mikudagur 10. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 108 - 10. juni 2009
Meðan flestu fyritøk
ur og stovnar repa
seglini hevur ein
nýggj avtala millum
HDYGD og Atlantic
pane gjørt, at seinni
nevnda hevur sett
tvey nýggj fólk í starv,
so tey nú starvast
11 fólk á virkinum í
Kollafirði
VINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Á sumri í 2006 fekk gamla
glasfyritøkan Atlanticpane
nýggjar eigarar. Tað vóru
Dan Jacobsen og Heðin
Zachariasen, sum keyptu
virkið.
Atlanticpane byrjaði upp
runaliga í Vestmanna, men
bleiv so keypt til Kollafirðar,
har virkið so heldur til enn.
Vit hava so rikið fyri
tøkuna síðani. Og tað sum
er tað nýggja í hesum er, at
vit í februar í ár gjørdu eina
avtalu við HDYGD um at
levera alt glasið til teirra
framleiðslur, sigur Heðin
Zachariasen.
At HDYGD hevu nógv
at gera sæst eisini aftur hjá
Atlanticpane, og hvønn hós
dag fer bilur úr Kollafirði
til Vatnsoyrar og Miðvágs
við rútum, sum HDYGD
so skal brúka í framleiðslu
síni vikuna eftir.
Hvørki Heðin Zacharia
sen ella Dan Jacobsen hava
starvast innan økið áður.
Nei, men talan var kort
ini um eina fyritøku, sum
eg kendi framman undan,
og tá so møguleikin at
keypa beyðst, so hildu vit
báðir, at tað kundi verið
áhugavert at roynt okkum
innan glasframleiðslu, sigur
Dan Jacobsen.
Atlanticpane er nú einasta
fyritøkan í Føroyum, sum
framleiðir glas.
Tað var soleiðis, at Før
oya Termovirkið eisini fram
leiddi glas, men teir eru so
givnir, so vit eru teir einastu,
sum framleiða rútar í Før
oyum nú. Vit innflyta rávør
una í stórum nøgdum, og
skera og líma hana so saman
til rútar í teirri stødd, sum
kundin ynskir. Talan er um
allar dimensiónir og øll sløg,
tað verið seg orkusparandi
glas, vanligt glas ella litt
glas. Alt verður gjørt eftir
bílegging frá kundanum,
sigur Heðin Zachariasen.
Effektiviserað
Hendan nýggja avtalan við
HDYGD merkir kortini
ikki, at Atlanticpane bert
leverar til virkini í Vágum.
Nei, vit levera eisini til
meginpartin av privatu før
oysku kundunum, og har
aftrat hava vit eisini snikk
aravirkir runt alt landið,
sum vit levera til, sigur Dan
Jacobsen.
Sum nevnt er Atlanticpane
einasti rútaframleiðarin í
Føroyum í løtuni, men kort
ini sleppa teir ikki undan
kapping.
Tað er sum við øllum
øðrum vørum, tað verður
nakað innflutt eisini, sigur
Dan Jacobsen.
Men fyri at standa ímóti
teirri kapppingini, hava teir
nútímansgjørt framleiðsl
una á Atlanticpane.
Vit hava keypt nýggjar
maskinur, sum effektivisera
framleiðsluna munandi. Í
dag verður so at siga einki
gjørt við hond, og tað, sum
tekur longstu tíð hjá okkum
í dag, er at tasta støddirnar
á rútunum inn á telduna.
Síðani sker maskinan rút
arnar í ynsktu støddina, og
tað gongur ógvuliga skjótt
fyri seg. Fyrr varð alt skorið
við hond, so vit hava
effektiviserað framleiðsluna
munandi, og tað ger eisini,
at vit kunnu bjóða okkum
fram í kappingini við bíligu
londini í gamla eystur
europa,
sigur
Heðin
Zachariasen.
Nóg mikið at gera
Nýggja avtalan við H
DYGD hevur merkt, at teir
hava havt meiri at gera á
Atlanticpane.
Vit eru í løtuni 11 starvs
fólk á virkinum í Kollafirði,
og tað sær út til at vera
rímiliga passandi. Vit hava
verið færri, men eftir at
avtalan við HDYGD kom
upp á pláss, hava vit sett
tvey starvsfólk aftrat, sigur
Dan Jacobsen.
So tað sær rættiliga gott
út hjá virkinum í løtuni, og
eisini meta teir báðir, at
framtíðar
vánirnar
eru
bjartar.
Vónirnar til framtíðina
hevur mann altíð. Tað verð
ur sagt, at fortíðina kennir
tú, men ikki framtíðina, tó
tað er eingin ivi um, at skal
tú reka eitt vinnuvirki í
Føroyum, so krevst, at tú
sær bjart upp á framtíðina,
og tað gera vit eisini, sigur
Heðin Zachariasen.
Hann vísir á, at teir ikki
hava havt meiri at gjørt enn
nú.
Vónandi fer tað at halda
fram, og vit hava í hvussu
er gjørt okkum út til at taka
ímóti avbjóðingunum, og
hóast vit eru teir einastu í
Føroyum, sum framleiða
glas, eru vit sjálvandi í kapp
ing við aðrar uttanlands, og
tað ætla vit okkum at liva
upp til. Higartil hava vit
havt rættiliga nógv at gjørt,
og tað sær út til at fara at
halda sær eisini restina av
árinum,
sigur
Heðin
Zachariasen.
Hava økt um
starvsfólkatalið
Atlanticpane hevur í mong ár hildið til í Kollafirði, seinastu árini í hesum bygninginum á keiøkinum
Lundin minkar í Oyggjunum
Í Íslandi hevur Náttúrustovan á Suðurlandinum mælt myndugleik
unum til at seta monnum forboð fyri at veiða lunda frá og við hes
um árinum. Núttúrustovan sigur, at veiðan er ikki burðardygg long
ur. Vestmannaoyggjarnar er størsta lundaland í heiminum, og hildið
verður, at har eru 704.000 pør, sum eru eldri enn fimm ár. Taðer tó
væl minni enn fyrr, og serkøn meta, at lundastovnurin í Oyggjunum
er minkaður eini 25 prosent tey seinastu fýra árini. Tí mælir
Náttúrustovan myndugleikunum til at banna lundaveiði. Borgar
stjórin í oyggjunum, Elliði Vignisson, sigur við Morgunblaðið, at í
dag er so lítil roynd eftir lunda har, at tað ávirkar ikki stovnin.
Danfoss stórt hall
Tað gongur illa hjá teirri stóru donsku ídnaðarfyritøkuni
Danfoss. Fyritøkan hevur júst kunngjørt roknskapin fyri
tann fyrsta ársfjórðingin í ár, og hann vísir heilar 562
milliónir krónur í halli. Tað skal so samanberast við, at somu
mánaðir í fjør hevði fyritøkan 164 milliónir krónur í avlopi.
Danfoss hevur koyrt nógv fólk til hús teir seinastu mánað
irnar, og leiðslan skrivar í viðmerkingunum til roknskapin,
at fleiri uppsagnir kunnu koma afturat. Fyritøkan sigur, at
sølan er minkað nógv í Týsklandi, Russlandi, Kina og USA,
men at hon harafturímóti er vaksin í Latínamerika.
H-DYGD og Atlanticpane hava gjørt samstarvsavtalu. Frða vinstru: Jóhan á Mýruni, sølustjóri, H-DYGD, Fróði Hansen, virkisleiðari,
H-DYGD, Heðin Zachariasen, stjóri, Atlanticpane, Jónberg á Mýruni, stjóri, H-DYGD og Dan Jacobsen, stjóri, Atlanticpane