Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 107 - 9. juni 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag, tann 9. juni, fylla tveir alvorliga speciellir persónar 75 ár. Annar er slettis ikki ein persónur, men ein dunna, nemliga Dunnaldur Dunna, ella Donald Duck. Hann ætlaðu vit ikki at koma inn á her. Meðan hin persónurin er Sigrun Juul Samuelsen. Tað er hana, vit ætla at heiðra. Sigun er ikki ein sum setur ljósið undir skeppuna, so í Klaksvík vita øll hvør Sigrun er. Fleiri kenna hana frá, at hon hevur verið fólka­ skúlalærarari í mong ár. Seinnu árini hevur hon ver­ ið at sæð fleiri leygardagar á Nólsoyar Pálsgøtu, har hon hevur selt stearinljós, sum hon sjálv hevur fram­ leitt. Peningurin, sum er komin inn við søluna, er allur farin til útimissión. Og síðan hon byrjaði, hevur hon sent fleiri túsund krón­ ur til missión úti í heimi. Sigrun Juul Samuelsen varð borðin í heim hendan dagin í 1934. Foreldur henn­ ara vóru Petur Juul og Kalla Samuelsen. Petur Juul var úr Leirvík, meðan Kalla var dóttir Dáva úr Gerðum. Sigr­ un vaks upp í Klaksvík og fór sum ung niður til Dan­ markar at læra til lærarinnu. Har kom hon við í skótaar­ beiði hjá KFUK­skótunum, teir grønu gentuskótarnir. Og tað er í skótunum, vit kenna hana. Tá Sigrun flutti heim aftur til Føroya, helt hon áfram við skótaarbeiði, nú í KFUK­skótunum í Klaksvík, og har hevur hon verið síðani. Tá hon byrjaði, var skótaarbeiðið bert fyri størri gentur, men í oktober 1972 stovnaði Sigun Títtling­ arnir, sum eru gentir 7 til 10 ár. Sigrun var eisini við til at keypa skótahúsið úti í Grøv, sum varð keypt fyri 30 árum síðan, tann 1. juni 1979. Sigrun hevur verið trúføst í skótaarbeiðinum. Og tað hon hevur brent fyri, er at skapa eitt umhvørvi, hvar ungar gentur kunna mennast og gerast sjálvstøðugar og at vísa teimum á Jesus og at læra tær Jesu næstrakær­ leika. Sigrun er full av góð­ um hugskotum og kreativit­ eti. Og loysunarorðini hjá Baden Powel: „Learning by doing“ og „Be prepared“ saman við altjóða loysunar­ orðunum hjá gentuskótun­ um: „ Verj og Tæn“ gjørdust eisini loysunarorðini hjá Sigrun, og hevur hon útint skótaarbeiði við teimum í huga. Vit hava notið gott av at hava havt Sigrun í skótunum øll hesi árini. Sigrun hevur enn ikki fingið sær ein mann, og hon eigur sjálv ongi børn og eins og reglan í sanginum um »Lítla Snar«: »...Gamla Anna eigur ongan mann, tí var hon so ógvuliga góða við hann (Snar)...«, hava vit merkt, at hon er ógvuliga góð við okkum skótar. Og hetta hava tey, ið hava Sigrun til mostir, fastir, abbadidd, ommudidd, osfr. eisini merkt. Vit vita í hvussu er, at hon mann hava bundið út ímóti einum tonsi av ymiskum pløggum til børn hjá familju og vinum. Tað fer ongin føð­ ingardagur ella annar merkis­ dagur hjá familjulimum og vinfólki forbí. Sigrun er kend fyri at vera “snakksalig”, og ofta koma orðini út uttan ta stóru umhusan áðrenn, tí hava vit mangan grinið í sel­ skapi við Sigrun. Tó sigur hon ikki eitt ónt orð um nakran persón, ei heldur nakað negativt við vilja. Vit vilja ynskja Sigrun hjartaliga til lukku við 75 ára føðingardegnum og takka henni fyri alt tað hon er og hevur verið fyri KFUK­skótarnar og seinnu árini eisini fyri KFUM­ skót­ arnar, nú liðini koyra skóta­ arbeiðið saman. Við skótakvøðu KFUK- og KFUM- skótarnir í Klaksvík Sigrun Juul Samuelsen 75 ár Sigrun Juul Samuelsen og Elsa Funding prestur. Myndin er tikin tann 4. febr. 2009, á 50 ára stovningardegnum hjá KFUK-skótunum í Klaksvík Magna Auðunsson hevur hendan mánaðin framsýning í hølum hjá Føroya Banka í Klaksvík Magna Auðunsson er fødd og búsitandi í Klaks­ vík, men hon hevur eisini búð fleiri ár í Íslandi. Hon hevur fingist við listarliga arbeiði í nógv ár og hevur verið á listaskeiðum í eitt nú Íslandi, Skotlandi og Danmark. Magna málar nattúru­ myndir, sum hon fær íblást­ ur til frá upplivilsum í nátt­ uruni og frá tí innara uni­ versinum. Í løtuni sýnir Magna Auð­ unsson fram málningar í hølunum hjá Føroya Banka í Klaksvík. Framsýningin er opin allar yrkadagar frá kl. 14.00 til 16.00 fram til 30. juni. -red Magna sýnir fram í Klaksvík Magna Auðunsson málar náttúrumyndir Andlát og jarðarferðir Bjarni Skaalum, fyrr­ verandi lærari í Vági, and­ aðist í heiminum fríggja­ dagin, 85 ára gamal. Esbern Martin Hansen, vanliga nevndur „Martin hjá Berlinu“ andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leygarmorgunin, 92 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin kl. 18 heim í Christianskirkj­ una. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13.30. Óluva Hentze ættað úr Skúgvi, andaðist sunnu­ dagin á Ríkissjúkrahúsin­ um, 59 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður lýst seinni. Óli Christian Danielsen, Saltangará, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 78 ára gamal. Greta Wenningstedt Vil- ladsen, vanliga nevnd Lulla, andaðist í Holbæk hósdagin, 80 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu okkum samkenslu, tá góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jákup E. Joensen andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Akurin. Tøkk til øll tey, ið hjálptu til jarðarferðina og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til starvsfólkið á Norðoya Røktarheimi. Familjunnar vegna Steinvør, Leivur, Ingun og Anna Maria Dagurin 8. juni. Medardus, deyður umleið ár 560. Biskupur í St. Quentin og Tournai í Fraklandi. Í Fraklandi er Medardus verndari hjá øllum teim­ um, sum hava víngarðar og hjá øllum bryggjarum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Sunnudagin 7. juni andaðist Óli Christian Danielsen í Saltangará á Landssjúkra­ húsinum, 78 ára gamal. Óli var úr Saltangará, son­ ur Jenny, f. Thorkildshøj, og Debes Danielsen. Í 1949 giftist Óli við Jonu, f. Petersen, úr Rituvík. Saman stovnaðu tey fyritøk­ una, sum í dag eitur OCD og er ein av størstu lastbila­ fyritøkunum í landinum, umframt bensinsølu og seinni Statoil Servicestøð við bilverkstaði til persón­ bilar og lastbilar. Jona og Óli fingu átta børn. Í dag er tað yngsti son­ urin, Símun, sum er rekur fyritøkuna. Jarðarferðin hjá Óla verð­ ur úr Berøa í Saltangará fríggjadagin 12. juni kl.14. -red Óli Christian Danielsen deyður Jona og Óli. Myndin er tikin 14. apríl í ár, tá ið tey kundu halda diamantbrúdleyp