Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 108 - 10. juni 2009 Sosialurin Aftur eitt meistaraavrik Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Føroyar eru smáar, og fyritreytirnar at gera vart við seg á altjóða pallinum eru ikki so góðar, sum tær eru hjá teimum flestu. Tí er tað so lívg- andi og gevandi, tá ið løtan ber við sær posit iva umrøðu bæði heima á landi og uttanfyri land- oddarnar. Seinastu vikurnar hava vit fleiri ferðir verið vitni til sovornar hendingar. Svimjararnir við Páli Joen sen á odda hava syrgt fyri góðari umrøðu, Sunleif Rasmussen hevur við síni operu syrgt fyri sínum, og í gjárkvøldið var tað so U21 lands liðið í fótbólti, sum tók okkum á bóli. Bæði okk um her heima á landi, men eisini stóra fótbólts- heimin. Tá ið tað fyri síðstu ferð hevði ljóðað úr floytuni hjá norðurírska dómaranum, dittaðu vit okkum á Portalinum at staðfesta, at 1-0 sigurin á Russ- landi var størsta fótbóltsliga bragdið síðani tiltikna 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona 12. september í 1990. Føroyingar fegnast um úrslitið, og fótbólts heim- urin undrast og spyr seg, hvussu tað aftur og aftur kann bera til, at Dávid kann fella Goliat. Ungu menninir vístu hugburðin og áræðið, sum tað er neyðugt hjá okkum sum tjóð at vísa í øllum viðurskiftum og umstøðum, um vit skulu hugsa um at sammeta okkum við onnur: sjálvsálit, arbeiðssemi, samanhald, stóra tilvitan um egin evni og góðan førleika í at lesa mót- støðumenninar av. Vit siga tillukku til tjóðina, og vit geva teimum herðaklapp, sum eiga sín lut í hesum. Umframt spælararnar og venjararnar og hini, sum eru kring sjálvt liðið, snýr tað seg um feløgini, ið standa aftanfyri, og tað snýr seg sanniliga eisini um Fótbóltssambandið, sum við sínum virksemi syrgir fyri, at hollir føroyskir venjarar eru at taka sær av hesum. Leygardagin fingu nýggir venjarar prógv, og tað var í gjárkvøldið hugaligt at síggja, at teir báðir, sum stóðu á odda fyri liðnum, eru evnaríkir føroyskir venjarar, sum eru útbúnir Føroyum. Í kvøld er avbjóðingin stór hjá a-landsliðnum og nýggja venjaranum. Kring heimin verður fylgt við í, hvussu tað fer at hilnast, tá ið lítlu Føroyar fara at spæla ímóti stóra Serbia. Aftur verður fótbólturin ambassadørur fyri okkara kæru og smáu oyggjar. Vit ynskja liðnum blíðan byr, og vit fegnast um, at meistaraavrikið í gjárkvøldið vísti, at tað eisini í framtíðini vera teir, sum fara at royna at lyfta arvin. Við vaksandi undran havi eg lisið eina politiska við­ merking í bløðunum frá landsstýriskvinnuni í menta málum, Helenu Dam á Neystabø. Var í fyrsta umfari spent­ ur at lesa viðmerk ingina. Tí vónin var, at vit nú á fyrsta sinni síðani hetta landsstýrið tók við fyri knapt 10 mánaðum síðani, fóru at síggja eitt lands­ stýrisfólk, ið hevði onkra politiska ætlan ella eina politiska meining um sam­ felagið at leggja fram alment – og ikki bert send­ ir tíðindaskriv frá embætis­ verkinum um okkurt um sitingarligt mál við mynd av landsstýris fólkin­ um. (Hetta er tað, ið van­ liga verður rópt “politiskt spinn”). Men viðmerkingin snúði seg tíverri hvørki um fram­ sóknan mentanar politikk ella útbúgvingarpolitisk átøk. Nei, mentamálaráðharrin er farin í blekkhúsið til tess at harta sín samgongu­ felaga, Edmund Joensen, fyri at siga sínar hugsanir hart um at vilja liva av donskum pengum og undir donskum skipanum í Føroyum. Og síðani hartar mentamálráðharrin undir­ ritaða fyri at hava gjørt greitt, hvørka støðu Tjóð­ veldi hevur til búskaparligt heftni og vantandi politiska ábyrgd – og hvørji mál vit hava til tess at skapa ein tryggan búskap, vinna á búskaparkreppu og skipa okkum frælst millum onnur lond í heiminum. Andstøðan í samgonguni fær rúmd Mentamálráðharrin, sum eisini hevur ábyrgd av einum kringvarpi í kreppu og av fjølmiðlapolitikki sum heild, vil í sínum inn­ leggi vera við, at undir­ ritaði stýrir fjølmiðlunum – og at andstøðan eftir øll­ um at døma fær ov nógva rúmd í fjølmiðlunum(!). Til tað er at siga, at so liva vit eftir øllum at døma ikki í sama samfelag. Tað man neyvan vera nakað land um okkara leiðir, har ein stjórn, ið hevur koyrt landið í fíggjarligt óføri og nú situr undir eini altjóða fíggjarkreppu, sleppur at sita og onki gera, meðan allar avgerðir verða stýrdar av politiskum rossahandl­ um millum landsstýrisfólk og samgongupolitikarar. Har útbúgving, mentan og veikir samfelagsbólkar verða skornir við smáum – men fyri politiska hugsjón og framtíð avgerandi – upphæddum, samstundis sum sterkastu áhugabólk­ arnir sleppa at játta 10­tals milliónir til síni áhugamál. Har ein løgmaður fer alment út og heitir á allar føroyingar um at fara á eina fólkaatkvøðu, vit ikki sjálv hava samtykt ella hava nakra fólkaræðisliga ávirkan á – og knøpp 90% nokta at fara á val! Í øllum fólkaræðisligum londum hevði hetta elvt til forsíðusøgur í hópatali, kjak, hvassar spurningar og greiningar – og ábyrgdar­ havandi politikararnir høvdu verið konfronteraðir og settir til svars fyri gongd ina og úrslitini. Men í einum politiskum leiðsluloysi og tómrúmi, spjaðir dølsknið og upp­ gávulyndið seg eisini í fjølmiðlunum. Og tað er kanska skilligt. Tí hvørki løgmaður ella tey lands­ stýrisfólk, ið eru vald til við lóg at hava ábyrgd og stjórna landinum, siga nakað politiskt ella leiða nakað. Siga bert, at sam­ gongan arbeiðir við onkrum og svara í eystur, tá spurt verður í vestur. Tað er helst tí, at andstøðan innan vert samgonguna, fær nógva rúmd. At samgongu­ politikarar, sum knappliga meina okkurt, ið eisini er ímóti samgongutóm rúmin­ um, seta dagsskránna. Tað hava Edmund Joensen, Laksáfoss og aðrir floks­ felagar hjá løgmanni gjørt dúgliga seinasti 10 mán að­ irnar. Meiningsloysi skal valdast Kanska er tað hetta, sum í veruleikanum hevur fingið ilt í mentamálaráðharran. Men so ræður um at standa fram politiskt og gera greitt, hvønn politikk, tú hevur og hvar tú ert samd­ ur ella ósamdur. Hóast eg eri grundleggjandi ósamd­ ur við Edmund Joensen, so hevur hann rætt at føra síni sjónarmið fram og fáa orðaskifti um tey. Og eg haldi meg hava skyldu at føra tjóðveldishugsjónoma, meiningar og loysnir fram alment, uttan at verða hartaður av mentamála­ ráðharranum fyri at hava ein politikk og eina kós. Bert soleiðis kann fólka­ ræðið virka og meiningar kunnu brótast og flyta samfelagið fram á leið. Mentamálaráðharrin heldur eftir øllum at døma, at tað skeivt at loyva polit­ iskum meiningum, hug­ sjónum og orðaskifti fram í fjølmiðlunum og í almenna kringvarpinum. Og í einari heilari grein sigur hon onki um, hvat hon sjálv ella flokk ur hennara stendur fyri hugsjónarliga, búskap­ ar liga, sosialt, mentanar­ liga ella viðvíkjandi sjálv­ ræðisspurninginum. Síggi hetta sum enn eitt dømi um, at javnaðar­ flokkurin hevur ongan politikk at bjóða og gerst ístaðin sera ørkymlaður, tá stórir og grundleggjandi spurningar eru á dags­ skránni. Vil hava tað burtur, so tey sleppa undan at taka støðu. Ella sigur sum vanligt, at vit skulu uppfinna onkra loysn, sum ikki ber í sær ábyrgd, fullveldi ella broytingar. Ístaðin góðtekur og fremur flokkurin, at alment fæ og samhaldsfesti verða avreidd á ein hátt, ið sjálvt Ronald Reagan, Margareth Thatcher og Óli Breck­ mann høvdu hildið vera íðan ov asosialt. Mentamálaráðharrin mælir frá meiningum HøgNI HoydAL