Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 107 - 9. juni 2009 Í gjár varð ein 51 ára gamal maður dømdur linas­ tu revsing fyri at hava sligið ein 85 ára gamlan mann. Sam bært vitni varð sleggja uppi í máli­ num, men henda varð als ikki tikin við í dóm in RættaRmál Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 16. mai 2007. Ein 49 ára gam al maður arbeiðir í fjósi num. Hann røktar seyð in. Í túninum gongur ein 83 ára gamal maður og mel ur. Hann er undir ill­ gruna fyri at hava gjørt seg inn á døturnar hjá 49 ára gamla manninum. Long tíð er gingin, síðan tað er kom ið fram, at 83 ára gamli maður in hevur gjørt seg inn á døtrarnar, og nú flýtur bikar ið hjá yngra manninum yvir. Hetta er um kvøld ið, yng ri maður in he v ur drukkið eitt sind ur og er illur, sam stund is sum hann kenn ir eitt stórt máttl oysi, tí rættar ­ skip an in ar beið ir so seint við hin­ um málinum. Tað er ov m i k i ð f y r i yngra mannin, sum fer inn til tann eldra og slær hann við flatari hond undir vang an. Tað næsta yngri mað ur­ in veit, situr hann heima hjá sær sjálv um saman við trim um politistum. Eldri maðurin verð ur inn lagd ur av til burð i num, og fær skað ar á vinstra vanga. Gongdin í rættinum 8. juni 2009. Báðir menn i n ir hitt ast í rætti­ num. Eldri mað ur in hev­ ur fyrr ver ið fast ur gest ur í húsun um hjá yngra manni num, men síð an 16. mai 2007 hava teir ikki tosað sam an. Y n g r i maður in, sum er ákærd ur, er fyrst ur í heita stól in. H a n n greiðir f r á hend ing­ ini, sum hon er s k r i v a ð o m a n f y r i . Hann legg ur stór an dent á, at tað var bikar ið, ið fleyt yvir, tí at onki hen di í hin um máli num. Hann greið­ ir frá, at hann føldi seg sera pro vo k er aðan av, at eld ri maðurin bleiv við at ganga í túni num, hóast yngri maður in hevði bann­ að honum hetta. Um framt at eldri maðurin hevði hótt døtrar n ar við, at hann skuldi gera enda á mamm­ uni hjá teim um. Løtu seinni kemur eldri mað urin í rættin. Hann er ill gongdur og sær út at vera rætti liga illa fyri. Hann minnist ikki so nógv, men greiðir frá, at hann lá og svav, tá yngri maður in breyt inn í húsini og gjør di seg inn á hann. Hann minnist ikki reiði­ liga, um hann er slig in eina ella fleiri ferðir, og um tað var við knýttum neva ella flatari hond. Hann sigur seg heldur ikki vita, hví yngri maðurin sló hann. Men hann veit, at hini siga, at hann hevur gjørt seg inn á døtur nar, men tað hevur hann ikki, sam bært honum sjálum. Sambært báðum monnu­ n um valdaði frið ur, meðan hend ing in fór fram. Sleggjan bleiv burtur Eitt triðja vitni var í rætti­ num. Hetta vitnið greiddi frá, at viðkomandi hevði hoyrt hendingina. Vitnið greið ir frá, at tað var larmur í heilar fimm minuttir. Løtu sein­ ni kom yngri maðurin út úr húsinum við eini slegg ju. Hesa nevndu hvør ki yngri ella eldri maðurin. Vitnið greiðir frá, at onki prát var í túninum, og at nøk ur í grannalagnum fóru eldra manninum til hjálpar. S a m b æ r t heilsuverkinum var maðurin sligin við sleggju í andlitið, men hann hevði ikki fingið varandi mein av nøkrum slag. Tá dómurin varð sagdur, varð sleggjan ikki nevnd við einum orðið. Sleppur undan fongsli Tann nú 51 ára gamal mað ur in fekk eina revsing í Før oya rætti, sum ber í sær, at hann skal gjalda r æ t t a r k o s t n a ð i n , samstundis sum hann ikki skal bróta lógina næsta árið. Maðurin tók við dóminum. Vanliga verða 30 dagar í fongs li givnir fyri tílíka gerð, men vegna um støð­ ur nar í málinum varð dómurin gjørdur so linur, sum hann kann vera. Nýggj veðurlagsheimasíða frá landsstýrinum Sum liður í fyrireikingunum til ST­veðurlagsráðstevnuna í desember, hava Innlendismálaráðið, Løgmansskrivstovan og Uttanríkisráðið gjørt eina nýggja heimasíðu við heitinum, www.vedurlag.fo. Landsstýrið arbeiðir miðvíst fyri, at Føroyar gerast partur av nýggju altjóða veðurlagsavtaluni, sum væntandi verður úrslitið av ST­veðurlagssráðstevnuni, COP15, sum verður 7. til 18. desember í Keypmannahavn. Á heimasíðuni vedurlag.fo verður kunnað um tilgongdina á veðurlagsøkinum, bæði í Føroyum og í ST høpi. Harafturat geva politikarar, serfrøðingar, vinnulívsfólk og onnur sítt boð uppá, hví og hvussu Føroyar skulu binda seg til nýggju altjóða veðurlagsavtaluna. Bogi ikki Jógvan Í blaðnum í gjár komu vit av óvart – og í tanka­ loysi – at skriva, at Jógvan Arge og Jan Chris tian sen sum ávikavist 1. og 2. vara­ borgar stjóri vóru farnir til Ís lands sum partur av for mans skapinum í Tórs havn ar býráð saman við Heð ini Mortensen. Hevði tað verið undir undan far nu býráðssamgongu, hevði hetta eisini verið rætt, men sum øllum kunn ugt er tað nú Bogi Andreasen, sum er vara­ borgar stjóri, meðan Sjúrður Olsen er 2. varaborgarstjóri. Jógvan Arge og Jan Christiansen eru tískil farnir til Ís lands á fund í Grunninum Tórshavn­ Reykjavík­Nuuk sum politisk umboð fyri ávikavist samgonguna og and støðu na í Tórshavnar býráð. Vit biða Boga og Sjúrð um at halda okkum hetta mistakið tilgóða. (leo) Hevndi illgerðir móti døtrum