Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 214 - 6. november 2001 (Diagram áðrenn 30. e6) Eyðun Nolsøe (2220) — Per D. Jørgensen (2280) 2. deild. 4. borð Fronsk byrjan 1.e4 e6 2.d4 d5 3.e5 c5 4.c3 Fb6 5.Rif3 Ric6 6.a3 c4 7.Be2 f6 8.0-0 fxe5 9.dxe5 Bc5 10.Ribd2 Fc7 11.b4 Be7 12.Re1 Rih6 13.Rif1 Rif7 14.Bf4 g5 15.Bg3 h5 16.h3 h4 (16...g4 17.hxg4 hxg4 18.Ri3h2) 17.Bh2 Bd7 (Svartur ætlar sær í longu borg) 18.Rie3 Fb6 (18...0-0-0? 19.Rixd5! exd5 20.e6) 19.a4 a5 20.b5 Ria7 21.Rid4 Rih6 22.Bh5+ (Eyðun hevur nú fyrimun og telvar hann rætt vinnur hann talvið) 22...Kd8 23.Bg4 Rc8 24.Rixe6+! Bxe6 25.Rixd5 Bxg4 (25...Bxd5 26.Fxd5+ Ke8 27.Bxc8 Rixc8 28.Rad1 og svartur er hjálparsleysur, hóast mann meir) 26.hxg4 Fe6 27.Rif4+! Fd7 28.Rie6+ Ke8 29.Rig7+ Kd8 DIAGRAM 30.e6! (vid avgerandi effekt) 30...Fd3 31.Re3 Fxd1+ 32.Rxd1+ Bd6 33.e7+ 1-0 Talvið hesa vikuna Talvútisetarnir í Keyp- mannahavn fingu eitt óvanliga gott úrslit sunnu- dagin, tá teir vunnu fyrsta dystin í 2. deild. Mótstøðu- liðið varð eitt av favoritt- liðunum úr Fredriksberg, sum blivu næstfremstir í fjør í somu deild. Hetta løgdu føroyingarnir lítið í og vunnu ein sannførandi 5_-2_ sigur. Tískil bleiv byrjanin hjá føroyska felagnum í næst- fremstu deildini í Danmark sera góð, og lovar úrslitið frá góðum í komandi lið- dystum. Sjey dystir skulu leikast, og longu nú kann nærum væntast, at útisetar okkara vera við í topp- stríðnum. Teir sum vunnu sunnudagin vórðu Heini Olsen, Flóvin Tór Næs, Eyðun Nolsøe, Bogi Ziska og Rógvi W. Rasmussen. Hlidar Hreinsson (íslend- ari) leikti javnt, meðan John Arni og Carl Eli N. Samuelsen taptu. Næsti dystur verður 18. november tá mótstøðuliðið verður Helsingør við eitt nú GM Suna Berg Hansen á lið- num. Helsingør og K41 eru á øðrum plássi við fimm stigum. Eingin ivi um at úrslitið hjá kollfirðinginum Hans Kristian Simonsen í HM fyri 18 ár og yngri í Spania var hansara gjøgnumbrot til føroysku talvelituna. Hans Kristian legði heldur var- liga út við hálvum stigi eftir fyrstu trý talvini, men síðani kom vend í, og lok- sins fekk hann ognað sær hálvtsætta stig av ellivu møguligum, tað vil siga 50% skoru. Miðalmótstøðan hjá Hans Kristiani - tá hugt verður eftir styrkistølunum — var 2234, og tískil er talan um eitt megnarúrslit. Hans Kristian, sum var styrkismettur sum nummar 79 av teimum 83 telvar- unum, fekk eitt deilt 38. pláss og helst eini 100 ratingstig heim við sær aftur. Helst hevur sigurin á Kasparov í simultantelv- ingini í Klaksvík eggjað Hans Kristiani at røkkað størri málum. Vert at nevna er, at fremsti danin í hesum aldursbólki, Christian K. Petersen fekk somuleiðis hálvtsætta stig. Vinnari bleiv russin GM Dmitri Iakovenko við níggju stig- um. Klaksvíkingurin Ólavur Simonsen hevði ikki eins gott úrslit sum Hans Krist- ian, tá hann í Íslandi royndi seg í sterkari kapping, nevnd Johan Thorir Jonsso Memorial. Ólavur var styrkismettur nummar 32 í røðini av 42 luttakarum, men endaði á einum 33. plássi við fýra stigum av tíggju møguligum. Ivan Sokolov og Peter Heine Nielsen vunnu við hálvum- áttanda stigi hvør, meðan Jan Timman og Hannes H. Stefansson blivu næstir í røðini. Ólavur er helst sjálvur ónøgdur við úrslit sítt, sum má lata eini fimtan rat- ingstig liggja eftir í Reykj- avík. Men har vóru glottar, glottar so almikir at sjálvt danski stórmeistarin Lars Schandorff hevði eitt talv hjá Ólavi í talvspaltuni hann skrivar í Berlingske Tidende. Av øllum talvum Lars kundi velja úr kappingini, valdi hann eitt framúrskarandi álopstalv hjá Ólavi í áttanda umfari, har Ólavur vann eftir at hava offrað heili tveir rókar. GM Lars Schandorff metur Ólavur sum »en frisk angrebsspiller«. Á odda í 2. deild Kollfirðingur fekk gjøgnumbrot Ikki óvæntað vann SÍ dystin móti Mjølni í Sørvági leygardagin, og tað merkir so, at SÍ framvegis er beint í hølunum á oddaliðnum Fram. Sørvingar vunnu 25-23, 25-19 og 25-15, og tað bendir á, at Mjølnir hevur verið væl við í byrjanini, men at SÍ so líðandi hevur yvirtikið meir og meir. Sigurin merkir, at SÍ hevur seks stig - tað sama sum Fram, men fyri ein dyst fleiri enn Fram. Mjølnir verður standandi á tveimum stigum fyri tríggjar dystir. Næsta vikuskifti spæla teir í Havn móti Fleyr. Tá hevur SÍ frí. -Emil TB vann sum væntað móti Fleyr, sum kort- ini stríddist fyri søk- ini og gav oddalið- num góða mótstøðu FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Tað bleiv til enn ein sigur til TB, hesaferð á heima- vølli móti Fleyr. Sostatt hevur TB enn fult stigatal og er á odda í deildini, og í løtuni er tað mestsum ógjørligt at síggja, hvør kann gera nakað við TB- kvinnurnar, sum ikki hava mist eitt einasta sett higartil í kappingini. Fleyr vann eitt sindur óvæntað móti Drátti síðsta vikuskifti, men TB var kortini stórfavorittur í høll- ini í Trongisvági sunnudag- in. Tær fingu ein lítlan hvøkk, tá Harriet Hammer meiddi sær tummilin undir upphitingini til dystin, men tann unga Ingun Midjord stóð seg sera væl í hennara stað á miðjuni. Hon varð skift inn nakrar ferðir móti Drátti, men hevur annars so at siga ongar royndir úr meistaradeildini. Fleyr vísti tenn TB vann dystin 3-0, men tað skal sigast, at Fleyr beit væl frá sær. Tær komu betur frá byrjanini og løgdu seg á odda 9-4. Tá tók TB time-out, og eftir tað fór at ganga betur hjá heimalið- num, sum vann fyrsta sett 25-18. Í øðrum setti var einki at tosa um. TB vann 25-9 og hevði sigurin í pottinum, so at siga. Tí var tað eitt sindur ó- væntað, at triðja sett bleiv rættiliga javnt, og at spenningurin helt sær eina góða løtu. Tað var javnt allan vegin upp til 18, áðrenn TB loksins slapp av- stað og vann 25-19. Samanumtikið ein vænt- aður sigur til TB, men tær í Fleyr kundu vera heilt væl nøgdar við fyrsta og triðja sett, sjálvt um tær taptu tey bæði. At tapa móti TB er í løtuni eingin skomm, tí tær eru klárt tað besta liðið í deildini. Fleyr fær eisini høvi til at reisa seg næsta vikuskifti, tá Mjølnir kem- ur til Havnar, har tær skulu royna at fáa síni fyrstu stig. Næsti dystur hjá TB er heima móti ÍF. SÍ-Mjølnir 3-0 (25-23, 25-19, 25-15) SÍ fylgir við TB-Fleyr 3-0 (25-18, 25-9, 25-19) TB heldur fram C M Y K 26 Nr. 214 - 6. november 2001 27 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 866, Sp/f Syðraberg, 210 Sandur. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Terji Tønnersson Dalsgaard, 210 Sandur. Innkomin sum stjóri: Hildigerð Djurhuus, 210 Sandur. Skráseting Føroya tann 2. november 2001 Kristin Balle _____________________ Vegna farloyvi er eitt avloysarastarv sum programmfólk á mentanardeildini í Sjónvarpi Føroya leyst at søkja. Starvið verður at setast skjótast til ber, og starvstíðin er fyri- bils fram til 1. august, 2002. Tú skalt arbeiða við undirhaldssendingum, herundir menna nýggj hugskot til undirhaldssendingar, serliga familju- undirhald og undirhald til ung. Tú skalt bæði kunna skapa hugskotini, innihaldið í sendingunum og leggja til rættis framleiðsluna av teimum. Viðkomandi útbúgving innan fjølmiðlar, list ella mentan. Royndir frá mentunar-, undirhalds og/ella fjølmiðlaarbeiði. Royndir við projektarbeiði. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, um tú hevur førleikan eisini at gera tíðindainnsløg av og á. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og Starvsmannafelagið. Starvið verður lønt í lønar-bólki 6. Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV verður at senda til Sjónvarp Føroya, postboks 21, 110 Tórshavn, Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sjónvarp Føroya, tel 340400, og spyrja eftir Ivan Niclasen, deildar- leiðara, ella Mikkjal Helmsdal, stjóra. Uppgávur: Útbúgvingarkrøv og royndir: Løn og setanartreytir: og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 23. november. Programmfólk til undirhaldssendingar Sjónvarp Føroya er sjálvstøðugur stovnur undir landinum, sum mótvegis borgar- unum hevur skyldu til at útvarpa sjónvarpssendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. SvF fíggjar sjálvt rakstur sín. Um helvtin av inn- tøkunum stava frá hyggjaragjaldi og hin helvtin frá handilsligum virksemi. Sjónvarp Føroya team85 Bilur við skaða til sølu Merki: Mitsubishi Galant 2.4 GLS GDI Árg.: 2001 KM.: 11.700 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Magni Petersen, sýnsmaður e-mail: mpe@trygging.fo Beinl. tlf. 345728 Fax nr. 345607 at hitta mánadag–hósdag millum kl. 0800–1000 og fríggjadag millum 0800–1600 GÓÐIR BRÚKTIR BILAR Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Micra 1,0 bláur, 3 hurðar, árg. 1999, 51.000 km. 75.000 Nissan Almera 2.0 Diesel GX gráur, 4 hurðar, árg. 1997, 151.000 km. 97.000 Nissan Primera 1,6 svartur, 4 hurðar, árg. 1995. 79.000 Nissan Primera 1,6 player reyður, 4 hurðar, árg. 1995, 99.000 km. 79.000 Nissan Primera 1,6 Aircon. grønur, 4 hurðar, árg. 1998, 65.000 km. 115.000 Nissan Primera 2,0 Diesel SLX gráur, 4 hurðar, árg. 1993, 170.000 km. 73.000 Nissan Almera 1.6 GX reyður, 4 hurðar, árg. 1998 119.700 Nissan Almera 1.6 GX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 87.000 km. 99.000 Peugeot 106 Diesel gráur, 3 hurðar, árg. 1999, 36.000 km. 105.000 Peugeot 106 Diesel bláur, 3 hurðar, árg. 1996, 79.000 km. 67.000 Peugeot 106 svartur, 3 hurðar, árg. 1997. 65.000 Peugeot 306 Diesel bláur, 5 hurðar, árg. 1997, 74.000 km. 110.000 Peugeot 306 1,9 Diesel stationcar grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 98.000 km. 112.000 Peugeot 306 Turbo Diesel reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 86.000 km. 125.000 Opel Astra 1,8 Club Wagon grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 104.000 km. 95.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon reyður, 5 hurðar, árg. 1999. 124.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon blaur, 5 hurðar, árg. 1998, 50.000 km. 119.000 Opel Astra 1,6 Club Wagon brúnur, 5 hurðar, árg. 1997, 40.000 km. 95.000 Opel Astra 1,7 Wagon blaur, 5 hurðar, árg. 1992. 57.000 Opel Astra 1,4 bláur, 3 hurðar, árg. 1997, 97.000 km. 78.000 Sky digital og Orbit Network. Kort og móttakari, alt fæst nú á einum stað. á tlf 421411 ella 215328 Fí ú Kortsáttmála beinleiðis við Sky Digital. Sjálvandi tann tryggasta loysnin. SERTILBOÐ 4.995,- prísur avmarkað 27