Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 107 - 9. juni 2009 Pensjónin á egnar hendur Kristian Blak á Hvonn Saman við Angeliku Nielsen, Bárði Reinert Poulsen og Jan Rúna Poulsen spælir Kristian Blak live-jazz á Hvonn í kvøld. Annað hvørt týskvøld er livandi jazztónleikur á Hvonn, har nógv fólk vanliga koma at lurta. Hesaferð er tað Kristian Blak, ið er oddamaður. Hann leikar sjálvur á klaver, Angelika Nielsen leikar á violin, Bárður Reinert Poulsen leikar á bass og Jan Rúni Poulsen leikar á trummur. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tónleikurin byrjar á leið klokkan 21. Norskur ráðharri í norðurlandamálum vitjar Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, fekk í gjár vitjan av norska samstarvsráðharranu m í norðurlandamálum, Heidi Grande Røys. Á fundi í dag umrøða ráðharrarnir samstarvið millum londini í norðurlendskum høpi. Millum annað umrøða ráðharr- arnir, hvussu norðurlond í felag kunnu taka við teimum stóru avbjóðingum, sum samtíðin setur okkum. Eisini fer Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, at greiða frá føroysku ætlanunum í norðurlendska samstarvinum, soleiðis at norðmenn kunnu taka undir við teimum. Heidi Grande Røys er, umframt samstarvsráðharri í norðurlanda- málum, eisini ráðharri í almennari fyrisiting og nýmenning. Hetta er fyrstu ferð, at norski samstarvsráðharrin er á vitjan í Føroyum. Pensiónir Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Onkur vildi sagt, at har reyk samhaldsfesti í føroyskari pensiónssøgu. Onnur svara so helst, at nýggjasta pen- sónsuppskotið er ein avleiðing av, at framtíðin verður á tremur av gomlum fólkum, og alt ov fáum løntakarum at forsyrgja teimum. Óansæð hvat, so eru eftir øllum at døma stórar broytingar á veg innan pensjónsøkið. Broytingar, sum gera upp við siðbundnu føroysku fólkapen- siónina, sum verandi ein rættur og ikki ein olmussa. Tí framyvir verður tað eitt lógarkrav, at allir løntakarar spara upp til sína egnu pensión. Men tey, sum ikki fáa gjørt spart upp sjálvi, fáa kortini eina almenna veiting at liva fyri. Tí, sambært nýggja uppskotinum, er týdningar- miklasta endamálið við eini pen- sjónsskipan at fyribyrgja fá- tækradømi millum pensjónistar. Politisk semja Tað var í gjár, at ein bólkur av embætisfólki undir Fíggjar- málaráðnum handaði Lands- stýrinum eitt uppskot um ”pensjónsnýskipan”, sum tað verður rópt. Uppskotið, sum er fyribils úrslitið av einum í minsta lagi 10 ára gomlum orðaskifti um pensjónir, má sigast at vera eitt kompromis millum ymsar politiskar áskoðanir. Sum skilst kunnu allir flokkar taka undir við uppskotinum, sum nú skal til almenna hoyring. Bæði í miðlunum, hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og í almenninginum sum heild. Arbeiðsbólkurin varð settur í juni 2006, og vóru tað tey bæði Ina Hammershaimb og Kári Petersen, sum løgdu uppskotið fyri pressuna í gjár. Fyribyrgja fátækt Arbeiðsbólkurin sigur, at enda- málið við nýskipanini er at gera eina fíggjarliga haldføra pensjónsskipan, sum tryggjar øllum eina rímiliga inntøku, tá tey gerast pensjonistar. Og sum tryggjar, at almennu myndugleikarnir kunnu veita borgarunum hóskandi vælferð- artænastur, eisini við einum stórum vøkstri í talinum av eldri fólki. Vit vera eldri og tyngri Fortreytin fyri uppskotinum eru tær framskrivingar í fólkatalinum, sum arbeiðs- bólkurin hevur valt sum útgangsstøði. Hesar fram- skrivingar vísa, at í dag skulu fýra løntakarar fyri at lyfta ein pensiónist, men við verandi gongd, skulu tveir løntakarar til at lyfta ein pensjónist. Snøgt sagt tí fólk liva longri, og burðartalið verður óbroytt. Í uppskotinum verður pen- sjónsaldurin hækkaður við einum ári hvørt tíggjunda ár. Sostatt verður pensiónsaldurin 71 ár í 2047. Í trimum súlum Í stuttum snýr uppskotið seg um at skipa pensjónirnar í trimum súlum. Hin fyrsta fevnir um fólka- pensjón, sum tryggjar eina minstu inntøku hjá øllum pensjónistum. Næsta súlan er lógarkravda uppsparingin upp á 15 prosent, sum allir løntakarar skulu rinda – bæði høgir og lágir. Í triðju súluni finna vit so fríu uppsparingina, sum øll eru vælkomin at gjalda inn til. Tað verða tryggingarfeløg- ini, sum frammanundan hava avtalur við partarnar á arbeiðs- marknaðinum, sum koma at umsita privatu uppsparingarnar í súlu 2 og 3. Men hvar er Samhaldsfastið (SAMEG) í øllum hesum? Øll fara framhaldandi at rinda inn í og fáa 2.500 krónur í útgjaldi úr Samhaldsfasta. Sostatt verður grunnurin ikki víðkaður eftir hesum uppskotinum. Sosialurin fer komandi tíðina at gera meira burtur úr nýggja uppskotinum um pensjónir. Uppskot: Framyvir verður tað eitt lógarkrav, at allir løntakarar skulu spara 15 prosent upp í eftir­ løn. Tey, sum ikki megna hetta, fáa kortini eina upphædd at liva fyri frá tí almenna »Eldrabyrðan« verður eftir øllum at døma alt tyngri at bera Modellmynd: Jens Kristian Vang