Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 107 - 9. juni 2009 Atlantic Petroleum boðar frá, at fyrsta stigið í endur fígg­ ingini av felagnum er fingin upp á pláss. Men hetta hendir bert eftir hørðum treytum frá bankunum, sum krevja at góðkenna nýggjar íløgur og fáa vald á nevndini ENDURFÍGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Atlantið Petroleum boðar frá, at afturrindanin av ver­ andi lánum er skotin út frá 31. juli 2009m og 31. desember 2009 til 31. desember 2010 ella fyrr. Tað veldst um fullføranina av einari ætlaðari øking í partabrævapeninginum, ella tryggjanini av einum høv uðslángevara. Sum partur av treytunum fyri framleingjan av lánun­ um, hava Føroya Banki og Eik Banki fingið 3. rað­ festing í partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum, UK limited. Haraftrat tryggja lánsgev­ ararnir sær, at teir kunnu krevja lánini útgoldin, um Atlantic Petroleum eitt nú ger íløgur uttan framman undan at hava tryggjað sær undirtøku fyri hesum hjá lánsgevarunum. Ella um endurfíggingin av felagnum ikki hevur givið ítøkiligt úrslit innan 6 til 9 mánaðir, og um felagið ikki innan tá hevur valt tríggjar nýggjar nevndarlimir, útpeikaðir av lánsgevarunum, harav tann eini skal verða formaður. Lánsgevararnir hava heitt á Sp/f 14 og Mortan Jo ­ hannesen um at atkvøða fyri hesum, og tað heva bæði játtað. Í sambandi við leingjan­ ina av verandi lánum, ætlar felagið at kalla inn til eyka aðalfund, sum skal haldast innan 1. juli 2009, har skotið verður upp at velja tríggjar nýggjar nevndar­ limir fyri Kjartan Hoydal, Óli Hammer og Petur Even Djurhuus. Kjartan Hoydal hevur í dag sagt seg frá sum for­ mann í nevndini og sum nevndarlim, og Poul Mohr verður virkandi formaður fram til eyka aðalfundin. Broytingin í nevndini skal speglað nýggja tíðar­ skeiðið hjá felagnum, sum byrjaði í september 2008, tá felagið gjørdist eitt olju­ framleiðandi felag. Nýggja nevndin skal stuðla undir verandi førleika hjá Atlantic Petroleum og til føra nevndini altjóða royndir. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur: Leingjanin av verandi lán um boðar frá góðum hjá Atlantic Petroleum og parta brævaeigarunum, og gevur okkum tryggleika, meðan vit endaliga avgreiða endurfíggingina av felag­ num við ætlaðum øktum partapeningi og nýggjum lánum. Hetta gevur eisini grundarlag fyri víðkan av verandi kanningar­ og menn ingaraktivitetum, sum fer at føra til framleiðslu av olju og gassi. Ráðharrar vitjaðu Løgmann Løgmaður hevði í morgun vitjan av norska ráðharranum í norðu rlanda­ málum, Heidi Grande Røys, og norska sendiharranum í Keypmannahavn, Kristin Bølgen Bronebakk. Norski ráðharrin og løgmaður skiftu millum annað orð um samstarvið í Norðurlandaráðnum. Løgmaður vísti á ynski Føroya um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Løgmaður gjørdi vart við, at Føroyar eiga at luttaka í norðurlendska samstarvinum á jøvnum føti við hini londini, tí Norðurlond fevna um átta lond og ikki fimm lond og trý sjálvstýrandi øki. Løgmaður og norski ráðharrin umrøddu eisini avbjóðingar og møguleikar hjá Føroyum og Noregi í mun til alheims fíggjarstøðuna, umframt spurningin um ES og EFTA. Bankar hørð krøv til AP Hóast tað at síggja til kann tykjast, sum bankarnir hava sett okkum harðar treytir, so er hetta púra vanligt í slíkum førum, og treytirnar høvdu uttan iva verið harðari, var talan um útlendskar lánsveitarar, sigur Wilhelm Petersen stjóri ENDURFÍGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eg havi als einki fyrivarni við teimum treytum, sum bankarnir hava sett til felagið. Talan er um púra vanligar treytir, og tá støðan er so sum hon er, er einki undarligt í, at bankarnir vilja vita, hvat felagið ger. Tað sigur Wilhelm Peter­ sen, stjóri í Atlantic Petroleum. Hann vísir hinvegin á, at felagið nú fær frið og um støður at finna eina lang freistaða loysn á fígg­ ingini, og at teir nú hava fram til 31. desember 2010 at loysa endurfíggingina. Hann heldur eisini, at tað er nógv sum talar til fyri­ munar fyri Atlantic Petrole­ um. Vit hava framleitt á einum øki síðani í september 2008, og fara fyrsta dagin undir framleiðslu á næsta økinum. Tað er alt avgerandi fyri møguleikarnar at endur­ fíggja felagið. Hartil kemur, at vánirnar á fíggjar markn­ aðinum í dag eru munandi frægari enn tær vóru eitt nú seinnu hálvu av 2008, so alt í alt sær tað als ikki so galið út hjá felagnum, sigur Wilhelm Petersen. Hann sigur, at tað er primert á altjóða fíggjar­ marknaðinum, at felagið leitar eftir langfreistaðari loysn, og hann kennir seg sannførdan um, at málið verður loyst innan fyri verandi tíðarkarm. Púra van ligar treytir Ongar við­ merkingar Sosialurin var eisini í samband við Poul Mohr, virkandi nevndarf or­ mann, men han er stadd­ ur uppi í Íslandi og hevði als onga viðmerking til málið sum er. Heldur ikki Suni Schwartz Jacobsen hevði nakra viðmerking til málið í løtuni. – Eg havi ikki sæð tíðindaskrivið, og sjálvt um eg veit, hvørjar treytir vit hava sett, so fái eg ikki rættiliga fyrihildið meg til skrivið, fyrr enn eg havi sæð tað, sigur Suni Schwartz Jacobsen. (leo)