týsdagur 9. juni 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Vika 24:
Leiðin til Billund
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar
Aquadome í Billund
slær øll mørk
Ikki er neyðugt at leita sær ta
longu leiðina til Suður-Europa fyri
at fáa tað stóru baðiupplivingina.
Nú er bert at seta seg í flogfarið
hjá Atlantic Airways, og taka túrin
frá Vágum og til Billund. Lalandia
hevur satsað stórt við Aquadome-
baðilandinum í Billund. Stóra
vatnlandið hevur fleiri skreiðibreytir,
sum er av bæði tí hóvliga og
tí ógvusliga slagnum. Men teir
ógvusligastu er ”Tornadoin”. Í
gummibátum, sum taka tveir ella
fýra persónar, ber til at taka ein túr
í einari vatnskreiðibreyt, sum byrjar
hægst uppi í Aquadome-høllini. Við
rúkandi ferð fara bátarnir sendandi
gjøgnum skreiðibreytina. Túrurin
endar í hóvligari vatnumstøðum, so
ein líka kann summa seg, áðrenn ein
tekur næsta túr aftur. Tornadoin er
tann fyrsta av sínum slagi í Europa.
Fjøltáttað
Men ikki alt nýtist at vera ógvusligt.
Í Aquadome-høllini í Billund finst
eisini Lazy River. Tann stilli streymurin
førir stóru baðiringarnar í ringrás
við einari stillari ferð. Meðan ein
liggur í baðiringinum, og fer við stilla
streyminum, kann ein liggja og njóta
tað stóra útsýnið í baðilandinum.
Lazy River rennur framvið
vatnskreiðibreytum, bylgjuhyljum
og barnahyljum. Lazy River tryggjar,
at ein eisini kann taka tað róligt í
Aguadome-høllini. Leingist ein eftir
størri avbjóðingum, kann ein royna
serligu ”Octupus”-breytina. Talan
er um ein 100 metur langan túr,
sum byrjar høgt uppi í Aquadome.
Octupus byrjar í nøkrumsnúningum,
sum føra út til fýra flatar
rasarabreytir, har ein fer avstað við
fullari ferð. Í barnahylinum eru fimm
ymiskar skreiðibreytir, sum ganga
frá stórsligna templinum, sum er
miðskeiðis í Aquadome-høllini.
Vatnskreiðibreytirnar eru millum
fimm og tíggju metrar langar. Í
Aquadome ber eisini til at keypa
okkurt at drekka og eta, um hugurin
er til tess.
Stórfingna baðilandið í Billund
BILLUND