mikudagur 10. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 108 • 10. juni 2009
fóru vit út. Enn eru vit ikki komnir
langt, vit liggja útfyri Rituvík. Tá
vit vóru komnir eystur um Nólsoy,
tá høvdu teir gloymt loddini eftir,
so mátti báturin aftur í land eftir
teimum. Ebbi (Müller, sonur
reiðaran) kom umborð aftur við
teimum og bemandingslistanum.
Hann hevði skiparin eisini lagt
eftir á Sjómansheiminum. Veðrið
er gott, eitt lítið fleyr. Alt væl.
Sunnudagur, 9. mars
Tað er í dag nakað av vindi og
kavaroki. Vit liggja og kroka eystan
fyri Fugloy. Her er slætt og gott
veður. Vit høvdu lestur um middag
in og andakt í kvøld. Alt væl.
Mánadagur, 10. mars
Liggja á Norðurhavinum. Ættin er
útnyrðingur, tað er nógvur vindur.
Vit hava fingið okkum at kóka.
Vit halda ikki á enn, tí hann er so
tvørligur í vindinum. Alt væl.
Týsdagur, 11. mars
Tað er enn ódnarveður av útnyrð
ingi norði. Vit liggja bakk. Tað
er heldur ófýsið at byrja við, og
fólkið er einki serligt tilpassar.
Tað gongur tó so frætt tað kann.
Alt væl.
Mikudagur, 12. mars
Grækarismessudagur! Vit eru
nú byrjaðir at sigla, vit byrjaðu
í kvøld. Hon gongur nokk so
skjótt o.u. 5 míl. Ættin er nú
landnyrðingur norðan. Teir smáu
eru summir nakað ringir av
sjóverki, annars er alt væl.
Hósdagur, 13. mars
Tað er í dag nokkso nógvur vindur
av landnyrðingi. Hon gongur sum
á gróti, o.u. 8 míl. Hann hevur
kavað av og á í dag. Alt væl.
Fríggjadagur, 14. mars
Í dag er stormur av landnyrðingi.
Vit sigldu fyrrapartin, hon gekk
sum á gróti, inntil vit sóu land,
so bleiv tillagt. Í kvøld hava vit so
ligið bakk. Tað er í dag ógvuliga
kalt. Alt væl.
Leygardagur, 15. mars
Vit liggja nú útfyri (?), tað er sami
stormurin og ættin er tann sama.
Tað er bítandi kalt. Í kvøld stilti av.
Vit sóu fyrsta fiskin í kvøld, hann
fór livandi á pannuna. Alt væl.
Sunnudagur, 16. mars
Fínt veður. Liggja í sama stað.
Høvdu lestur um middagin og
andakt í kvøld. Alt væl.
Mánadagur, 17. mars
Eru nú komnir eystur til oyggjar
nar. Vit sigldu higar í nátt. Vit
hava í dag fingið o.u. 400 fiskar.
Ættin er landnyrðingur. Alt væl.
Týsdagur, 18. mars
Nógvur vindur av landnyrðingi.
Lógu bakk allan fyrrapartin. Vit
hálaðu av kl. 6 í kvøld, og fingu
o.u. 400 fiskar. Nú í kvøld er gott
veður, men kalt. Alt væl.
Mikudagur, 19. mars
Vit eru nú á veg vestur eftir.
Vit hava í dag roynt inni undir
Eyrabakka. (Her rak Bernhard á land
sum lík fýra ár seinni.) Har fekst
lítið, o.u. 50 fiskar var øll veiðan.
Tað er ógvuliga kalt. Alt væl.
Hósdagur, 20. mars
Kavarok av landsynningi fyrra
partin. Gekk so upp til landnyrðing
seinnapartin. Liggja vestureftir
ímóti Selvogsbankanum. Hava ikki
hálað av, alt er so avísað. Kuldin
er herviligur. Alt væl.
Bítandi kuldi
Fríggjadagur, 21. mars
Í morgun var hon undarlig at
síggja. Hvør dropi, sum kom á
hana í gjár frysti. Alt var hvítt,
líka frá knappunum og niður á
sjógv. Allir endar vóru sum ein
ormur so tjúkkur á dekkinum,
at fokkan fekk ikki farið eftir
loybumminum. Í morgun fóru teir
so at bróta leyst. Teir skoldaðu og
bankaðu og bardu. Ikki fingu teir
hálað av fyrr enn eftir middag.
Vit fingu o.u. 300 fiskar. Teir
smáu eru kaldir. Ein stendur niðri
í gongini í kahyttuni. Ein heldur
hendurnar niður í roykhattin, so
vit eru við at kódna niðri undir.
Leygardagur, 22. mars
Liggja inni við land. Vindurin er
nógvur, men tað líður eitt sindur.
Hann er eystaneftir í ættini. Vit
hava ligið bakk í dag, og tað hava
skipini gjørt yvirhøvur. Vit hava
sæð fleiri skip í dag. Alt væl.
Sunnudagur, 23. mars
Í dag hevur veðrið verið gott.
Ættin er landnyrðingur, so
tað er slætt. Vit høvdu sum
vanligt lestur um middagin. Í
kvøld hava vit verið umborð á
"Silver Belle" til møti. Tað var
ógvuliga hugnaligt. Vit høvdu
møti í lugarinum, síðani blivu
vit trakteraðir, so væl sum
teir kundu. Magnus (í Rituvík),
skiparin, vísti okkum so skipið,
serliga motorin, sum teir vóru
ógvuliga forliptir uppi í. Tað
er ikki meira enn hendilsi at
koma soleiðis fyri, at tvey
skip kunnu hava møti saman á
Suðurlandinum. Alt væl.
Mánadagur, 24. mars
Veðrið var gott fyrrapartin. Kl. 4
seinnapartin bleiv hálað inn. Vit
hava í dag o.u. 800 fiskar. Nú
er stormur av landsynningi og
kavarok. Ættin er landsynningur.
Alt væl.
Týsdagur, 25. mars
Í dag hava vit o.u. 1400 fiskar.
Tað er gott veður. Ættin er
útnyrðingur. Tað síggjast nógv
skip afturút. Alt væl.
Mikudagur, 26. mars
Óveður. Liggja bakk. Hava ligið
bakk í allan dag. Tað er ónossligt.
Vátakavi av landnyrðingi. Alt væl.
Hósdagur, 27. mars
Sama óveður og ættin tann sama.
Hava aftur í dag ligið bakk allan
dagin. Alt væl.
Fríggjadagur, 28. mars 1930
Nú er hann eystan í ættini. Lógu
bakk til kl. 3 seinnapartin, so
bleiv avhálað og vit fingu o.u.
1000 fiskar. Alt væl.
Leygardagur, 29. mars 1930
Aftur óveður. Hava ligið bakk
í allan dag. Tað hevur verið
kavarok og stormur. "Albert",
"Victor" og "Vágoy" hava praiað
okkum. Alt væl.
Sunnudagur, 30. mars
Fínt veður í dag. Ættin tann
sama. Høvdu lestur sum vanligt
og andakt í kvøld. "Havfari" og
fleiri hava preiað okkum í dag.
(Hetta var áðrenn skipini høvdu
radiotelefon. Samskiftið var tískil,
at skipini komu so nær hvørjum
øðrum, at tey kundu rópa millum
sín. Hetta var at preia.)
Tað er stilli nú. Alt væl.
Mánadagur, 31. mars
Toluligt veður. Ættin er landnyrð
ingur ella eystan. Nakað av vindi
seinnapartin. Nógv skip at síggja
í dag, millum annað "Docea". Tað
er ikki so kalt nú. Vit hava o.u.
1000 fiskar. Alt væl.
Týsdagur, 1. apríl
Gott veður. Vit hava o.u. 600
fiskar. Vit hava í dag sæð "Sigrid".
Ættin er landnyrðingur. Alt væl.
Mikudagur, 2. apríl
Veðrið gott og ættin tann sama.
Hava o.u. 500 fiskar. Alt væl.
Hósdagur, 3. apríl
Nú er ættin útsynningur. Tað
síggjast nógv skip. Vit hava o.u.
1000 fiskar. Alt væl.
Fríggjadagur, 4. apríl
Veðrið er gott í dag. Tvey skip
hava preiað okkum. "Titania", hon
hevði 12.000 og "Skarvasteinur"
hon hevði 24.000. Tey bóru okkum
sorgarboð. "Ernestina" er farin á
land. 9 mans eru deyðir. Harrin
hjálpi teimum, sum heima eru og
skulu hoyra tey syrgiligu boð, at
ein ella annar av teirra kæru her
hava latið lívið.
(Ernestina er samstundis
søgan um eitt tað fremsta
bjargingaravrik í Føroya søgu. 17
av monnunum vórðu
bjargaðir, ti tað
eydnaðist einum av
Brot úr dagbókini
Skipari á Suðuroy og seinni á Nólsoy
var Hans David Hansen úr Hósvík
➘
Áðrenn teir fara avstað verða skipini riggaði til við stabban við Müllers pakkhúsi. Her liggja Saltaire, innast, og
Tre Søskende hjá sama reiðarí.