Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 107 - 9. juni 2009 Þorsteinn gevst sum blaðstjóri Þorsteinn Pálsson hevur eftir egnum ynski gjørt av at leggja frá sær sum blaðstjóri á Fréttablaðnum, og fer hann úr starvinum nú fríggjadagin. Tað merkir tó ikki, at hann sleppir blaðnum, tí avtalað er, at hann skal fram­ haldandi lata blaðnum greinir um samfelagsviðurskifti. Leiðslan á Frétta­ blaðnum hevur gjørt av at seta Jón Kaldal sum blaðstjóra og Steinunn Stefánsdóttir sum varablaðstjóra. Þorsteinn Pálsson sigur, at hann er sera fegin um tíðina, hann hevur verið blaðstjóri á Fréttablaðnum, Hann sigur, at blaðið hevur lagað seg efir teimum broyttu umstøðunum í tí íslendska samfelagnum og er á beinari kós nú. Sigarettir ov bíligar Danski heilsumálaráðharrin, Jakob Axel Nielsen, heldur, at sigarettir og aðrar tubbaksvørur eru ov bíligar í Danmark og hinum ES­londunum, og hann fer at gera eina roynd at fáa sínar starvsbrøður í hinum londunum at hækka prísirnar munandi. Jakob Axel Nielsen sigur við kringvarpið DR, at tað er ikki nóg mikið, at Danmark hækkar prísirnar á tubbaksvørum, tí gera hini ES­londini ikki tað sama, fara danir bara til Týsklands ella Póllands at keypa sær sigarettir, sigur hann. Jakob Axel Nielsen fer væntandi at taka spurningin um tubbaksprísirnar upp á fundi, sum heilsumálaráðhararnir í ES­londunum skulu hava í Luksenburg. Vestmenningur og Fram hava seinastu tríggjar túrarnar landað veiðina í Peeter head í Skot­ landi, har teir hava fingið 35 oyru meira fyri kilo av gulllaksi, enn virkini í Føroyum kunnu bjóða Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki bara sum at siga tað at keypa, virka og selja allan tann gulllaks, sum kem ur uppá land í Føroyum, nú veiðan hjá gull laksa­ skipunum er so góð, og seks skip regluliga sigla til lands full undir lúkurnar við fiski – og viðhvørt ríki­ liga tað. Í Leirvík hevur Tavan ”traditión” fyri at virka gull laksafars, sum felagið eftirhondini hevur gjørt í fleiri ár við góðum úrsliti. Seinastu árini hava tey eisini roynt seg við gulllaksi í Vestmanna, har Faroe Sea­ food fyrst hevði sítt virk­ semi, sum áður hevði verið í Suðuroy. Tá Faroe Seafood slepti hesum virksemi í Vest­ manna, tóku aðrir yvir, og seinastu árini hevur virkið Atlantis í Vestmanna keypt og fryst gulllaks. Nógv virksemi Við gulllaksavinnuni eins og við øðrum vinnum er neyðugt, at bæði skip og virki fáa raksturin at hanga saman. Fiskimaðurin heldur ivaleyst, at hann stundum fær ov lítið fyri fiskin, og á hinari síðuni eru tað virkisleiðslurnar, sum skulu syrgja fyri, at framleiðslan loysir seg á landi, ið halda, at tey rinda ein hóskiligan fiskaprís. Gulllaksur er ikki dýrur fiskur í innkeypi – ikki í mun til eitt nú tosk og hýsu, sum annars hava ligið lágt í prísi í longri tíð. Men alt er relativt, og so ­ leiðis er eisini við prísunum á gulllaksi. Samanhangur skal vera í, hvat tú keypir fiskin fyri, hvat tað kostar at frysta ella virka hann, og hvat tú síðan kanst fáa fyri vøruna á marknaðinum. Føroysku gulllaksavirkini hava í hesi vertíðini givið 3,25 krónur fyri kilo. Men eitt er kiloprísurin. Annað er, hvussu nógv virkini megna at arbeiða undan. Á Tavuni í Leirvík hevur verið arbeitt í skiftivaktum, og har hevur gulllaksa­ virksemið í vertíðini givið nógvar góðar lønarinntøkur til arbeiðsfólkið, samstundis sum Tavan er komin við góðum úrslitunum – og summi ár við heilt góðum úrslitum. Tavan arbeiðir gulllaks í summarhálvuni og væl út á heystið, og um veturin ar ­ beiða tey upsa. Selja uttanlands Vanligt hevur verið, at leir­ víkstrolararnir, Stjørnan og Polarhav, selja sína veiði til Tavuna í Leirvík, sum eisini hevur keypt nógvar lastir frá eitt nú Eysturbúgvanum, sum partrolar saman við Vesturbúgvanum. Síðan hava Vestmenningur og Fram, sum partrola eins og Vesturbúgvin lagt flestu lastirnar upp í Vestmanna. Nú veiðan hevur verið so stór, og trupult hevur verið at fingið alt til høldar á føroysku virkjunum, hava Vestmenningur og Fram landað tríggjar fylgjandi gulllaksalastir í Peeterhead í Skotlandi. Vestmanna­ trolarar landa í Skotlandi Safir og Smaragd hava lan Á Landingarmiðstøð­ ini hjá Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík er ikki nógv rokan, nú flestu línuskip vóru inni í síðstu viku. Nú hava tey flestu loyst aftur, og sum dagarnir ganga, fara skipini at leggja leiðina til lands aftur Landing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Partrolararnir, Safir og Smaragd, sum Kristian Mart in Rasmussen og synir hansara fyrr í ár keyptu frá Føroya Banka, hava nú landað av øðrum túri. Tá skip ini landaðu í gjár, høvdu tey umleið 200.000 pund til­ samans, meginpart urin upsi. Hin fyrra túrin høvdu tey umleið 140.000 pund. Hinir báðir ísfiskatrolar­ ar nir, sum sama felag í Klaksvík keypti, Fjalshamar og Nónhamar, hava ikki loyst aftur. Í løtuni eru skip­ ini á beding, men lítið hevur verið at hoyrt um, hvussu verður við teimum. Teir fýra ísfiskatrolarar­ nir, Safir og Smaragd og Fjalshamar og Nónhamar, eigar bert stívliga 400 fiskidagar tilsamans. Í gjár landaði eisini línu­ skipið Klakkur í Klaksvík. Teir høvdu umleið 75.000 pund, meginparturin longa og brosma. Aftrat hesum landaðu trol bátarnir, Varðin og Fiska klettur, eisini í Klaks­ Tveir av ísfiskatrolarunum, sum Kristian Martin Ras­ mussen og synir hansara keyptu, eru nú farnir í vinnu aftur. Tað eru Safir og Smaragd Mynd: Vilmund Jacobsen Mynd: Birgir W. Høgnesen