. Svarast skal áðrenn fríggjadagin, og síðani verður drigið lut, og vinnararnir fáa spælið handa av Toda sjálvum leygardagin. Todi Jónsson kemur til Føroya í sambandi við avdúkingina av nýggja spælinum, sum verður í SMS komandi leygardag. Saman við Toda koma eisini tveir liðfelagar úr FC Keypmannahavn. C M Y K 22