mikudagur 10. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 108 • 10. juni 2009
8. partur
Tær vanligu skipsdagbøkurnar,
sum skipararnir skuldu skriva,
høvdu vanliga bert upplýsingar
um positión, veður og fiskarí.
Men hetta er eitt sjáldsamt dømi
um, at ein fiskimaður, Bernhard
var kokkur, hevur skrivað dagbók
fyri hvønn dag í árinum, har hann
lýsir týdningarmiklar hendingar
og eisini sínar hugsanir. Positiva
lyndið hjá Bernhardi verður lýst
av, at hann nærum hvønn dag
endar dagbókina við “alt væl.”
Men vit geva Bernhard orðið:
Skipsboð.
Mikudagur, 26. februar 1930
Verið inni í Miðvági hjá doktar
anum fyri oyra. Eg fekk til ráð at
koyra glyserin í oyrini og nap(ull)
fyri, tað er óhugnaligt at hava.
Eg eri nú so stak deyvur. Vit
fingu boð at koma í gjár, so nú
er tað liðugt fyri hesaferð. Eg
skal fara fríggjadagin. Veðrið
er gott. Fyrrapartin var ættin
landsynningur, nú er útsynningur
sunnan. Eg havi bundið (bøkur)
inn, sluttað. Alt væl.
Hósdagur, 27. februar
Lagað garðar fyrrapartin, síðani
havi eg gjørt ymiskt, riggað mær
alt av og goymt tað burtur. Veðrið
var toluligt, men nú er regn. Ættin
er útsynningur sunnan. Alt væl.
Fríggjadagur, 28. februar
Eg havi nú verið hjá doktaranum
aftur. Nú hoyri eg sum fyrsta
dagin. Tað er ein lætti omaná
hesar báðar dagarnar. Eg havi í
dag pakkað niður. Eg skal avstað
í morgin við "Smirli". Eg havi sitið
uppi til kl. 4½ í nátt. Anna og Elsa
sótu eisini. Ikki eydnaðist tað,
sum eg bíndi uppá. Nú fari eg í
morgin, Jesus verið við mær. Nú
fara allir. Janus og systur komu í
dag við "Smirli".
Leygardagur, 1. mars
Í morgun tá "Smiril" pípaði
mundi tað heila ligið eftir. Tað
var so gott sum eingin uppi, tá
hann kom. Hann hevði longu
pípað triðju ferð, tá vit komu inn
á Leitið. Gamli var gruggutur,
tí hann mátti støðga so leingi.
Tað var rusk á sjónum, tung
alda, men blíkaði, tá vit komu
í Hestfjørð. "Suðuroy" er ikki
komin á Havnina. Vit logeraðu á
Sjómansheiminum. Eg fór í song
kl. 10 í kvøld.
Sunnudagur, 2. mars
Var í kirkjuni. "Suðuroy" er komin.
Vit fóru umborð, tá vit komu aftur
úr kirkjuni. Har sá heldur ónosligt
út, og døgurða fingu vit ongan.
Teir høvdu óútvatnaðan klippfisk
og sjósaltaða suppu til døgurða.
Eg reiddi mær so upp og gekk
eitt sindur í landi, men tørnaði so
tíðliga inn.
Fríggjarabrævið
Mánadagur, 3. mars
Vit fóru at stabbanum í morgun
tíðliga. Síðani hava vit tikið salt
og vatn. Í kvøld havi eg so gjørt
nakað sum víst hevur stóran
týdning fyri lívið í heila tikið. Eg
havi skrivað bræv til hana, Onnu,
gentuna sum eg nú í longri tíð
havi elskað. Tað eydnaðist mær
ikki at fáa tað sagt, meðan eg
var heima. Nú er tað sagt, so nú
fer Gud og eydnan at ráða. Tað
verður strævið hjá mær at liva
í ótta og iva allan hendan túrin,
men tað fer so at verða sum tað
vil. Svar fái eg einki, fyrr enn eg
komi aftur. Ja, eg elski hana av
mínum heila hjartað, og havi gjørt
tað, eg haldi alt mítt lív. Nú er
brævið farið í postkassan, og í
morgin lesur hon tað.
Týsdagur, 4. mars
Liggja enn við stabban. Vit hava
í dag tikið proviantin umborð,
og eitt sindur av salti afturat.
Hetta er strævnasti dagurin hjá
mær á túrinum. Eg sveitti sum
ein hundur av at baksa við 200
punds sekkirnar og stúgva teir
av og so allan hin proviantin.
Her er tó so dámligt, eftirsum
tað plagar at vera, men strævið
er tað tó kortini. Veðrið er gott.
Nú hevur hon lisið brævið. Eg
eri so spentur og ótolin at fáa
at vita, hvat hon sigur. Eg gangi
og hugsi um, at hon kanska fer
at stappa mær eitt bræv niður í
klæðnaposan, men tað er býttligt.
Eg má bíða til í summar.
Mikudagur, 5. mars
Fólkið kom í dag vestanífrá og
eisini norðaneftir. Vit hava í dag
tikið kol, og síðani havi eg tikist
við eitt og annað. Í dag hava vit
so mynstrað. Tað vóru allir inni
hjá Fysikus at taka sýnsprøva,
men eg slapp ikki upp í part har.
Nógvir dumpaðu. Eini 5 vóru
sum ikki fingu sýnsprøva. Á
fútakontórinum var ein gangur av
Sigfred (Skaale) og øllum hesum
smáu. Hann bjóðaði teimum sigar
og flenti at teimum. Eg havi ikki
verið við til sovorðna mynstring
fyrr. Alt væl.
Hósdagur, 6. mars
Teir hava í dag verið eftir ísi og
sild. Nú eru vit klárir at sigla, og
nú er alt komið umborð, bæði
fólk og alt, sum vit skulu hava. Vit
fara ikki út í kvøld, men í morgin
um Gud vil. Vit liggja enn við
stabban og fara ikki frá, fyrr enn
vit fara út. Veðrið er gott. Eg havi
verið í landi og spákað í kvøld.
Alt væl.
Fríggjadagur, 7. mars
Ikki bleiv útfarið í dag. Vit hava
nú tikið tað, sum vantaði umborð.
Jacob Pauli og Ábraham og ein
kollfirðingur komu ikki fyrrenn
í dag. Tað var av misgávum, at
eg skrivaði soleiðis til í gjár. Nú
eru vit klárir at fara. Eg hugdi tó
gjølla eftir í klæðunum, um ikki
okkurt skuldi vera til mín, men tað
var einki uttan nøkur orð frá Elsu,
og so ein heilsa frá Onnu. Eg
bleiv skuffaður, men tað nýttist
eg ikki at verið, tí eg vildi einki
svar hava fyrr enn eg kom aftur.
Alt væl.
Leygardagur, 8. mars
Nú eru vit útfarnir. Í
dag kl. 1 eftir middag
Kokkurin á Nólsoy:
Mátti bíða mánaðir eftir svar
uppá fríggjarabrævið
Tann av manningini á Nólsoy, sum vit vita mest um, er kokkurin Bernhard Hendriksen úr Sandavági. Hann var annars tann einasti
sum fekk grøv. Í 1930 skrivaði hann eina dagbók, sum er ein einastandandi lýsing bæði av manninum og av lívinum hjá einum
fiskimanni. Í 1930 var Bernhard við Suðuroy við sama reiðarí og sama skipara sum við Nólsoy fýra ár seinni. Vit fara at endurgeva
ein part av hesi dagbók fyri at lýsa skipslívið, sum tað var um hesa tíðina. Byrjað verður við, tá ið Bernhard fær skipsboð
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Bernhard Henriksen skrivaði dagbók
hvønn dag í 1930
➘
Í 1930 var Bernhard við Suðuroy