Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 108 - 10. juni 2009 Ferðavinna Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Sunnudag 14. juni verður út ferð gjørd til Stóru Dím­ un ar við »Hvíthamri« av Sandi um viðrar. Tað boðar Sandoyar Kunningar stova nú frá. Farið verður av Sandi klokkan 10.30. Teist­ in siglir av Gomlurætt klokkan 9.45 og í Skopun er busssamband til havnina á Sandi. Túrurin byrjar í Sands Havn sunnudagin 14. juni klokkan 10.30, har siglt verður við Hvíthamri út í oynna. Umborð er tað Jóan Petur Clementsen, báta­ smið ur, ið er skipari. Kom­ in til Dímunar, verður ging­ ið upp gjøgnum Kleivina saman við Dímunarbónd­ anum, sum eisini verður ferðaleiðari á oynni, har hann vísir fólki runt og greiðir frá. Til túrin er tað gott at hava heit klæði og matpakka við. Túrurin verð ur einans sigldur, um veðrið er til vildar. Pláss er fyri 12 fólkum, og tey, ið ætla sær við, mugu boða Sandoyar Kunningarstovu frá hesum. Ætlanin er at gera nakrar túrar út í Dímunar nú í summar, um veður og vindur loyvir tí. Dagarnir, ið valdir eru, eru 14. juni, 5. juli, 12. juli, 19. juli, 2. august og 16. august. Kostnaður fyri at vera við á ferðini er 500 krónur fólkið. Tilmelding kann gerast á Sandoyar Kunning­ arstovu í seinasta lagi fríggjadag klokkan 12, sum túrarnir verða gjørdir sunnudag. Ferðast aftur til Dímunar Felagsgrunnurin millum Nuuk, Reykja vík og Havn hevur í dag havt fund í Reykjavík. 350.000 krónur vóru lutaðar til ymiskar mentanarligar verkætlanir, og føroy­ ingar hava fingið tveir triðingar av hesum Mentan Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Av teimum 350.000 krón­ unum, ið vóru lutaðar út, eru nevniliga heilar 225.000, ella góðir tveir triðingar, lutaðir til heilt ella lutvíst føroyskar verk­ ætlanir. Millum stóru postarnar til Føroyar kunnu nevnast, at sjónleikarabólkurin Huðrar hevur fingið 50.000 krónur til at framføra leikin Othello í Reykjavík, Føroya Klarinettorkestur hevur fingið tillutað 40.000 krón­ ur til eina ferð til Nuuk og Reykjavík og at savnsskipið Westward Ho hevur fingið 70.000 krónur til at luttaka á einum tiltaki í Reykjavík við blandaðari manning úr Nuuk, Reykjavík og Tórs­ havn. Klaksvíkingurin í Íslandi, Jógvan Hansen, hevur eisini fingið 10.000 krónur til eina fløgu við íslendskum og føroyskum sangum, og bogaskjúttin Jógvan Nicla­ sen hevur fingið 5.000 krón ur til luttøku í Reykja­ vík Open. Umframt hesi, hava bad­ mintonsambondini í Íslandi, Grønlandi og Føroyum fing ið tillutað 50.000 krón­ ur til samstarv sínámillum. Tilsamans er her talan um 225.000 krónur, ið eru lutaðar til mentanarligar verkætlanir, ið eru heilt ella lutvíst føroyskar. Nordisk Koncertkor fekk 50.000 krónur til framførslu av klassiskum kórverki í Nuuk, Kajakpolo Greenland fekk 58.400 krónur til landsdyst millum Ísland og Grønland og Íslendski barna­ og ungdóms bók­ menta festivalurin Mýrin fekk 14.500 krónur. Á fundinum vóru umboð fyri tær tríggjar høvuðs­ staðar kommunurnar, og føroysku umboðini frá Tórshavnar kommunu vóru Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, Bogi Andreassen, varaborgarstjóri, Sjúrður Olsen, 2. varaborgarstjóri, og Jógvan Arge, býráðs­ limur. Hini, ið luttóku, vóru: Vilhjálmur Þ. Vilhjálmsson og Björk Vilhelmsdóttir frá Reykjavík Kommune og fra Nuuk Kommuneqarfik Ser­ mersooq, Astrid Fleischer Rex, Mille Søvndahl Peder­ sen og Gert Ignastiussen. Nú hvítna tindar... Hóast summarið er byrjað, og norðoyastevna er farin afturum saman við tveimum festivalum, hava vit fingið enn eina áminning um, at Føroyar hóast alt liggja á 67 stigum norður. Í gjáramorgun lá kavin heilt oman á vegin um Eiðisskarð SuMMarveður Rógvi Nybo Tað var um reppið at Kringvarp Føroya mátti lesa koyri­ líkindini í gjáramorgun. Norðanfyri eru flest allir tindarnir hvítnaðir í gjáranátt. Orsøkin er eitt liggjandi hátrýst innan av Grønlandsísinum, ið trýstir lágtrýstini suðurum Føroyar, og harvið dregur kalda luft inn yvir Føroyar. Soleiðis sum veðurkortini síggja út í løtuni, verður tað sama veðrið liggjandi vikuna út. Hetta er tó ikki eitt ókent fyribrigdi, og kemur tað javnan fyri í mai og juni mánaði, at tindarnir kunnu hvítna, tá høgætt er. Samstundis kunnu vit fegnast um, at tá hetta kemur fyri, og lágtrýstini verða trýst suður um Føroyar, er tað oftast klárt og turt í veðrinum, um enn nakað kalt. Sofus Debes Johannesen úr Gjógv tók hesa myndina á morgni í gjár Føroyingar fingið í bæði posa og sekk Westward Ho hevur fingið heilt 70.000 krónur til at luttaka á einum tiltaki í Reykjavík við blandaðir manning úr Nuuk, Reykjavík og Tórshavn (savnsmynd) Stór hol í talgildum heilsuskipanum Á norðurlendskum dátueftirlitsfundi, sum varð hildin í Havn í síðstu viku, kom fram, at nógvir manglar vóru í skipanunum. Eitt av stóru málunum, sum var umrøtt fundinum, var talgildar heilsuskipanir. Fyri føroyska dátueftirlitið var hetta eitt sera viðkomandi evni, tá føroyingar fyri fáum árum síðani hava fingið júst eina talgilda heilsuskipan. Á fundinum greiddi norska dátueftirlitið frá, at tey hava verið á eftirlitsvitjan á fleiri sjúkrahúsum, og at komið er fram til nógvar manglar í skipanunum. Komið var fram til, at mannagongdir við hvør hevur atgongd til skipanina vantaðu, og at sjúklingurin tí onga trygd hevur fyri at óviðkomandi ikki kunna síggja teirra journal. Eisini vóru loggkontrollfyriskriftirnar at fyribyrgja sneytan og øðrum vánaligar, og tí varð ikki skrásett, hvør hevði verið inni í skipanini og hugt. Eisini vantaðu tilbúgvingarskipanir. Sostatt vóru stór hol í trygdini í norsku talgildu heilsuskipanini. Dátueftirlitið leggur dent á, at talan er um sera viðkvænar persónsupplýsingar, og at tað tí hevur stóran týdning at trygdin er í lagi. STONGT LEYGARDAGIN 13. juni Vegna broytingar í EDV-kervinum, verða øll apotekini stongd leygardagin 13. juni 2009 Hendan dagin verður bert bráðneyðugur heilivágur avgreiddur í samráð við vakthavandi lækna. Apoteksverkið www.apotek.fo