mikudagur 10. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 108 - 10. juni 2009
Í Nólsoy eru menn
ógvuliga harmir og
argir um, at stutt
leikabátar í hópatali
grópa havið kring
oynna upp og styggja
lundan longri út á
havið. Hetta er ser
liga fortørnað nú,
tá stórur partur av
búlandinum skolaði
burtur í januaródnini
í fjør, og fuglurin skal
byggja sær nýggjar
holur
LUNDAHOLUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
»...álkubøli og lundaholur
skulu nú fáa skamm«
Soleiðis hugsaði gorpurin
gamli í Fuglakvæðnum,
men meðan tjaldrið megn
aði at spilla hansara veiði,
so sær út til havna rmenn í
stuttleikabátum eru væl á
veg at oyða lundan á Urðini
í Nólsoy.
Tað halda nólsoyingar í
hvussu er. Teir ilskast inn á
teir nógvu stuttleikabátar
nar, sum næstan dag og
dagliga grópa sjógvin rund
an um Nólsoynna upp, og
onkran dagin hava teir talt
upp í 35 slíkar bátar stim
andi fram við Urðarlandi
num eystanfyri Nólsoynna.
Tað sigur seg sjálvt, at
fær lundin ikki frið at sita á
sjónum inni undir landi, so
flytir hann seg longur út frá
landi. Og tað er ógvuliga
óheppi, ikki minst nú, tá
fuglurin skal grava sær
nýggjar holur, sigur Rene
Hansen, ein av heilt stinnu
fleygamonnunum og røkt
ingarmaður í Heimaruhelvt,
sum Urðin hoyrir til.
Eisini ein annar íðin
fuglamaður, hálvi nólsoy
ingurin Jørleif Kúrberg, er
sera
harmur
um,
at
stuttleikabátarnir
órógva
lundan útfyri Urðina.
Fuglurin fær ikki frið at
festa bú aftur, og hendir tað,
er tað eisini slutt við at gagn
nýta lundan á Nólsoynni,
sigur Jørleif Kúrberg.
Vit sum eru vanir at
ganga á fleyg løgdu tað til
merkis longu tá Norðlýsið
byrjaði at sigla kring Nóls
oynna. Fuglurin, sum sat á
sjónum út fyri Urðina, fór
upp at flúgva eina løtu, tá
Norðlýsið kom fram við,
men síðani bleiv hann burt
ur fyri dagin, sigur Rene
Hansen.
Má fáa frið
Lundin er ógvuliga viðbrek
in fuglur, og tí er tað
tvingandi neyðugt, at hann
fær frið at sita, og at hann
sjálvur ger av, nær hann fer
upp at flúgva.
Tú sær tað, bara menn
eru á fjalli á Urðini, og lund
in tískil ikki fær frið at sita
í urðini. Tað er ikki hugs
ingur um at fáa nakað slíkar
dagar, sigur Rene Hansen.
Hann heldur eisini, at tað
er ógvuliga óheppi, at
føroyingar í sínum ídni at
vísa fuglalondini fram føra
ferðafólkini heilt inn í
fuglalondini,
og
harvið
órógva fuglin almikið.
Í øðrum londum hevur
fólkið á staðnum nógv
meiri virðing fyri náttúruni.
Har fara tey ikki heilt inn á
fuglar og djór, men halda
virðiliga frástøðu og nýta
kikara. Í Føroyum fara vit
inn í kjarnan av koloniunum
við tí úrsliti, at fuglurin
rýmir og at enda als ikki
kemur aftur, sigur Rene
Hansen.
Hann vísir á, at fuglalívið
undir Vestmannabjørgunum
er nærum útdeytt, tí bátar
sigla har dag og dagliga og
fuglurin fær ikki neyðuga
friðin.
Fuglurin má fáa frið, ann
ars rýmir hann, so einfalt er
tað, sigur Rene Hansen.
Valla aftur
Teir tríggir hagapartarnir í
Nólsoy tóku í fjør avleið
ingarnar av ringa briminum,
sum skolaði ein stóran part
av niðaru urðini burtur.
Harvið hvurvu hópurin av
búholum hjá lundanum,
umframt fleiri fleygasessir.
Tað var tí stórur vandi
fyri, at um menn fóru á
fleyg í gomlu Urðini, fóru
teir at seta seg mitt í fugla
landið, tí sessirnir vóru
burtur, og harvið vildu teir
fleyga ein stóran part av
búfuglinum, sum so aftur
hevði verið til óbótaligan
skaða fyri stovnin, sigur
Rene Hansen.
Teir tríggir hagapartarnir,
Heimarahelvt, Junkarshagin
og Borðan gingu tí saman
um
eina
áheitan
á
nólsoyingar um ikki at fara
í gomlu Urðina at fleyga,
men heldur fara í sessin í
Høvdanum í Nýggjurð, har
saktans ber til at fáa eitt
kók, ella meiri enn tað.
Tað vísti seg, at nóls
oyingar tóku væl undir við
áheitanini. Vit hava jú ikki
myndugleika
at
banna
lundafleygi,
men
allir
hagapartarnir tóku undir
við áheitanini, og samtykt
varð, at hon skuldi verða
galdandi fyri í ár eisini,
sigur Rene Hansen.
Lundi býr eisini í holum
suðuri á Hósmøl og norðuri
á Stiðjabarmi, eins og lundi
eisini finst suðuri á Borðuni,
men hetta er bert í smáum
nøgdum, og tað ber bert til
hendinga ferð at fáa eitt
kók har.
Teir tríggir hagapartarnir
hava eisini tikið stig til at
pjøssa upp á niðaru urðina,
sum fyri stóran part er
skolað burtur, og teir hava
keypt tveir sekkir av grasfræ
í part.
Vit gjørdust ov seinir at
sáa í fjør, men so skjótt
hann kemur við támi og
stilli, so fræið ikki fýkur
burtur, fara vit at sáa, sigur
Rene Hansen.
Tað finst eingin myndug
leiki hjá hagapørtunum at
banna stuttleikabátum at
sigla rundan um Nólsoynna,
men teir heita staðiliga á
menn um at hugsa um
fuglin og halda seg í minsta
lagi tríggjar fjórðingar úr
landi, tá teir sigla eystan
fyri Nólsoynna, so lundin
kann fáa frið at festa búgv
aftur á Urðini. Ella við orð
unum hjá Nólsoyar Páll:
»Einki dámaði lundanum
at sita í slíkari tøðu,
hann
gróv
sær
eina
nýggja holu
og síðani fekk sær bøgu«
Stuttleikabátar oyða lundan
Stórur partur av niðaru urðini skolaði burtur í
januaródnini í fjør, og nú má lundin grava sær
nýggjar holur
Mynd: Rene Hansen
Kavarar funnið kavbát
Kavarar hava funnið vrakið av sovjetska kavbátinum S2,
sum sakk undir seinna heimsbardaga eftir at hava siglt á eina
minu í Álandshavinum nærhendis markinum millum Svøríki
og Finnland. Allir teir 50 menninir, sum vóru við kavbátin
um, doyðu. Kavarar hava leitað eftir S2 líka síðani 1999, og
í gjár bleiv kunngjørt, at vrakið er funnið. Svenska tíðinda
stovan TT skrivar, at russiska sendistovan í Stockholm er
kunnað um, at S2 er funnin. Russisku myndugleikarnir
hava fyrr biðið Svøríki og Finnland kanna, hvat hendi S2,
sum mhvarv tann 2. januar í 1940.
Shell rindar skaðabøtur
Oljufelagið Shell er gingið við til at rinda avvarandi hjá
mannarættinda og umhvørvisstríðsfólki í Nigeria 15,5
milliónir dollarar í endurgjaldi. Afturfyri sleppur felagið undan
einum rættarmáli. Málið hevur sín uppruna í 1995, tá nigeriskir
myndugleikar dømdu níggju menn til deyða og hongdu teir fyri
at hava stríðst fyri mannarættindum og fyri at verja umhvørvið í
ósanum á Nigeránni, har Shell hevði sína oljuvinnmu og hjálpti
myndugleikuinum. Avvarandi hjá teimum níggju løgdu málið
fyri ein amerikanskan dómstól, men Shell hevur gjørt av at
rinda endurgjald, aftur fyri at málið verður tikið aftur.