Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 108 - 10. juni 2009 Fríkorter uttan vakmyndatól Føroysk skúlabørn skulu kunna halda fríkorter, uttan at vakmyndatól halda eyga við teimum. Tað hevur føroyska Dátueftirlitið gjørt av. Tað er blivið alt meira vanligt at hava vaktarhald við vakmyndatólum í skúlum og skúlagørðum í londunum rundan um okkum, men nú ger Dátueftirlitið greitt, at vakmyndatól kunnu ikki verða nýtt í skúlatíð í føroyskum skúlum. Ingunn Eiriksdóttir er stjóri fyri Dátueftirlitið. Longu nú kanst tú seta X í kalendaran tann 1. november 2011. Tá verður fyrsta fólkateljingin í landinum í nærum 30 ár – og tað verður eitt risa átak Fólkateljing Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hin 01.11.11 skal hvør einasti okkara svara eina øgiliga rúgvu av spurningum um okkum sjálvi og lívið sum føroyingar í Føroyum. Bæði persónligar og minni persónligar spurningar. Júst hendan dagin um meiri enn tvey ár verður fyrsta fólkateljingin í 30 ár í Føroyum. Landsstýrið hev ur sett eina deild undir Hagstovuni at skipa fólka­ teljingina í 2011. ­ Tað verður sagt, at tann størsta logistiska avbjóð­ ingin í einum landi er eitt kríggj. Á øðrumplássi hava vit eina fólkateljing, sigur Heini Hátún, sum varð settur í starvið sum ”Føroya besti samskipari” fyri meiri enn einum ári síðani. Enn hevur fólkateljingin ikki fingið nakran almennan samleika sum so. Men teir fýra menninir, sum fyrireika hana higartil, húsast á gamla posthúsinum á Argj um. Mytur ella vitan Endamálið við einari fólka­ teljing er ikki at telja fólk, ið navnið annars kundi bent á. Hinvegin er endamálið at spyrja og savna eina rúgvu av upplýsingum um íbúgv­ arnar í einum landi saman í eina dátugrunn, so vit í framtíðini kunnu byggja politiskar og aðrar avgerðir upp á tað, sum vit vita, og ikki sum nú, upp á tað, sum vit gita. Hetta hevur annars verið ein stórur trupulleiki í Før­ oyum, har tilvild ella mytur ofta ráða, tá avgerðir skulu takast. Eitt nú á ar beiðs­ marknaðinum og innan al manna­ og sosialøkið. Spam er vælkomið Heini Hátún fortelur, at tey beint nú eru í einari til gongd, har tey finna útav, hvat spyrj­ ast skal um ítøkiliga. Tí hava tey bjóðað ymsum bólkum, feløgum og mynd ugleikum til fundar at tosa um, hvat tørvur er á at kanna. ­ Tað er alneyðugt, at vit fáa eina mynd av, hvørji tøl vit mangla í Fø r oyum. Bara við at samstarva við so nógv sum til ber, kunnu vit fáa røttu spurn ingarnar við, sigur Heini Hátún, sum í hes um sam bandi heitir á fólk um at koma við hug skotum. ­ Fyri fyrstu ferð í lívinum eri eg fullkomiliga opin fyri spammi, sigur hann skemt­ andi. Heim til fólk Ítøkiliga verður fólkatelj­ ingin skipað soleiðis, at øll húski fáa eitt spurnarblað sendandi við postinum upp til stóra dagin hin 1. no ­ vember 2011. Sama dag fer eitt risastórt lið av hjálparfólki út um alt landið, har tey fara á gátt hjá øllum húskjum. Longu heima í stovuni hjá fólki kanna hjálparfólkini um allir teigar eru rætt útfyltir. Eisini hjálpa tey teimum, sum ivast í onkrum. ­ Tað hevur alstóran týdn­ ing, at vit fáa eina mynd, ella tvørskurð, av Føroyum ein ávísan dato. Tí gera vit alt vit eru ment at fáa øll Fólkateljingin væl ávegis Rættarhjálpin í Klaksvík Mikudagin 17. juni klokkan 18 til 20 hevur Rættarhjálp Føroya opið fyri ráðgeving í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Við í Klaksvík verða 4 ráðgevar, so vit vænta at fáa stundir at veita øllum , sum koma, ráðgeving. Tey, sum hava bílagt tíð, verða tó tikin framum. Til ber at bíleggja sær tíð til ráðgeving á tlf. 319823 í vanligu upplatingartíðini hjá Rættarhjálpini. Rættarhjálpin er stovnað av sjálvbodnum juristum. Endamálið er at veita einstak lingum ókeypis løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving. Tiltakið í Klaksvík er ein roynd at røkka málbólkar, ið tey møguliga ikki røkka í dag, vegna tað at Rættarhjálpin bert hevur opið fyri persónligari ráðgeving á skrivstovuni í Havn. Menninir handan fólkateljingina: Heini Hátún, samskipari, Jógvan Bærentsen, fakligur leiðari, Marni Tyril, KT-mennari og Øssur Winthereig, kunningarrágevi. Mynd: Jens Kristian Vang