mikudagur 10. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 108 - 10. juni 2009
Í maimánaði 2005
ótu Georg L. Petersen,
blaðmaður, og fleiri
hundrað onnur
hummara, sum var
borðreiddur eftir
italskari uppskrift.
Trupulleikin er bara, at
hummarin var livandi,
og tí skulu fleiri fólk
í oktoburmánaði fyri
rættin fyri djórpínslu
Djórapíning
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Georg L. Petersen, blað
maður, og fleiri onnur fólk
skulu í oktoburmánaði fyri
rættin, tí tey í 2005 ótu
livandi hummarar á Atlantic
Fish Fair í Havn.
Tey eru ákærd fyri grova
skilaleysa viðferð ímóti
hummarunum, og tað er tað
sama sum djórapínsla.
Fleiri hundrað fólk ótu av
hummarunum, sum Marni
Simonsen, hummarafiskari,
borðreiddi við, men tað eru
bara nøkur fá, ið skulu fyri
rættin.
Kanska heldur mann tað
vera tvætl at draga fólk fyri
rættin, fyri at eta eitt djór
livandi, sum vit vanliga
kóka livandi. Somuleiðis er
skjótt at hugsa , at hummarar
hava kalt blóð og ikki fáa
ilt, samstundis sum vit vita,
at fiskur ofta liggur leingi í
trolum og ofta er fastir í
einum húki á eini línu
rættiliga leingi, áðrenn teir
verða avlívaðir.
Alt hetta hevur Sosialurin
spurt
Petur
Steingrund,
havlívfrøðing, um.
Hummarin hevur øgi
liga pínu í rættiliga langa
tíð, áðrenn hann doyr, um
mann nú fyrst etur eitt bein,
síðani grópar meira inni í
kroppinum, áðrenn djórið
endiliga doyr.
Fakta er tað, at munurin,
sum er gjørdur millum djór
við heitum og køldum blóði
er langt burtur frá veruleik
anum. Hummarar, fiskar og
eisini goggur kenna eins
stóra pínu og ein kúgv. Tað
vísa allar nýggjari kanning
ar, sigur Petur Steingrund.
Hann leggur afturat, at
skilnaðurin, ið er gjørdur
millum djór við heitum og
køldum blóði er manna
skaptur, og at onki bendir á,
at djór við køldum blóði
skulu føla minni enn djór
við heitum blóði.
Um goggur sigur havlív
frøðingurin, at tær sjálvandi
eisini kenna pínu, soleiðis
sum tær verða viðfarnar,
men í mun til fisk, sum er í
troli ella á húki, greiðir
hann frá, at fiskurin heilt
víst merkir, at hann er stung
in, men at tað skal stinga
djúpt, áðrenn hann veruliga
fær skaða. Fiskur í trolum
merkir somuleiðis, at okk
urt er áfatt, men har er talan
ikki um vanliga pínu.
Italsk matmentan
Tað er onki nýtt í at eta liv
andi hummarar. Í Suður
evropa hevur tað verið ein
partur av matmentanini í
fleiri hundrað ár. Hátturin
hummarin verður etin uppá
er, at fyrst verður skalin tik
in av afturpartinum. Síðan
verða sitrón og salt stroydd
útyvir, og so er at koyra í
seg.
Tá tú hevur etið eina lítla
løtu er hummarin deyður,
so staðfestast kann, at tú
ikki fært frískari mat, júst
sum djórini, sum liva av
hummarum...
Hummaraslátur
Vanligt er at kóka hummara
livandi, og í Dimmalætting
segði Georg L. Petersen, at
hann ikki sá so stóran mun
á at kóka hummara livandi,
ella at eta hann livandi,
hóast tað er meiri marghátt
ligt at eta hummara livandi.
Petur Steingrund, havlív
frøðingur, metir, at humm
arin sjálvandi fær ilt, tá
hann verður kókaður liv
andi, men at tað gongur
skjótt fyri seg. Júst sum um
eitt menniskja varð slept í
kókandi vatn.
Hinvegin verður mett, at
minst pínufulli hátturin til
hummaraslátur er at frysta
hummaran, so hann fer í eitt
slag av dvala, áðrenn humm
arin verður stungin við
knívi.
Hummaramaður
ákærdur
Maðurin, sum borðreiddi
við italsku delikatessuni,
skal fyri rættin 23. oktobur í
ár, fyri tað sama sum Georg
L. Petersen og trý onnur
fjølmiðlafólk. Nevniliga fyri
at hava framt djórapíning.
Hinvegin er ikki greitt,
hvussu nógv onnur av teim
um fleiri hundrað fólkunum,
sum royndu livandi humm
ara henda dagin skulu fyri
rættin, men Dimmalætting
visti longu í 2006 at greiða
frá, at Jóannes Eidesgaard,
sum tá var løgmaður, ikki
verður drigin fyri rættin,
hóast Dimmalætting fleiri
ferðir hevur nevnt, at hann
var ein teirra, ið royndi
livandi hummaran.
Tað hevur tíverri ikki
verið gjørligt at fáa við
merkingar frá Marna Sim
onsen,
sum
borðreiddi
hummararnar.
So er spurningurin, um
hugtakið, at hvør av øðrum
liva má, ikki er meiri gald
andi enn so, at menniskju
ikki kunnu eta djór á sama
hátt sum onnur djór, tí vit
hava møguleika at fara betri
við teimum.
Hummaraátarar fyri rættin
Georg L. Petersen er ein
teirra, ið skal fyri rættin
í oktoburmánaði, tí hann
í maimánaði 2005 át ein
sprelllivandi hummara
Mynd: Kalmar
Nolsø Shipping komið í Skráseting Føroya
Dóttirfelagið hjá svenska stórreiðaríðinum Furetank, Nolsø Shipping, er nú komið í Skráseting Føroya.
Fyri viku síðan bar Sosialurin tíðindini um, at eitt svenskt reiðarí hevði skrásett eitt stórt kemikaliuskip í
Føroya Altjóða Skipaskráseting, FAS. Men fyri at skipið skal kunna skrásetast í FAS, er neyðugt at
eigarafelagið er skrásett í Føroyum. Fríggjadagin boðaði Skráseting Føroya frá, at tey høvdu skrásett eitt
partafelag, Nolsø Shipping, heimahoyrandi í Nólsoy. Tað er Sp/f Nolsø Shipping, við Niels Winther
Poulsen sum stjóra, og Furetank Rederi AB, ið hava stovnað Nolsø Shipping P/r. Hetta felagið eigur
kemikaliuskipið Fure Star, ið nú er heimahoyrandi í Nólsoy. Hetta er sostatt eisini fyrsta skip, ið er skrásett
í Nólsoy síðan miðskeiðis í nítiárunum. Svenska reiðaríið hevur ætlanir um at skráseta fleiri systurskip í
Nólsoy komandi tíðina.