Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 108 - 10. juni 2009 tíðindi Politistøðin í Havn fær nýtt andlit Føroysk løgreglufólk hava ikki roynt at dylja, at tey hava verið ónøgd við útsjóndina á løgreglustøðini í Jónas Broncksgøtu í Havn. Nú er arbeiðið at umvæla støðina loksins byrjað. 31. oktober 2008 skrivaði Sosialurin, at politistarnir í nógvum førum skammast av støðini í Havn. - Hetta er kanska ljótasti bygningur í Havnini og fólk finna ofta ikki inngongdina, segði Jan Poulsen, politistur og formaður í Politistafelagnum, við Sosialin tá. Í samrøðu við Sosialin sama dag avdúkaði Jón Klein Olsen, politiovasti, eisini, at hann á ongan hátt var ósamdur við útsagnirnar hjá formanninum í politistafelagnum, men at hann fegnaðist um, at broytingar vóru á veg. Tær broytingarnar, ið Jón Klein Olsen tá tosaði um, er nú loksins við at verða gjørdar. Nú verður nevniliga arbeitt við umvæla fasaduna á bygninginum, sum tað eisini framgongur av myndini. Sostatt kunnu vitjandi á Politistøðini síggja fram til eina meira innbjóðandi politistøð, hóast tey flestu nokk munnu ynskja sær so fá ørindi har, sum gjørligt. Fylgja enn væl við svínakrími Eingin tilburður av svínakrími er staðfestur í Føroyum, men Landslæknin og Pandemibólkurin fylgja framvegis neyvt við gongdini Svínakrím Sosialurin/Rás2 Rógvi Nybo/Eyðun Klakstein rogvi@sosialurin.fo / eydun@ras2.fo Høgni Debes Joensen, landslækni, segði við Rás 2 í gjár, at higartil hevur H1N1 beinkrímið ikki verið verri enn tær van ligu influensurnar. - 8 tilburðurin av H1N1 kríminum eru skrásettir í Danmark, men í Føroyum hevur eingin tilburður verið, og eingin hevur boðað frá við illgruna um nakran tilburð, segði Høgni Debes Joensen. - Vit eru bert 1/100 av fólkatalinum í Dan- mark, og har hava tey bert havt 8 tilburðir, so tað er ikki so løgið, at vit ikki hava fingið krímið hendan vegin enn, greiddi lands lækn- in frá. Hann heldur tó, at tað er ov tíðliga at av - blása tilbúgvingina, sum varð sett í verk í sambandi við H1N1 síðst í apríl mán aði. - Vit eru í einari byrj- anarfasu, og vit vita ikki, um H1N1 kann fara at breiða seg meira ella tað fer at hasa av, og tí fylgja við fram- haldandi gongd ini og halda fast við tær veg- leiðinar, sum vit góvu í apríl, segði Høgni Deb- es Joensen við Rás 2. Veruligt lív er við at koma í Tórshavnar Havn. Sætta stóra ferðafólkaskipið kom í morgun, og fleiri seglbátar úr ymiskum tjóðum liggja longu við bryggju FerðaFólk Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo – Í ár verður helst rekord. Tað rokna tey við á Havn- arskrivstovuni í Tórshavnar Havn. Higartil hava 48 ferðafólkaskip boðað frá, at tey stevna inn á Havnina gjøgnum summarið, og tað er meira enn nakrantíð áður. Í morgun stevndi ferða- fólkaskipið Azamara Journey, ið er heimahoyr- andi á Malta, inn á Havnina við 603 ferðafólkum. Um - borð eru serliga nógvir dan- ir, 150 í tali, og ameriku- menn, 170. Hon hevur sein- ast verið inni í Lerwick í Hetlandi, og steðgar her á vegnum til Akureyrar. Hetta er tað sætta ferða- fólkaskipið, ið kemur á Havnina í ár, og lagt er upp til ein javnan streym av ferðafólkaskipum. Heili 48 skip hava boðað frá, at tey ætla at koma inn á Havnina, og tað er tað mesta nakran- tíð. Seinastu árini hevur talið verið støðugt vaksandi, í 2002 vóru tey 23, í 2004 vóru tey 42 og í 2006 vóru tey 44 skip. Seglbátalív Í morgun lógu eisini tríggir seglbátar í Vágsbotni, úr Finnlandi, Álandi og úr Dan mark. Tað er eisini javnan at seglbátar koma inn á Havnina, men á Havn- arskrivstovuni vátta tey, at tað er verri at halda skil á, hvussu nógvir teir verða í ár. Tað er ikki altíð, at teir boða frá í góðari tíð, áðrenn teir koma, so tað er ikki til at vita, hvussu nógvir teir verða. – Men teir eru nokk eitt sindur færri í ár, enn teir hava verið onnur ár, sigur havnarmeistarin Jónsvein Lamhauge. Fuglafjarðar komm­ una hevur fingið nýggjan vinarbý. Um vikuskiftið vóru fólk úr Norðurthing kommunu í Íslandi á vitjan í Fulglafirði, og tá varð vinarbýarsáttmáli undirskrivaður vinarbýir Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í vikuskiftinum 5. til 8. juni 2009 vóru umboð fyri Norð ur thing kommunu (Húsavík) í Íslandi á vitjan hjá Fuglafjarðar kommunu. Í hesum sambandi varð vin- arbýarsáttmáli undir skriv- aður millum kommunurnar báðar galdandi frá 6. juni 2009. Norðurthing kommuna varð umboðað av 5 fólkum við borgarstjóranum Bergi Elias Águstsson á odda. Vinarbýarsáttmáliin, sum undirskrivað varð av borgar- stjórunum báðum, snýr seg í høvuðsheitan um niðanfyri standandi: • At styrkja um vinar­ býarsamstarvið við at stovna og varðveita vinar- liga sambond við hvønn annan. • At fremja tað sínámillum fatan og virðing millum borgarar í Fuglafjarðar og Norðurthing komm- unum. • At eggja og stuðla ungdóms- og vaksna- mannafeløgum, bólkum og øllum samfelags stætt- um í kommununum báð- um til at vitja hvønn annan. • At skifta orð um upp­ lýsing og vitjanir, fyri til allar tíðir at menna menn- iskjalig og mentanarlig sambond og skapa ein tryggan grundvøll fyri framtíðarfatan, virðing og vinarlagi millum okk- ara borgarar. Fuglafjørður nýggjan vinarbý Tórshavnar havn vaknar Veruligt bátalív er í Tórshavnar Havn. Í morgun lógu hesir tríggir seglbátarnir inni í Vágsbotni, og í baksýninum sæst ferðafólkaskipið Azamara Journey, ið stevndi inn við 603 ferðafólkum í morgun Mynd: Rógvi Nybo