Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Marstin and the Revelators opinbera seg á G! Nú er greitt, at kristiligi bólkurin Marstin and the Revelators framføra á Gøtusandi í summar, til ársins G! Festival. Síðani teir byrjaðu í 2008, hava hesir ungu menninir spælt fyri fleiri túsund áhoy- rarum á festivalum runt um í Evropa. Eitt nú kann nevnast Bretland, Ísland og Føroyar. Martin er kendur fyri at verða nærverandi á pallinum og hetta smitta eisini av á áhoyrararnir. Sangir sum Salmon Song fær áhoyrararnar í kók. Teir hava longu vunnið tríggjar kappingar í Bretlandi, mil- lum annað kann nevnast Moles Students Battle of the Bands og The best of the South West Acoustic. Í 2008 og 2009 trein bólkurin á pall á Fjarðafestivalinum, og nú ber til at uppliva teir á ársins G! Festivalinum. Á heimasíðu sínari, siga fyrireikarar millum annað soleiðis um nýkunngjørda navnið. - Ein Marstin-konsert er altíð eitt upplivilsi. Bjálkin, alt hvílur á, eru stuttligu, dummu og ofta djúpu søgurnar, sum hann forte- lur. Tað, sum so veruliga ger tað áhugavert, er hvussu hann fortelur tær. Marstin lyftir seg á sínum konsertum uppum vanligu, beint fram konsertina við tónleiki einans. Hann argar áhoyrararnar við skemtili- gum viðmerkingum og øsir teir við løgnum felagssangi. Hann er ikki bangin fyri at hoppa av pallinum og hevur fyrr býtt mikrofonir út mil- lum samankomnu fjøldina, so tey kunnu avloysa hann. Í dag kunnger festivalurin við Múrin enn eitt útlendskt navn, ið trínur á pall í Kirkjubø í summar, og talan er um bretska poppbólkin Hatcham Social. Hatcham Social eru í løtuni á sama plátufelagi sum The Ravonettes í Stórabretlandi og Radiohead í USA og hava júst útgivið fyrstu fløgu teirra og hava fingið sera góð ummæli í skját- tuna. Millum annað hava teir fingið 8 út av 10 frá NME music magazine, ið er mest lisna vikuliga tónleikablað í Stórabretlandi, 10 út av 10 frá Vice magazine og eisini varð fløgan kosin ‘album of the month’ í the Artrocker Music magazine. Millum størstu LIVE fram- førslurnar síðsta árið kunnu nevnast ein útseld fram- førsla í 100 í London, fram- førsla á heimsins størsta sýnisgluggatiltaki South by South West í Austin, Texas, høvuðsnavn á Faraday festivalinum í Barcelona fyri 4000 fólkum, útseld framførsla í Batafar í Paris og eina sera væleydnaða konsertferð í Italia. Teirra hitt ‘So So Happy Making’ var nummar 14 á bretska listanum og næsta stakfløga teirra ‘Crocodile’ kom út 8. juni. Teir skulu spæla á fleiri festivalum í summar, til dømis á The Isle of White og Hultsfred í Svøríki, umframt at teir eisini hava framførslur í Hollandi og Noregi og eina umfa- tandi konsertferð í USA við the Charlatans. Summarið hjá Hatcham Social hevur nógv spennandi í væntu. - Hatcham Social gleða seg at koma aftur til Føroya, tí tað var her, teir høvdu teirra fyrstu framførslu uttanlands á G! Festivalinum í 2006. Nú koma teir aftur við einum fjórða limi í bólkinum, einum havi av royndum og eini einastandandi debut fløgu, og teir eru ógvuliga spentir at luttaka í fyrsta festivalinum við Múrin nakrantíð, sigur Tina Jacobsen, samskipari Oniontree fyri fyrstu ferð á festival Føroyski punk bólkurin Oniontree fer at framføra við Múrin, og hetta verður eisini fyrstu ferð, at bólkurin framførur á einum festi- vali. Hetta ger festivalurin við Múrin kunnugt í dag. Oniontree er mannað av Magnusi Mortensen – trum- mur, Jan Mýrá – Bass, Fríða Tangaard Bjørgvin – Guitar/ aðrir vokalar og Sigmund Jørgensen – Guitar/vokal. Oniontree finnur í stóran mun íblástur úr punk og alternativum tónleiki. Harafturat úr øðrum hørð- um og bleytum tónleiki. Bólkar, ið teir hava fingið íblástur frá eru til dømis Rise Against, Angels & Airwaves og heimskenda og vælumtókta Linkin Park. Oniontree byrjaði at spæla gomul løg og hug- skot frá bólkinum Skunk, sum Magnus og Jan vóru í. Stílurin var fyri teir ov pop- punk og teir hildu tískil á at leita eftir teirra egna ljóði. Manningin er skift fleiri ferðir og hvørja ferðir eru nýggj tónleikalig áhugamál komin uppí, ið eisini hava ment bólkin. Veturin 2008 varð liðugt leitað og bólku- rin fekk fasta manning. Oniontree hava spælt við stórum nøvnum sum til dømis The Dreams og á støðum sum Sjón- leik arahúsinum í Havn, Reinsarínum og Miðlon. Tá tit keypa barnavogn frá okkum, geva vit 10% av øllum keypið tað næsta árið! Vit umvæla vognar – óansæð aldur. Vit hava sera stórt urval av øllum vørum til barnið, og vit kunnu bíleggja tað, vit ikki hava. Vit senda fegin katalog út. Sí meira á www.babysam.dk Í Miðlon · Tel. 315101 · Fax 315112 · babysam@olivant.fo BabySam í Miðlon tín trygd – okkara ábyrgd B A S S O N · B R I O · O D D ER · S I M O · S CA N D I A · T R I L LE · T EU T O N I A Hatcham Social við Múrin