týsdagur 9. juni 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 107 - 9. juni 2009
Tað gongur væl hjá
gulllaksaskipunum,
og upsaveiðan er
eisini góð. Hetta
gevur nógvar land
ingar og nógv fiska
arbeiði, har fiskurin
kemur til virkingar
Landingar
Orð og mynd:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gulllaksaveiðan var sera
góð í longu vertíðini í fjør
summar, og einki er, sum
bendir á, at veiðan verður
minni í vertíðini, sum byrj
aði uppaftur fyrr í ár enn í
fjør.
Tað tók sína tíð, áðrenn
Eysturbúgvin og Vestur
búgvin vóru klárir at loysa í
vertíðini í fjør, og uppundir
vertíðina í ár skiftu Vest
menningur og Fram motor.
Samanumtikið komu tey
seks skipini, sum vanliga
eru á gulllaksaveiði í summ
arhálvuni, fyrr í gongd í ár
og við teirri veiði, sum
verið hevur síðan vertíðin
byrjaði, er væntandi, at
gull laksaárið í ár ikki fer at
roynast minni væl hjá
skipunum, enn tað royndist
í fjør.
Tey seks skipini, sum eru
á gulllaksaveiði, eru Vest
menningur og Fram, Eystur
búgvin og Vesturbúgvin og
leirvíkstrolararnir, Stjørnan
og Polarhav.
Sum skilst, hava Vest
menningur og Fram havt
onkra góða sølu í Skotlandi,
og ætlanin er, sum vit eisini
hava skilt, at skipini skulu
landa í Skotlandi nakrar
túrar í slag, áðrenn tey
leggja veiðina uppaftur í
Føroyum.
Stórar lastir
Í gjár landaðu Eysturbúgvin
og Vesturbúgvin stívliga
500.000 pund av gulllaksi í
Saltangará, og bæði 1. juni
og 5. juni vóru Polarhav og
Stjørnan eisini fullfermdir í
Saltangará. Hesar báðar
túr arnar høvdu leirvíks trol
ararnir
væl
meira
en
500.000 pund hvønn túrin.
Hetta má sigast at vera
sera góð veiða hjá gull
laksaskipunum.
Nú svartkjaftakvotan er
so lítil, og veiðan eftir
svartkjafti
í
føroyskum
sjógvi soleiðis eisini hevur
verið avmarkað í hesum
árin um, halda menn, at
hetta hevur verið viðvirk
andi til, at fiskiskapurin
eftir gulllaksi hevur verið
uppaftur betri.
Tað er altíð trupult at tosa
um hjáveiði hjá pelagisku
skipunum, tí her gerst tú
sjáldan klókari, um tú spyrt,
men Sosialurin hevur skilt
á monnum, at viðhvørt er
stór íblanding av gulllaksi
uppi í svartkjaftaveiðini.
Góð upsaveiða
Men tað er ikki bara gull
laksaveiðan sum er góð í
løtuni. Upsaveiðan roynist
framvegis holl og altav
gerandi hjá partrolarunum.
Heykur og Falkur landa í
Saltangará í dag, og á
landingarmiðstøðini
hjá
Beta siga tey, at veiðan hjá
teimum hendan túrin liggur
um 360.000 pund. Sum
skilst, liggur miðalprísurin
á upsa í løtuni um slakar 5
krónur fyri kilo – alt eftir
støddini á fiskinum.
Á Beta vænta tey Jaspis
og Ametyst um fáar dagar,
helst seinni í hesi vikuni. Í
løtuni eru teir hálvfullir.
Stelkur og Bakur eru úti,
og í gjár loystu eisini Rókur
og Lerkur, sum hava ligið í
umleið eina viku vegna
ymiskar ábøtur.
Línuskipið Váðasteinur
hevur
eisini
landað
í
Saltangará hesa vikuna.
Teir høvdu stívliga 50.000
pund. Meginparturin av
veiðini var longa og brosma.
Teir fingu í miðal einar
4,80 krónur fyri kilo av
brosmu og umleið 7,80 fyri
kilo av longu.
Upsi og gulllaksur
í stórum tonsatali
Gulllaksaveiðan er sera góð, og upsaveiðan roynist framvegis væl. Hvørja viku kemur nógvur
fiskur upp á land á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará
Kili keypir
Herfyri fór Christian í Grótinum til Kili, og nú skrivar Fiskeri
bladetFiskaren, at eitt felag ím Kili hevur keypt uppisjóvar
trolaran Margiris, sum er frystitrolari, og sum reiðaríið Parlevliet
& Van der Plas eigur. Skipið, sum hevur verið skrásett í Litava,
hevur ligið í Imuiden, har ymsar umvælingar og ábøtur eru
gjørdar. Tað arbeiðið er liðugt, og Margiris er nú á veg til Kili.
Tað vanliga er, at skip, sum sigla millum Evropa og Kili, fara
ígjøgnum Panamaveitina, men Margiris fer fyrst til Rio de
Janeiro í Brasil og haðani ígjøgnum Magellansundið til Kili.
Harvið sleppur reiðaríið frá at rinda fyri at sigla ígjøgnum
Panamaveitina. Hinvegin er teinurin longri.
Meiri toskur í Norðsjónum
Toskastovnurin í Norðsjónum hevur ment seg so nógv, at
gýtingarstovnurin er metstórur, og sum heild er stovnurin oman fyri
meðalstøddina. Tað sigur ICES, sum tí mælir til at hækka
toskakvotuna næsta ár. Tilmælið hjá ICES fyri árið í ár er 473.000
tons, men politikararnir samdust um at loyva skipum og bátum at
veiða 525.000 tons. Tað hevur eftir øllum at døma ikki havt
stórvegis ávirkan á stovnin, tí nú mælir ICES til, at kvotan næsta ár
verður 577.500 tons. ICES sigur í tilmælinum til tann politiska
myndugleikan, at verandi toskafiskiskapur í Norðsjónum er
burðardyggur, og at stovnurin mennist.
Tummas Christophersen,
reiðari, sigur, at í Peeterhead
er
frystigoymsla,
sum
megn ar at frysta heili 1100
tons um samdøgnið.
– Skipini hjá okkum hava
landað tríggjar túrar í Skot
landi, og hesar túrarnar hev
ur veiðan ligið millum 480
upp í 614 tons hvønn túrin.
Hann sigur, at prísirnir
fyri gulllaksin hava verið
heldur betri í Skotlandi enn
í Føroyum.
– Vit hava fingið 3,60
krónur fyri kilo í Peeterhead,
meðan gulllaksaprísurin í
Føroyum hevur ligið á 3,25
krónur fyri kilo.
Reiðarin sigur, at hesi
oyr uni meira fyri kilo
sjálvandi
eru
munagóð,
men hann ivast kortini í,
um skipini høvdu farið av
landinum við fiskinum, um
møgleikar vóru at selt
veiðina í Føroyum.
– Síðan okkara skip fóru
á gulllaksaveiði í apríl, hava
tey landað einar tveir ella
tríggjar túrar í Føroyum.
Hesin seinasti túrurin av
trimum, sum tey hava land
að uttanlands, byrjaði aftur
í gjárkvøldið, og í løtuni
veit eg ikki at siga, hvar
skip ini fara at landa, tá
hesin túrur er lokin um
nakrar dagar, sigur Tummas
Christophersen.
Manningarnar á Vest
menningi og Fram skifta
triðja hvønn túr í staðin fyri
annan hvønn túr, nú landað
hevur verið í Skotlandi.
Sum sæst í aðrari grein á
hesi opnu í dag, landaðu
Eysturbúgvin og Vestur
búgvin stívliga 500.000
pund av gulllaksi í Sal
tangará í gjár, og bæði 1.
juni og 5. juni vóru Polarhav
og Stjørnan eisini full
fermdir í Saltangará.
Hesar
báðar
túrarnar
høvdu
leirvíkstrolararnir
væl meira en 500.000 pund
hvønn túrin.
ndað av øðrum túri
vík í gjár. Teir høvdu ávika
vist 380 og 400 kassar á 48
kilo hvør.
Pól Fuglø, landingar for
maður, veit ikki at siga, um
onnur skip koma inn at landa
hesa vikuna, men lítið bendir
á, at talan verður um tað heilt
stóra, nú línu skipini nýliga
eru farin útaftur.
Lítið útróður –
vánaligir prísir
Útróðrarbátarnir í Klaksvík
leggja vanliga veiðina upp
á Kósini, har Landing ar
miðstøðin tekur ímóti.
Men Pól heldur ikki, at
tað hevur verið nakar ser
ligur útróður at tosa um í
seinastuni. Lítið er eisini
frætt um hvíting, hóast
hetta skuldi verið tíðin til
hetta fiskaslag.
– Eg haldi, at summir
bátar eru lidnir við sínar
fiskidagar. Sum heild, haldi
eg, at árið hevur roynst
smáligt hjá útróðrarbátunum
í síni heild.
Eitt, sum hevur fylt nógv
hjá
útróðrarmonnum
í
longri tíð, er vánaligi fiska
prísurin á hýsu og toski.
– Prísirnir á hýsu eru slett
einki at tosa um, men
prísirnir á toski eru kvink
aðir nakað uppeftir aftur.
Tað er greitt, at fiskaprísurin
hevur verið lágur hjá teim
um, sum skulu fiska og fáa
lønandi vinnu úr útróðri,
sigur Pól Fuglø, landingar
formaður.