Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 107 • 9. juni 2009 2 Níggju ára gamli Rógvi úr Havn stór­ treivst í Aqua dome Fyri ein smádrong úr Føroyum, har 25 metra langir svimjihyljar og baðilandið í svimjihøllini í Klaksvík er tann størsta vatnupplivingin fyri føroysk børn, var Aquadome ein stórur dreymur. Níggju ára gamli Rógvi tordi væl, men byrjaði meira hóvliga. Sum upphiting tók Rógvi ein túr við einum stórum svimjiringi á Lazy River, men so var tíðin búgvin at fara í holt við tær størri upplivingarnar. Rógvi royndi nakrar av barna-vatnskreiðubreytunum. Vit spurdu Rógva, um ikki hesar vatnskreiðubreytirnar vóru ov stuttar: - Jú, tær eru alt ov stuttar, svaraði Rógvi avgjørdur. Rógvi svam við Manchester United-brókum, og hann ivaðist í, um tað hevði riggað líka væl við Liverpool- brókum. Størri avbjóðingar Tornadoin og Octupus gjørdust vatnskreiðibreytirnar, sum avgjørt gjørdust hæddarpunktini hjá Rógva í Aquadome-høllini. – Eg havi fingið fatur í einum stórum svimjiringi, og nú fari eg at royna tað hægstu vatnskreiðibreytina, segði ein djarvur ungur havnardrongur. Aftaná fyrsta túrin gjøgnum tað stóru og spennandi vatnskreiðubreytina, spurdu vit Rógva um tað killaði í búkinum? – Ja tað kitlaði ordiliga illa, greiddi Rógvi flennandi frá. Rógvi segði, at tað var bíðirøð fyri at sleppa til vatnbreytina. Hvar hildu tit fast? Spurdu vit Rógva: - Eg helt har frammi, og mamma helt har afturi, og tað gekk væl at stýra tí stóra svimjiringinum. Við fleiri kilometrum um tíman kom Rógvi sendandi úr tí síðsta rørinum á Tornado´ini. – Hatta var fantastiskt, ordiliga skegg! Vit settu okkum í nakað, sum minti um ein gummibát, og so fóru vit bara avstað. Vit spurdu Rógva, um tað gekk skjótari, enn at koyra bil. – Ja okkurt líknandi, svaraði Rógvi, sum ikki dyldi, at Tornado´in var nakað, sum hann ætlaði at royna fleiri ferðir. Spurdur, um ikki hann var eitt sindur bangin, svaraði Rógvi: - Jú, tá vit fóru beint niður eftir, tað vóru nógv sving á veg niður eftir. Sum í tropunum Tað er ordiliga lýtt inni í Aquadome, og fær ein eina tropiska kenslu, tá ein er staddur har. Lívbjargarar og onnur starvsfólk vóru stødd kring Aquadome-høllina, og tey sóu til at gekk væl. Hendan dagin í Aquadome hoyrdu vit ymisk europeisk tungumál, og eingin ivi er um, at Aquadome hevur sligið sítt navn fast langt uttanfyri Danmark. Níggju ára gamli Rógvi læt ongan iva vera um, at hann verður aftur at síggja í Aquadome, og eftir tí sum frættist, so vera tey føroysku børnini, sum koma at uppliva Aquadome mong í tali. Børn og vatn hava altíð trivist væl saman. Við Rógva í aldunum BILLUND