Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 107 - 9. juni 2009 í 1975, eitt gott ár eftir at fyritøkan varð stovnað. Uppskotið hjá Poul Mich­ elsen var, at øll starvsfólk, sum fingu meira enn minstu løn – og tað vóru fyri so vítt øll tey vanligu starvsfólkini – skuldu av við 10 prosent av løn síni, sum so varð sett inn á eina serliga konto í bankanum. Lærlingar sluppu undan. Hendan pening, skuldi fyri­ tøkan so hava møguleika at sleppa framat, um tað gjørd ist neyðugt. – Men tað bleiv ikki neyðugt. Vit kláraðu brotini, og hálvt annað ár seinni, hevði eg tað deiligu upp­ gávu at útbetala starvs fólk­ unum alt tað, sum vit høvdu lænt frá teimum, fortelur Poul Michelsen. – Øll vit, sum góðtóku ætlanina, fingu eina gularót at arbeiða framímóti, tí vit fingu at vita, at um tað gekk gott, so fóru vit at fáa allar pengarnar aftur, so tað var bara at pressa á, fortelur Petur Hermansen. Vit leypa á Fundurin fyri tveimum mánaðum síðani, var hildin í snotiligu kantinuni í bygn­ inginum hjá P/F Poul Michelsen, og sjálvt um kantinan er lutfalsliga stór, so var tað ikki meira enn at øll starvsfólkini fingu sett seg í senn. Tí fyritøkan kom styrkt burturúr kreppuni fyrst í 90­árunum, og er síð ani tá nærum fýrafaldað í tali av starvsfólki, og tá tað snýr seg um lagur fer­ metrar, umsetning og ann­ að, er talan um enn størri vøkstur. Poul Michelsen er og hevur altíð verið ítróttar­ mað ur um ein háls. Starvs­ fólkið hevur altíð spælt fótbólt saman, og hevur val ið staðið millum tvær eins umsóknir um starv í fyritøkuni, har onnur var frá einum ítróttarfólki, er tað meira enn einaferð komið fyri, at ítróttarfólkið er tikið framum. Millum starvsfólkini í kantinuni hendan dagin, sita tí eisini nógv ítróttarfólk – bæði aktiv frítíðar ítróttarfólk, men eisini tað, sum vit kanska kunnu rópa fyrrverandi og núverandi elitu ítróttarfólk. Tá Poul borðreiðir við 2009 ætlan síni, er tað tí ein ætlan, sum passar sum fótur í renni­ skógv hjá teimum flestu. – Vit leypa á marknaðin, og arbeiða uppaftur harðari fyri at selja okkara vørur, sigur hann hart og týðiligt, og løtan minnir eitt sindur um tað, sum ein venjari sig­ ur við spælarar sínar, áðrenn ein týdningarmiklan dyst. Eingin uppsøgn. Engin lønarniðurskurður. Eingin mótmælir. Kendi tað á sær Tá Poul Michelsen var borg arstjóri í Havn í 80­ár unum, vóru góðar tíðir. Men í 1988­89 komu einstøk grá skýggj á himmalin. – Tað vóru í fyrstani smá tekin um at tað gekk tann skeiva vegin, og við tí politikki, sum tað almenna førdi, var bara ein spurn­ ing ur um tíð, áðrenn tað skrædnaði, fortelur Poul Michelsen. Landskassaveðhald í alt ov stóran mun, umframt ein fiskivinnupolitikk, sum ikki sá út til at rigga í niður­ gongstíðum, vóru bara tveir lutir, ið gjørdu, at Poul Miche lsen var meira enn vanliga á varðhaldi. – Eg minnist at eg segði við seljararnar, at nú var slutt við at geva kreditt til nýggjar kundar. Frá nú av, kravdu vit bankatrygd, tá kundarnir keyptu vørur frá heilsøluni, fortelur Poul Michelsen. Bankatrygdin skuldi vísa seg at koma sera væl við, tá alt rapaði í 92. Saman við lønarniðurskurðinum hjá starvsfólkunum, og so eini stórari útbyggingarætlan við Hoyvíksvegin, sum varð í gongd í teimum ringu tíðunum, kom felagið styrkt gjøgnum kreppuna. – Útbyggingarnar fingu vit fyri kanska hálvan prís, í mun til, um bygt hevði verið í teimum villu 80­ár unum, greiðir Poul Michelsen frá. 5000 fermetrar Fyritøkan P/F Poul Michel­ sen, sum byrjaði í kjall ar­ anum hjá Poul í 1974, og seinni sama ár fekk sær frystipláss úti á “Fiska­ centralinum”, heldur í dag til á meira enn 5000 fer­ metrum við Hoyvíksvegin í Havn. Meiri enn 40 túrar við stórum køli­ og vøru­ vognum kring landið verður tað til um vikuna, og uttan fyri landoddarnar er eisini lív í. – Vit eiga eisini meirilut­ an í einari “non food” fyri­ tøku í Danmark, og tey 18 starvsfólkini har hava nógv at gera, fortelur Poul Michel sen, sum kann fegn­ ast um, at fyritøkan í Dan­ mark hevur fingið sáttmálar við fleiri av teimum stóru handilsketunum. Tað, sum hann tó fegnast mest um í hesum døgum, nú samfelagsbroytingar hend a dag um dag, er at fyri tøka hansara lærdi av kreppuni í 90­árunum, kom styrkt úr henni, og tí er væl fyri at taka ímóti verri tíð­ um. P/F Poul Michelsen hevur sína søgu aftur til 1974. Poul Michelsen byrjar sítt virksemi í kjallaranum heima í Gundadali. Tey fyrstu árini virkaði fyritøkan sum firma, men í 1977 varð hon umskipað til partafelag. Í 1979 bygdi felagið við Hoyvíksvegin. Byrjað varð sum serheilsøla innan sølu av køli- og frystivøru, men í dag er úrvalið nakað væl størri, og tænasturnar fleiri. Umframt køli- og frystivøru, selur PM eisini frukt og grønmeti, catering, provianteringar og bakaravøru og bjóðar seg fram sum heildarveitara innan matvøruhandil og mattænastur. PM er eisini umboð fyri m.a. Faxe leskidrikkir, Merrild kaffi og Credin bakaravørur. Hjá PM starvast yviur 60 fólk í Føroyum, umframt at fyritøkan eigur meirilutan í einari ”non food” fyritøku í Danmark, har 18 fólk starvast. FAKTA Tá kundar koma á lagrið eftir vøru, er eisini tíð til at skemtast eina løtu. Her er tað Mouldi Manai frá Rio Bravo og La Terrasse, sum er eftir vøru »Hesaferð arbeiða vit okkum burtur úr kreppuni, heldur enn at spara okkum burtur úr henni« Poul Michelsen, forstjóri hjá PM Volvo fær lán ES­nevndin góðkendi um vikuskiftið, at svenski staturin kann geva Volvo Personbiler veðhald fyri lánum upp til 3,7 milliardir krónur, sum fyritøkan ætlar at brúka til at menna umhvørvisvinarligar bilar. ES­kommiserurin Neelie Kroes sigur, at eftir góð­ kenningini kann Volvo í fyrsta umkfari taka hálva aðru milliard krónur í láni frá evropeiska íløgu­ bankanum EIB, sum hevur játtað fyritøkuni lánið. Sambært Neelie Kroes ætlar Volvo Personbilar at menna motorar og bilar, sum skulu brúka minni brennievni enn teir verandi motorarnir og bilarnir. Far Samson ársins skip Tíðarritið Offshore Support Journal hevur valt norska frálandaskipið "Far Samson" hjá reiðarínum Farstad Shipping sum ársins skip. "Far Samson", sum varð latið eigarunum í mars, hevur nýliga sett heimsmet í trekki við 423 tonsum. Skipið er sera væl útgjørt og kann millum annað grava rennur í havbotnin á 500 favna dýpi at leggja rørleiðingar og kaðalar í. Harafturat kann tað leggja útgerð á sera djúpum vatni og gera aðrar uppgávur á botni sjálvt á stórum dýpi. "Far Samson", sum er 121,5 metrar langt og gongur 19 míl, er bygt til at arbeiða í ísi.