Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 108 - 10. juni 2009 Tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag er tað meiningsleyst at tvíhalda um eina bót, sigur Jóannes Eidesgaard Dagbøtur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum, sær onki undarligt í, at hann nú hevur gjørt avtalu við býráðið á Tvøroyri um at strika dagbøturnar hjá býráðslimum á Tvøroyri. Hann dugir heldur ikki at síggja, at hetta skal máa støðið undan tí kommunala eftirlitinum. ­ Endamálið hjá okkum er at fáa viðurskiftini í rætt­ lag. Tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag, hava vit í fíggjarmálaráðnum ongan áhuga í at revsa býráðslimir og at gera støðu teirra verri, sigur hann. Hann sigur, at enn hevur hann ikki fingið fráboðan frá býráðnum um, at tað hevur gjørt eftir boðunum frá fíggjarmálaráðnum. ­ Men so skjótt, vit fáa tað halda vit okkum avtal­ una um at strika dagbøtur­ nar, tí vit hava ongan áhuga í at halda fast um tær, tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag, tí tað var endamálið við bótunum. Landsstýrismaðurin ásann­ ar, at tað er ein álvarslig støða, at eitt býráð ikki vil halda tey krøv, sum verður álagt tí. Men máar tað ikki støðið undan kommunala eftirlitin­ um, tá ið revsingin til eitt býráð soleiðis verður tikin aftur? ­ Endamálið hjá okkum er ikki at krossfesta nakran, men at fáa viðurskiftini í rættlag og at kommunala skip­anin ber seg rætt at. Tað er onki endamál í sær sjálv­ um at geva nøkrum bót. Tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag, er tað rætt at strika bøturnar, sigur Jóannes Eid­ esgaard. Ongan áhuga í at revsa býráðslimir Býráðslimir á Tvør­ oyri hava fingið fleiri túsund krónur í bót fyri ólýdni ímóti landsstýrinum. Men nú hevur býráðið slakað og afturfyri hevur lands­ stýrismaðurin í fíggj­ armálum gjørt av at strika allar bøturnar Dagbøtur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í gjár blivu býráðslimirnir á Tvøroyri fleiri túsund krón­ ur ríkari. Tað hendi, tá ið býráðið loksins gjørdi av at slaka fyri einum kravi frá fíggjarmála­ ráðnum, eftir at hava treiskast í meiri enn eitt hálvt ár. Tað kom rættiliga til skarp­skeringar í ósemjuni ímillum býráðið á Tvøroyri og fíggjarmálaráðið fyri jól jól, tá ið fíggjarmálaráðið gjørdi av at geva hvørjum einstøkum býráðslimi bót up­p­ á 300 krónur um dagin, til teir makkaðu rætt. Síðani hava býráðslimir­ nir fingið fleiri túsund krón­ ur í bót í p­art. Men fyri stuttum var so fundur ímillum býráðið og fíggjarmálaráðið og har varð avtalað, at gjørdi býráð­ ið eftir boðunum frá fíggjar­ málaráðnum, skuldi allar bøturnar verða strikaðar. Tað var hetta, sum hendi í gjárkvøldið. Træta um Smyril Ósemjan ímillum Tvøroyrar Býráð og Fíggjarmálaráðið snýr seg um havnargjaldið hjá Smyrli. Tvøroyrar býráð tvíheldur um, at Smyril eigur at betala havnargjald fyri at brúka Tvøroyrar Havn. Men tað heldur fíggjar­ málaráðið ikki. Fíggjarmálaráðið hevur sostatt kravt at Tvøroyrar Kommuna ikki inntøkuførir havnargjald fyri Smyril í roknskap­in. Ført verður fram, at av tí at ósemja er um havnargjaldið, er inntøkan so óviss, at fyri at geva eina rættvísa mynd av virkseminum hjá býráðn­ um, skal havnargjaldið ikki inntøkuførast. Fyrrenn tað er gjørt, vil fíggjarmálaráðið ikki góð­ kenna roknskap­in. Men í Tvøroyrar Býráð stúra tey fyri, at strika tey inntøkuna úr roknskap­inum, fer býráðið at standa veikari í einum møguligum rættar­ máli. Tí tvíhelt býráðið um, at havnargjaldið skuldi við í roknskap­in og summir býráðslimir søgdu fyri ein­ um hálvum ári síðani, at teir fóru ikki at víkja, um so p­antifútin kom eftir teimum fyri bótina. Men á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð ført fram, at fundur hevur verið ímillum Tvøroyrar Býráð og fíggjar­ málaráðið og har varð semja gjørd um, at vil býráðið akta boðini úr fíggjarmálaráðnum og taka havnargjald fyri Smyril úr roknskap­inum, skal fíggjarmálaráðið strika allar dagbøturnar. Spara 24000 krónur í part Sostatt slep­p­a býráðslimir­ nir undan at betala bótina og hjá summum er talan um nógvar túsund krónur. Hjá teimum býráðslimum, sum bæði sótu í undanfarna býráði og teimum, sum vórðu afturvaldur í hetta býráðið er talan um heilar 24000 krónur, sum teir nú slep­p­a undan at betala. Fleiri aðrir býráðslimir, sum bara hava sitið í hesum nývalda býráðnum, sum tók við á nýggjárinum, slep­p­a undan at betala 18900 krón­ ur í bót. Ein býráðslimur, sum onga bót fekk, var Jasp­ur Vang, tí hann vildi hava býráðið at ganga undir treyt­ irnar frá fíggjarmálaráðnum, tí hann vísti á, at býráðið hevur beinleiðis skyldu til at gera eftir boðum frá lands­ stýrinum og hansara sjón­ armið hevur verið, at eitt býráð eigur at ganga undan í at halda landsins lógir. Og á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð so einmælt samtykt at gera eftir boð­ unum úr fíggjarmálaráðnum og at taka havnargjaldið úr roknskap­inum, samstundis sum at býráðslimir afturfyri slep­p­a undan bótini. Tað varð gjørt á tann hátt, at inntøkan stendur enn í roknskap­inum, men so verður tað sett av í tap­i av skuldarum og sostatt mót­ roknað har. Ikki heilt tryggur Bergur Bærendsen var ikki heilt tryggur við hesa loysn­ ina, tí hann ivaðist í um tað bar til at gera soleiðis. Hann ivast í um ein up­p­­ hædd kann setast av sum tap­ av skuldarum, fyrrenn allar royndir at krevja p­en­ ingin inn, eru miseydnaðar og fyrrenn tað er greitt, at up­p­hæddin ikki kann fáast inn, antin tí at skuldarin er farin á húsagang ella tí at dómsvaldið hevur staðfest, at har er onki at heinta. Av tí sama stúrdi hann eis­ ini fyri at verður up­p­hæddin fyrst sett av sum tap­ av skuld­ arum, hevur býráðið sostatt frásagt sær allan møguleika at krevja hana aftur. Men hesin leisturin varð valdur eftir tilmæli frá grannskoðaranum og soleið­ is varð tað samtykt. Eidesgaard strikar bøtur hjá býráðslimum á Tvøroyri Fløkja í Tann árvakni lesarin, sum sat við Sosialinum í hondini í gjár, hevur uttan iva verið ørkyml­ aður av tíðindunum um fíggjarstandin í Tvør­ oyrar Kommunu. Á forsíðuni sip­aðu vit til eina grein inni í blað­ num um, at landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum hevur strikað dagbøtur­ nar, sum býráðslimir á Tvøroyri hava fingið fyri at seta seg up­p­ ímótí fíggjarmálaráðn­ um. Men av misgáum var skeiv grein komin í blaðið. Fyri at geva lesar­ unum innlit á málið, verða greinarnar sostatt p­rentaðar um aftur í dag Saman við restini av Tvøroyrar Býráði, samdust Pauli Einarsson, varaborgarstjóri, vinstrumegin og Kristin Michelsen, borgarstjóri, í gjárkvøldið um at akta harraboð úr fíggjarmálaráðnum og afturfyri sleppa teir báðir undan at betala 24000 krónur í bót í part Bagger í rættinum Klokkan átta í morgun byrjaði ársins størsta og mest umrødda svikarmál í Danmark Rætturin í Lyngby hevur sett tríggjar dagar av til málið ímóti fyrrverandi stjóranum í IT Factory. Áhugin fyri málinum er so stórur, at rætturin er fluttur í eitt størri høli, tí væntandi vilja mong slep­p­a inn at lurta og hyggja Stein Bagger er ákærdur fyri at hava svikað fyri góðar 800 milliónir króur, og hann hevur viðgingið seg sekan í teirri skuldsetingini. Ákæruritið umfatar tilsamans 61 ákærur, og verður Stein Bagger funnin sekur í øllum, kann hann fáa up­p­ í 12 ára fongsul. 23 prosent minni løn Tey, sum arbeiða hjá amerikanska blaðnum Boston Globe, noyðast at góðtaka, at lønin lækkar 23 p­rosent. Ta avgerðina tók leiðslan, eftir at samráðingar við fakfelagið hjá starvsfólkunum endaðu úrslitaleysar. The New York Times Comp­any eigur Boston Globe umframt fleiri onnur bløð, men tað er serliga Boston Globe, sum hevur fíggjarligar trup­ulleikar at dragast við. Í fjør hevði blaðið meiri enn 250 milliónir krónur í halli, og leiðslan væntar, at hallið fer væl up­p­ um 400 milliónir krónur í ár.