Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 10. juni 2009 7 tíðindi Á veg norður til Havnar í gjár fekk Smyril tekniskt brek og misti alla maskinorkuna. Strandferðslan sigur, at nú verða allar mannagongdir og skipanir eftirkannaðar fyri at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur TekniskT brek Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nakað eftir klokkan hálvg­ um fýra fekk strandfara­ skipið Smyril sonevnt black­out uttanfyri Sandoy. Smyril var akkurát farin um Dalsfles, tá ið streymurin fór, og allar maskinurnar steðgaðu. Streymurin kom aftur beinanvegin, og eftir einar fimm minuttir fóru maskin­ urnar í gongd aftur. Skiparin boðaði ferða­ fólkinum frá, at talan var um eitt black­out, men at eingin vandi var á ferð. Men ongin vandi var nakrantíð á ferð, tí lukkutíð var veðrið gott og skipið var langt úr landi. Skiparin boðaði í hátalarunum frá, at tað fór ikki at ganga leingi at fáa maskinurnar í gongd. Og rætt fekk hann. Steðgurin uttanfyri Sandoynna gjørd­ ist góðar fimm minuttir, og Smyril setti so kós ímóti Havnini aftur. Men skjótt boðaði skip­ arin aftur frá í hátalarunum, at tað var onnur bógskrúvan, sum tað varð galið við og at tað helst fór at verða neyðugt at bíða eina løtu uttanfyri Havnina, tí har er so trongligt. Smyril slowaðu norður ímóti Havnini ímeðan roynt varð at rættað brekið, men steðgurin í Nólsoyarfirðið gjørdust ein góður hálvur tími. Tá fór eitt ferðamannaskip av Havnini, so har bleiv rúmligari og í góðveðrinum hættaði skiparin sær at leggja at, hóast bara onnur bógskrúvan riggaði. Smyril skuldi fara av aftur Havnini klokkan 18.30 í gjárkvøldið, men hann varð liggjandi til brekið varð rættað og sostatt loysti hann ikki aftur fyrrenn klokkan 21.30. Kanna skipanir og mannagongdir Conrad Gaard Joensen á Strandferðsluni sigur, at fyri sovítt var tað ikki eitt tekniskt brek, sum var orsøkin. Orsøkin til at skipið misti alla maskinkraftina var, at ímeðan smyril sigldi norður, varð arbeitt upp á bógskrúvna. Men brádliga ímeðan teir arbeiddu var skammlop, sum gjørdi, at skipið eisini misti alla framdriftina. Hann sigur, at samband eigur ikki at vera ímillum bógskrúvuna og maskin­ kraftina, ið hevur við fram­ driftina at geva, men tað var tað kortini. Nú er Strandferðslan farin í holt við at kanna skipan­ irnar og at tryggja, at tær verða fullkomiliga skildar sundur og samstundis verða mannagongdir broyttar fyri, hvussu og nær teknisk brek skulu umvælast. ­ Vit eru farin at gjøgn­ umganga allar skipanirnir og mannagongdir so at slíkt ikki hendir aftur, sigur Conrad Gaard Joensen. Smyril steðgaði upp uttanfyri Sandoy BYGMA BALSLEV SØKIR... Starvsfólk til nýggju Handverkarabúðina Sum heitið sigur, er hetta ein nýggjur handil, ið vendir sær beinleiðis til handverkaran. Tú skalt vera ágrýtin og hugagóð/ur og hava góð samstarvsevni, bæði viðv. arbeiðsfeløgum og kundum. Best er um tú hevur hóskandi útbúgving, ella drúgvar royndir. Lønin verður ásett eftir avtalu. Bygma Balslev kann bjóða tær eitt gott, trygt starv, við góðum arbeiðsfeløgum, og góðum umstøðum annars. Ljóðar hetta áhugavert, so er at senda umsókn sum skjótast, og viðhefta avrit av møguligum prógvum og viðmælum. Umsóknarfreistin er 30. juni 2009 Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Eyðun Hansen (eh@balslev.fo) Bygma Balslev - Vegurin Langi - 188 Hoyvík - tlf. 345000 Smyrilsvegur 13 · Postboks 3314 · 110 Tórshavn tel 55 14 00 · Útbering tel 55 14 05 · Fax 55 14 01 utbering@prent.fo · www.prent.fo LEYST STARV Vit søkja eftir fólki at bera bløð út í Vági. Ert tú 13 ár ella eldri, og hevur hetta tín áhuga, so ring á tel 55 14 00 frá kl. 10 - 17 ella send ein teldupost: utbering@prent.fo Útbering av dagbløðum og reklamum Hetta kortið vísir, akkurát, hvar Smyril fekk maskinbrek uttanfyri Sandoy. Tað sæst á myndini, at hann hevur rikið eitt sindur í stýriborð, áðrenn kósin aftur varð sett ímóti Havnini