Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 6. november 2001 25 Síðsta kappingarár var hart stríð millum Drátt og Mjølnir um gullið, men tá liðini møttust aftur leygar- dagin sást, at bæði eru viknað munandi síðani í vár. Serliga Mjølnir er illa fyri FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Tað hevur ligið í kortunum alt árið, og leygardagin varð tað so víst einaferð afturat. Kvinnuliðið hjá Mjølni er ikki so sterkt, sum tað hevur verið. Felagið, sum níggju ferðir hevur verið føroyameistari hjá kvinnum, gjørdist akkurát ov stutt í fjør, og í ár verður tað heldur ikki til nakað gull. Og sum tað sær út í løtuni, er tað ivasamt, um tað yvirhøvur verður til nakað heiðursmerki. Nýggjar tíðir fyri kvinnu- flogbóltin í Klaksvík, og eisini nýggjar tíðir fyri hini liðini í deildini, sum fyrr ofta stúrdu fyri dystunum móti júst Mjølni. Mjølnir spældi leygar- dagin fyri triðju ferð í landskappingini, og fyri triðju ferð taptu tær. Drátt- ur, sum bleiv føroyameist- ari í fjør, men sum heldur ikki hevur víst sama støði í ár, vann 3-1, og tað var uppiborið. Ov einstáttað spæl Hetta var ein dystur millum tey bæði liðini, sum sein- asta kappingarár kappaðust heilt til tað síðsta, men bæði liðini eru nógv broytt síðani tá, og tað sást eisini aftur í dystinum leygar- dagin. Men kortini kunnu bæði liðini brúka dystin til nakað positivt. Dráttur vann, og tað er sjálvandi altíð hugaligt. Men eisini Mjølnir vísti framgongd í mun til hinar báðar dyst- irnar, og øll fýra settini vóru jøvn. Í fyrsta setti førdi Mjølnir enntá 20-16, men Dráttur vann settið 25- 20! Í triðja setti var støðan tann øvugta. Dráttur var frammanfyri 14-4, men Mjølnir kom afturíaftur. Tær gjørdust tó ov stuttar tá samanumkom, ikki minst tí tær í Drátti vóru meira avgjørdar í álopsspælinum. Hinvegin var spælið hjá Mjølni ofta ov einstáttað, og Dráttur hevði ofta lætt spæl við at verja fyri álopsroyndunum. Fjórða sett gekk javnt á allan vegin. Dráttur var eitt lítið sindur frammanfyri, men tær sluppu ongantíð frá Mjølnirkvinnunum. Mjølnir bjargaði eisini trimum matchbóltum, áðrenn Dráttur at enda vann 27-25 og sostatt tryggjaði sær sigurin. Fyri Mjølnir merkti ósigurin, at tær eftir tríggjar dystir enn einki stig hava fingið. Og tað er ikki langt frá, at tað er fyrstu ferð nakrantíð, at klaksvíks- kvinnurnar hava fingið eina so ringa byrjan uppá kapp- ingina. Sjálvt um Fleyr vann fyrsta sett og eisini var nær við at vinna tað næsta, var tað uppiborið, at Fram vann dystin 3-1. Men tað var mest takkað verið servunum hjá Rúna Weihe og Pascu Romica FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Higartil sær tað bara heilt gott út hjá Fram í meist- aradeildini hjá monnum. Tríggir dystir hava givið tríggjar sigrar og seks stig, og í løtuni eru vónirnar góðar um eina góða enda- støðu. Fram bleiv føroya- meistari í 1997, og sjálvt um tað enn er langt eftir á mál, eigur eingin at verða bilsin, um Fram stendur ovast á sigurspallinum, tá kappingin endar tann 9. mars næsta ár. Leygardagin vitjaði Fleyr í Eysturskúlanum og tapti 3-1. Dysturin var spenn- andi tvey tey fyrstu settini, men eftir tað var týðiligt at síggja, hvønn veg tað bar. Serliga í byrjanini av triðja setti gjørdi Fram bart og legði seg á odda heili 13-1, áðrenn Fleyr fekk fótað sær so nøkulunda. Teir fingu eisini minkað munin heilt nógv, men í síðsta enda var tað ov seint, og Fram vann hetta settið 25-20 og legði seg á odda 2-1 í settum. Í fjórða setti var Fram eisini klárt betri og vann 25-15. At byrja við sá tað annars út til, at hetta kundi gerast ein heilt spennandi dystur. Sum altíð, tá tey bæði havnarliðini møtast, stríð- ast leikararnir av øllum alvi, samstundis sum teir eru eitt sindur spentari enn til aðrar dystir. Fleyr mundi komið upp á 2-0 Fleyr legði betur fyri og vann fyrsta sett 25-21. Hetta var eitt javnt sett, og tað var tað næsta eisini. Fleyr var á odda 22-20, men Rúni Weihe, sum mundi vera besti leikari á vøllinum leygardagin, serv- aði settið heim fyri Fram, sum vann 25-22. Og tað vóru eisini Rúni og leikandi venjarin Pascu Romica, sum servaðu Fram uppá 13-1 í triðja setti. Teir í Fleyr vóru rættiliga ráðaleysir, tí teir fingu als ikki fatur á servunum hjá hesum báðum og kundu tí ikki sjálvir seta nakað veruligt álopsspæl í gongd. Men teir komu kortini við aftur í dystin, men tað kunnu teir í Fram eisini takka sær sjálvum fyri, tí tað var sum um teir dovnaðu eitt sindur av hesi stóru leiðsluni. Men tað gekk, og í fjórða og seinasta settinum høvdu teir allatíðina takið á dyst- inum og vunnu uppiborið. Fram kann uttan iva spæla betur enn teir gjørdu leygardagin, men í løtuni eru teir so besta boð uppá ein føroyameistara. Men teir vita sjálvit betur enn nakar annar, at tað er langt eftir á mál, og tað skulu ganga fleiri mánaðir afturat áðrenn nakað verður av- gjørt í meistaradeildini hjá monnum. Rúni Weihe held- ur, at Fram hevur góða breidd í hóp- inum, og at tað ger stóran mun. Um onkur ikki spælir so væl, ber til at skifta út við onkr- an, sum spælir betur, og hetta var ein avgerandi fyrimunur móti Fleyr leygardagin FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Ein av bestu leikarum hjá Fram leygardagin var Rúni Weihe, sum eisini má metast mill- um bestu leikarar í landinum í løtuni. Í vár varð hann kosin Ársins móttøkuleikari, ella verjuleikari, sum tað eisini eitur, og hann var ein av høvuðsstuðl- unum á landsliðnum, sum var á Oyggjaleik- unum í fjørsummar. Hann var sjálvandi væl nøgdur við at hava vunnið móti Fleyr - tvey týdningarmikil stig afturat umframt at tað var slagið um Havn- ina, sum varð vunnið. Men hann var eisini greiður yvir, at Fram kann gera tað enn betur, enn teir gjørdu leygar- dagin. - Til endans riggaði alt, sum tað skuldi, men byrjanin var alt ov sløv, og vit taptu eisini fyrsta sett, segði hann aftaná dystin. - Eisini í triðja setti føra vit 13-1, men lata teir alíkavæl koma inn aftur í dystin. Men tað hendir jú ofta, tá man kemur so langt framum, at man so fer at taka sær eitt sindur av løttum, segði Rúni. - Kanska vóru vit eisini eitt sindur ov spentir at byrja við. Vit eru ofta eitt sindur spentari til dystirnar móti Fleyr enn til aðrar dystir, og tað sóu vit eisini í dag. Breiddin er góð Rúni Weihe helt annars, at ein grund til sigurin leygardagin var, at Fram hevur eina góða breidd í hópinum. - Tá tað ikki gongst so væl hjá onkrum, hava vit fólk á beink- inum, sum kann koma inn, og tað ger mun. Kanska er breiddin hjá okkum eitt sindur størri enn hjá Fleyr, og tað hjálpti okkum væl í dag. Tað eru enn nógvir dystir eftir, men Rúni Weihe dylur ikki fyri, at málið hjá Fram í ár er at enda sum føroyameist- ari. Teir hava longu vunnið móti bæði SÍ og Fleyr, sum mugu metast sum harðastu kapping- arneytarnir, og tí sær tað ikki so býtt út hjá Fram, sum eisini hevur fult stigatal. Men Rúni sigur, at hetta ikki merkir so nógv. - Vit hava vunnið móti SÍ og Fleyr, men vit eru ongan veg komnir enn. Kanska tapa vit móti teimum næstu ferð, og so er tað aftur javnt millum okk- um. Og enn eru vit bara í fyrru helvt. Tað verður ikki fyrr enn aftaná nýggjár, at tað veruliga fer at telja, sigur Rúni Weihe. Áðrenn kappingin byrjaði, ætlaði hann sær av landinum, men hesar ætlanirnar eru fyribils útsettar í eitt ár, og hann fer at spæla við Fram alt hetta kappingarárið. Og tað eiga teir í Fram at vera fegnir um. Fram hevur breiddina Dráttur-Mjølnir 3-1 (25-20, 21-25, 25-19, 27-25) Mjølnir hevur mist sína megi Fram-Fleyr 3-1 (21-25, 25-22, 25-20, 25-15) Fram strýkur avstað Fram hevði alla tíðina takið í dystinum ímóti Fleyr leygardagin, og teir vunnu eisini 3-1. Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 214 - 6. november 2001 17 ára gamli Eli Christiansen tók øll á bóli, tá hann vann føroyameistaraskapin í triathlon TRIATHLON Tíðindaskriv Sunnudagin 4/11 skipaði Føroya Triathlon Felag fyri FM í triathlon. Sjálv FM kappingin var í fjórðings triathlon, sum er 1500 metra svimjing, 40 km súkkling og so 10 km renning. Men fyri at økja um áhugan fyri hesi ítrótt millum fólk, so bjóðaði FTF (Føroya Triathlon Felag) eisini til kappingar í 1/8, sum er 750 metra svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning, og 1/12 triathlon, ið er 300 metra svimjing, 15 km súkkling og 3,8 km renning. Í kuldanum sunnudagin møttu 13 íðkarar til kapp- ingarnar. Meðan teir kapp- aðust, bjóðaði TSF saman við Coca Cola áskoðar- unum sodavatn og kaffi. Fitt av fólki var og hugdi at, tí hesaferð vóru íðkararnir aldursbýttir soleiðis, at børn, abbabørn, konur og foreldur vóru komin at stuðla. Óvæntaður vinnari Føroyameistari í triathlon 2001 gjørdist heilt óvæntað 17 ára gamli Eli Christ- iansen, sum vit best kenna frá súkkling, men sum eisini hevur eina fortíð sum svimjari í fremstu røð. Eitt bragd, sum fleiri hava roynt eftir, men sum hann náddi longu annað árið sum triathletur. Uttan iva verður Eli eitt gott boð sum triathletur næstu ferð slík kapping verður á Oyggjaleikum. Honum á baki kom gamli kongurin í føroyskum triathlon Gunnar Dahl Ol- sen, sum umframt at punktera, eisini misti tíð við fyrsta klæðnaskifti. - Eli fekk eitt lítið for- spring í svimjingini, men eg var vísur í, at eg fekk hann aftur í súkklingini, og tí gav eg mær góðar stundir til at lata meg í »vetraklæði«. Men eg hevði bert súkklað í 10 minuttir, so punkteraði eg. Hetta kostaði mær FM- heitið, tí eg misti umleið 3 minuttir upp á at skifta hjól. Men heiðurin skal ikki takast frá Eli, ið hevur ment seg rættiliga nógv seinastu tvey árini, segði Gunnar Dahl-Olsen eftir kapping- ina. Triði maður um mál- strikuna var veteranurin, 42 ára gamli oyggjaleikatriath- leturin Kári Simonsen, sum í dag fekk sína bestu tíð nakrantíð, og prógvaði, at venjing hjálpir, líkamikið aldurin. Ungir svimjarar royndu seg Á 1/8 teininum vóru tríggir ungir svimjarar, ið royndu seg fyri fyrstu ferð. Væl gekst, og allir komu á mál. Serliga Aksal Norðfoss vísti, at um hann vil, so hevur hann eina framtíð í triathlon tá hann gevst sum svimjari. Hinir báðir, Ari av Rana og Egil Gunnarson, kláraðu seg væl, samanborið við aðrar íðkarar onnur ár, men var tað serliga súkklingin, ið gav teimum trupullrikar. Stytsti teinur væl mannaður 1/12 teinurin var tann best mannaði bólkurin hendan kuldadagin í november. Har vóru gamlir triathlonkenn- ingar, ungir dreingir og íðkarar, ið vóru við bara fyri at gjøgnumføra teinin. Sverri Mohr Edvinson vann hendan teinin, hóast hann var seinastur upp úr svimjihylinum, og var tað serliga súkklingin ið hjálpti, men hann var eisini skjótastur á renniteininum. Nummar tvey var Evald Rasmussen, ið var fyrstur upp úr hylinum, og tað hóast hann svam 50 metrar ov nógv. Eina løtu lá hann fremstur á súkkluteininum, men bæði Jens Glerup, sum nú fjallasúkklar og rør kajak, og Sverri Mohr Edvinson, sum í ár er givin at súkkla, fóru framum. Hetta er fyrsta kappingin hjá Evald eftir at hann á súkklu stoytti saman við ein bil niðri á Man í summar. Nummar trý gjørdist Jens Glerup, sum hóast fyrstur út á renniteinin, varð yvirhálaður av Sverra og Evaldi. Nummar fýra gjørdist Dánjal Michaelsen, ið var við fyri fyrstu ferð. Tíðin hjá honum sigur so mikið, at av honum skulu vit vanta okkum okkurt, bæði tá talan er um súkkling og triathlon. Fimti maður var marathonrennarin Robert Wilhelmsen, ið ikki hevur vant súkkling í ár, tí øll tíðin er farin á kinverska garðinum og í Berlin. Feðgarnir Luis og Finnur Lútzen gjørdust ávíkavist nummar seks og sjey. Teir høvdu sett sær fyri at fullføra teinin, og tí mál- inum náddu teir. Feðgarnir vóru eisini yngsti og elsti íðkari í triathlon henda dagin, henda dagin tá triathlon var fyri »vík- ingar«. Luis er 11 ára gamal og Finnur er 50 ára gamal. Árið av Við hesari kapping var so fyrsta kappingarárið hjá FTF liðugt. Árini framm- anundan hevur Tórshavnar Súkklu Felag skipað fyri triathlonkappingunum, men til Oyggjaleikirnar var FTF stovnað fyri betur at røkja áhugamálini hjá triathletunum, og framyvir verður tað so hetta felag, ið skipar fyri triathlon kapp- ingum í Føroyum. Vinnarar og føroyameist- arar fingu heiðursmerkir og steyp, og var tað P/F Poul Hansen, ið heiðraði vinn- ararnar! FM í triathlon 1/4 triathlon 1. Eli Christiansen 2.24,14 2. Gunnar Dahl Olsen 2.25,15 3. Kári Simonsen 2.37,31 1/8 triathlon 4. Aksal Norðfoss 1.22,44 5. Ari av Rana 1.35,11 6. Egil Gunnarson 1.39,55 1/12 triathlon 7. Sverri Mohr Edvinson 0,52,33 8. Evald Rasmussen 0.53,44 9. Jens Glerup 0.54,03 10. Dánjal Michaelsen 1.01,37 11. Robert Wilhelmsen 1.02,30 12. Luis Lützen 1.39,25 13. Finnur Lützen 1.42,14 Eli gjørdi bart Blaðungi Eli Christiansen vann um vikuskiftið á Gunnari Dahl-Olsen, sum hevur vunnið nógvar triathlon kappingar gjøgnum árini Flestu luttakararnir vóru í 1/12 triathlon, har Sverri Mohr Edvinsson var nummar 1. Evald Rasmussen og Jens Glerup komu á mál í hølunum á honum C M Y K 24