Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 108 - 10. juni 2009 Fólkateljingin fer fram í samstarvi við borgaran. Tí er góð kunning ein fortreyt fyri einum góðum úrsliti. Men hvussu skal hon eita? Fólkateljing Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ein stórur partur av ar ­ beiðinum handan eina fólkateljing er kunning til borgaran. Ikki minst tí, at hvør einasti persónur skal vera púra tryggur við at lata so nógvar, og eisini per­ sónligar, upplýsingar, um seg sjálvan. Øssur Winthereig, jour­ nalistur, er settur í starv sum kunningarrágevi á fólkateljingini. Hann fortelur, at álit og positiv móttøka hevur alt at siga, skulu fólk kenna seg trygg. Tí, sum hann sigur, so er endamálið ikki at sneyta ella at ganga ørindi fyri nakran. – Endamálið er sera stór­ bært og reint. Tað er ein fortreyt fyri eitt virkandi demokrati, at vit eru upplýst og hava vitan, tá vit skulu taka avgerðir, kjakast ella kanna samfelagið. Tí er hetta eitt ómetaliga fínt arbeiði, sum fólk vónandi fara at taka væl undir við, sigur hann við Sosialin. Fáa samleika Hóast teir eru fýra mans, sum seinastu mánaðirnar hava fyri reikað kanningina, er føroyska fólkateljingin ikki borin í heim í hugaheiminum hjá fólki enn. ­ Fólkateljingin verður meira almenn og ítøkilig, tá vit hava fingið ein samleika. Hetta arbeiðir ein lýsingar­ stova við í løtuni, sigur Øssur Winthereig. Sostatt fær fólkateljingin nýtt navn og eina heimasíðu fyrsta dagin. Og sum heild verður átakið myndað av grafisku og málsligu brand­ ingini til almenningin. Navnleys Enn hevur fólkateljingin ikki fingið nakað navn. Orðið manntal hevur verið nevnt. Men tað lýkur ikki krøvini til javnstøðu. Og orðið teljing kann ørkymla fólk, tí talan er ikki um eina teljing, men heldur eina lýsing ella kanning. Kanska hevur tú eitt gott navn til føroysku fólkatelj­ ingina? spurngarbløðini svarað sama dag, sigur Heini Hátún. Tí verður ein partur av uppgávuni hjá fólka telj­ ingini eisini at finna fólk, sum eru burturstødd júst hendan dagin. Til dømis til skips ella uttanlands. ­ So mugu vit spyrja tey, tá tey koma aftur. Til dømis, hvar tey vóru búsett hin 01.11.11, sigur Heimi Há ­ tún. Gagnar nógvastaðni Tá allir spurningarnir eru svarðir, skrásettir og lagdir í dátugrunnar, ber til at lesa upplýsingar og at gera kanningar við støði í tøl­ unum. Tað fer tó ikki at bera til at lesa upplýsingar um hin einstaka. Gagn av úrslitinum fáa til dømis politiska skipanin, bæði lands­ og kommunala. Áhugafelagsskapir, partar­ nir á arbeiðsmarknaðinum, vinnan, granskarar, miðlar, altjóða sambandi og annars øll, sum skulu brúka tøl um føroyska samfelagið. Tá vit hava gjørt nakrar fólkateljingar, til dømis við 10 ára millumbili, kunnu tølini samanberast og veru­ liga nýtast, eitt nú í gransk­ ing og langtíðarætlanum. 100 prosent luttøka Í einari fólkateljing er ikki nóg mikið at nøkur fá svara, sum vit kenna tað til dømis við veljarakanningum. Fólka teljingin skal fevna um allar borgarar: 100 pro­ sent luttøka. Hetta er mill­ um annað fyri, at fólk eina­ ferð í framtíðini skulu kunna gera til dømis ættar­ gransking út frá upp lýs ing­ unum. Hetta kenna vit eisini frá teimum, sum kanna ætt í dag. Ofta brúka tey fólka­ teljingar frá 1800­talinum at finna svar um forfedrar sínar. Men tað verður kortini ikki soleiðis, at ein og hvør kann fara inn og lesa um persónlig viðurkifti hjá øðrum. Her verða strangar reglur, bæði fyri atgongd, hvussu leingi og hvussu upplýsingarnir verða goymd ir. Eins og við øllum øðrum viðbreknum upplýs­ ingum um borgaran. Altjóða krav Seinasta fólkateljingin var í Føroyum í 1977, tá danir stóðu fyri kanningi. Av tí, at føroyskir myndugleikar ikki tóku táttin upp sjálvir, hevur ongin fólkateljing verið í skjótt 30 ár. Men síðstu árini hevur verið eitt rættiliga stórt trýst á fyri at fáa eina føroyska fólkateljing. Seinastu fíggj­ ar lógirnar hava tískil lagt upp fyri hesi stóru verk­ ætlan. Fólkateljingin er partur av einum altjóða átaki, har ST gongur á odda. Tíggj­ unda hvørt ár heitir ST á øll lond heimsins at seta í verk fólka­ og bústaðateljingar. Flestu lond í heiminum gera eisini fólkateljingar umleið á 10. hvørjum ári. Fyri altjóða samfelagið er tað ómetaliga umráðandi, at tøl eru tøk, so til ber at samanbera londini, livikor, bústaðarmynstur, inntøkur­ grund arlag og so fram­ vegis. Betri tænastu Tórshavnar kommuna víðkar um tænastuna. Umvegis heima­ síðuna, torshavn.fo, fer nú at bera til hjá borgarum at avgreiða ymisk ørindi á nýggju Sjálvavgreiðsluni. Byrjað verður við barna­ og ungdómsøkinum, har talan í fyrsta umfari er um barnaansing og frítíðarskúlar. Við Sjálv avgreiðsluni ber til at fylla út umsóknir innan barna­ og ungdóms økið, sum síðani beinleiðis av heimasíðuni verða sendar kommununi at avgreiða. Longu nú ber til at søkja um pláss til dagansing, flyta barn frá dag stovni, søkja um farloyvi frá dagstovni og siga upp pláss á dagstovni, umframt at eisini ber til at melda børn til frítíðarskúla umvegis Sjálvavgreiðsluna. Smærri pakkar sleppa lættari Postverkið boðar frá, at smærri postsendingar og pakkar nú verða frítikin fyri mvg. Samstundis fellur avgreiðslugjaldið uppá 30 kr. fyri slíkar sendingar eisini burtur. Treytirnar fyri undantøku eru: ­ at tollvirðið er minni enn 300 kr. (tollvirðið = fakturaprísur + flutningsútreiðslur) og at fakturi/rokning fylgir við. Tó fevnir avgjaldsfrítøkan ikki um vørur, ið rinda punktgjald. Eitt nú rúsdrekka, kosmetikk, tubbaksvørur og góðgæti. Við hesi broyting átti sendingin av smærri pakkum frá útheiminum at gingið skjótari, men hetta er tó treytað av, at tollvirðið á postsendingini er týðuliga upplýst á postsendingini, skrivar Postverkið á heimasíðu sínari. Hvussu skal barnið eita? Tann 01.11.11 skulu tøkni, manning og kunnleiki vera til reiðar at skráseta allar borgarar, bústað, starv, orkunýtslu, hjúna støðu, inntøkur, ogn, familju viðurskifti, flutningsvanar og alt alt møguligt annað í ein risastóran dátagrunn. FAKTA