týsdagur 9. juni 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 107 - 9. juni 2009
Fyri 17 árum síðani,
tá Føroyar var um at
fara av knóranum,
leikaði eisini á hjá
heilsøluni P/F Poul
Michelsen. Valið
stóð millum at
byrja at siga fólki
upp, og so kanska
enda við at standa
við ongum, ella
at geva teimum
20 fólkunum eitt
heilt serligt tilboð.
Eitt tilboð, har 10
prosent av lønini fór
í eitt slag av spari
grunni. Tiltakið
eydnaðist, og í dag
arbeiða nærum 70
fólk í fyritøkuni,
sum er væl fyri at
taka ímóti núver
andi kreppuni
sparingar
Orð & Myndir: Leif Láadal
Vit eru í 1992. Árið er ikki
hálvrunnið, og bankarnir
síggja á skræðuni út til at
hava tað gott. Men tað er
nógv sum bendir á, at ikki
alt ruggar rætt í sam fe lag
num. Tær fyrstu fyritøkurnar
hava snara lyklinum, eisini
fyritøkur, sum sóu út til at
vera væl fyri.
Á skrivstovu síni við
Hoy víksvegin situr stjórin
Poul Michelsen og fyri reik
ar
ein
týdningarmiklan
starvsfólkafund – ja, í veru
leikanum tann týdningar
miklasta fundin, sum hann
higartil í sínum lívi skal
halda. Tað snýr seg nevni
liga um at halda lív í lívs
ætlan síni. Tað snýr seg um
at bjarga heilsøluni P/F
Poul Michelsen (PM).
Arbeiða seg úr
kreppuni
Sólin skínur hendan hósdag
fyrst í juni. Vit skriva nú
2009, og tað eru eftirhondini
17 ár síðani, at Poul Michel
sen helt omanfyri nevnda
fund. Men tað er kortini
okk urt, sum er eins. Sam
felagshjólini eru aftur farin
at mala seinni. Tað, sum
byrj aði sum ein fíggj ar
kreppa í USA fyri hálvum
øðrum ári síðani, hevur nú
breitt seg, og er í dag nærum
at meta sum ein altjóða
búskaparkreppa.
Fyri tveimum mánaðum
síðani var aftur týdningar
mikil starvsfólkafundur hjá
PM við Hoyvíksvegin. Men
sjálvt um evnið var tað
sama – “hvussu takkla vit
kreppuna” – so var upp
skotið frá leiðsluni ikki tað
sama sum í 1992. Hesaferð
skal eingin niður í løn.
Felagið er nú somikið væl
fyri fíggjarliga, at tað ber til
at arbeiða við øðrum enn
sparingum, tá táttast skal í.
– Ja, tú kann siga, at vit
hesaferð vilja arbeiða okk
um burturúr støðuni, heldur
enn at spara okkum burturúr
henni, sigur Poul Michelsen,
sum í dag er forstjóri í
fyritøku síni. Afturat sær
hevur hann stjóran Gunnar
Mohr, umframt eini 65
starvsfólk.
Bjargingarætlan
Øll starvsfólkini møta til
fundin í 1992. Teimum
dáma væl at arbeiða hjá
PM, og tað er ein sera torfør
uppgáva at skula út á
arbeiðsmarknaðin at leita
sær eftir einum nýggjum
starvi, tí arbeiðsloysið er
eksploderað
í
Føroyum
hetta árið.
– Tá vit hoyrdu um upp
skotið hjá Poul, var bara
ein, sum segði frá, at hann
ikki tímdi at fara niður í
løn, fortelur Petur Herman
sen.
Petur er tað av starvs
fólkunum, sum hevur verið
longst hjá PM. Hann byrjaði
Gunnar Mohr (v.m), núverandi stjóri, byrjaði at feia á goymsluni hjá PM fyri
júst 30 árum síðani. Petur Hermansen (m.f.) hevur arbeitt hjá PM í 34 ár.
Poul stovnaði virki sítt í 1974
Fylgt verður væl við. Her fegnast teir um eina nýggja deild á goymsluni við góðum
kryddi
Lønarniður
skurður bjargaði
P/F Poul Michelsen
Ferðafólk rýma frá SAS
Kreppan hjá skandinaviska flogfelagnum SAS vil ongan
enda taka. Felagið hevur nú kunngjørt, at tað flutti meiri enn
400.000 færri ferðafólk í síðsta mánað enn í mai í fjør. Tað
er ein afturgongd upp á heili 18,6 prosent. Mats Jansson,
aðalstjóri, sigur, altjóða fíggjarkreppan og hørð kapping frá
lágprísfeløgunum hava noytt SAS at lækka ferðaseðlaprísin,
og hann ásannar, at útlitini fyri teir næstu mánaðirnar eru
ikki tey bestu. Leiðslan í SAS hevur sett fleiri sparitiltøk í
verk tað seinasta árið, og aðalstjórin útilokar ikki, at tað
kann gerast neyðugt við fleiri tiltøkum.
Gjørt avtalu við Gazprom
Aðalstjórarnir í russiska Gazprom og norska Statoil Hydro,
Aleksej Miller og Helge Lund, hava skrivað undir eina avtalu,
har feløgini siga seg vera til reiðar at samstarva í teimum
norðaru økjunum hjá báðum londunum. Sambært avtaluni kann
samstarvið umfata bæði leiting eftir olju og gassi, framleiðslu og
flutning. Teir báðir aðalstjórarnir siga í einum tíðindaskrivi, at tá
havt verður í huga, hvussu nógv olja og gass eftir øllum at døma
er í tí arktiska økinum, gevur avtalan um samstarv báðum
feløgunum sera stórar møguleikar. Nýggja avtalan avloysir eina
avtalu, sum Gazprom og StatoilHydro hava havt síðani 2005.