hósdagur 9. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Rúsdrekkamisnýtsla
skal fáa avleiðingar
Tjóðveldisflokkurin hevur nú tikið avleiðingarnar av, at tinglimir hava rús-
drekkatrupulleikar. Flokkurin hevur, sum hin fyrsti, orðað ein rúsdrekkapolitikk
JOHN JOHANNESSEN
Tað skal fáa avleiðingar fyri
tingmann við ábyrgdar-
starvi, hevur hann trupul-
leikar við rúsdrekka.
Hetta staðfestir Tjóðveld-
isflokkurin í nýggjum rús-
drekkapolitikki, hann hevur
orðað.
Flokkurin
hevði
týs-
kvøldið fund, har millum
annað rúsdrekkamisnýtsla
millum tinglimir var til við-
gerðar.
Tjóðveldisflokkurin sigur
í kunningarskrivi, at málið
er ikki nýtt. Rúsdrekkatrup-
ulleikar hava altíð verið
kendir í føroyskum politikki
og helst eisini í øllum flokk-
um. Men nú vil Tjóðveldis-
flokkurin taka ítøkilig stig
til at basa hesum trupul-
leika.
Bikari flotið yvir
Sum Sosialurin skilir á ting-
fólkum úr øllum flokkum
og í mikudagsútgávuni av
Oyggjatíðindum,
hevði
tingformaðurin, Finnbogi
Ísakson, heldur nógv í
høvdinum, tá hann setti
tingfundin seinasta leygar-
dag.
tingfólk Tjóðveldisfloksins,
har tingformaðurin er limur.
Tí varð spuringurin um rús-
drekkatrupulleikar millum
tingfólk settur á skránna
fyri fundin hjá tingbólki
T j ó ð v e l d i s f l o k s i n s
týskvøldið, har kravt varð,
at greiða skuldi fáast á trup-
ulleikanum.
Eisini viðgerðin av full-
veldismálinum í uttanlands-
nevndini hevur sambært
nevndarlimum verið darvað
av rúsdrekkatrupulleikum.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur fleiri ferðir áður innan-
hýsis viðgjørt rúsdrekka-
trupulleikar millum ting-
limir floksins. Men nú
Finnbogi Ísakson møtti
fullur á tingi fleyt bikarið
yvir. Tjóðveldisflokkurin
góðtekur nevniliga ikki, at
tingformaðurin, ið hevur
landsins hægstu tign, møtir
fullur upp í Løgtinginum.
Greiðar reglur
Úrslitið av fundi Tjóðveld-
isfloksins týskvøldið varð,
at flokkurin hevur gjørt
nakrar greiðar reglur, ið
hann eisini mælir øðrum
flokkum at gera. Flokkurin
vísir í hesum sambandi á,
at
trupulleikin
við
misnýtslu av rúsdrekka finst
í flest øllum flokkum.
Tjóðveldisflokkurin
heldur tað vera neyðugt, at
aðrir
flokkar
eisini
samtykkja
ein
rúsdrekkapolitikk — bæði
av menniskjaligum atlitum
og til tess at ganga á odda
fyri at bróta tabuini um rús-
drekkatrupulleikar í samfel-
agnum.
Megireglurnar, Tjóðveld-
isflokkurin hevur gjørt í rús-
drekkaspurninginum, eru
fylgjandi:
1. Flokkurin skal taka trup-
ulleikan opið upp, tá hann
er staðfestur, so tað ikki
verða persónar øll tosa um,
men ongin tosar við um
trupulleikan.
2. Flokkurin skal stuðla
teimum, ið hava trupulleik-
arnar, til at leita sær pro-
fessionella hjálp og ráðgev-
ing.
3. Flokkurin ger samstund-
is greitt, at um trupulleikin
ikki verður loystur, fær tað
avleiðingar fyri politisku
ábyrgdarstørvini.
Full semja
Tjóðveldisflokkurin vísir á,
at rúsdrekkapolitikkurin er
gjølla viðgjørdur í fullari
semju í flokkinum, og stig-
ini eru longu tikin av teim-
um persónum í flokkinum,
ið sjálvir meta seg at hava
trupulleikar.
Flokkurin vísir á, at trup-
ulleikarnir kunnu gerast so
stórir, at teir hava bæði per-
sónligar, menniskjaligar av-
leiðingar og avleiðingar fyri
politiska arbeiðið hjá flokk-
um, á tingi og í landsstýri.
Men flokkurin vísir á, at
tað er lítið virðiligt um
spurningurin gerst til pers-
ónlig ella partapolitisk álop
uttan atlit til álvaran í slík-
um máli fyri persónar, av-
varðandi og flokkar.
Júst hetta hevur fingið øði
í fleiri tingfólk — serliga
At tingformaðurin setti tingfund ávirkaður av rúsdrekka leygardagin fekk Tjóðveldisflokkin at orða rúsdrekkapolitikk
Samráðast 17. mars
JOHN JOHANNESSEN
Fyrsti samráðingarfundurin
millum
landsstýrið
og
donsku stjórnina um ríkis-
rættarliga spurning Føroya
verður eftir øllum at døma
hildin í danska forsætis-
málaráðnum fríggjadagin
17. mars klokkan 16.00.
Løgmaður fekk týsdagin
bræv frá danska forsætis-
málaráðharranum, har Poul
Nyrup Rasmussen takkar
fyri brævið hann fekk frá
løgmanni 8. februar, um at
ynskiligt hevði verið, at hol
varð sett á samráðingarnar
ein av døgunum millum 12.
og 23. mars.
Poul Nyrup Rasmussen
skýtur í brævinum upp, at
fundurin verður hildin 17.
mars í Danmark. Hesum
hugskotinum tekur løgmað-
ur undir við, men hann hev-
ur kortini enn ikki svarað
Poul Nyrup Rasmussen, at
hol kann setast á samráð-
ingarnar hendan dagin.
Løgmaður sigur, at tá
landsstýrið hevur viðgjørt
álitini, tað fekk frá uttan-
landsnevnd løgtingsins í
gjár, er klárt at fara til sam-
ráðingar nær tað skal vera.
Tí tekur hann undir við upp-
skotinum frá Nyrup um at
halda fundin fríggjadain 17.
í hesum mánaðinum.
Anfinn Kallsberg fer í dag
at senda Poul Nyrup Ras-
mussen svar, og verður tað,
at hann tekur undir við
uppskotinum.
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 48 - 9. mars 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Undirsjóvartunlar
uppá gott og ilt
LØGTINGIÐ samtykti herfyri lógina, sum
gevur grønt ljós fyri undirsjóvartunnli um
Vestmannasund ella rættari undir Vest-
mannasund. Og nettup orðið undir hevur
stóran týdning í so máta. Gerast skal ein
langur tunnil væl undir havbotninum,
gjøgnum grót og fláir, sum vit bara lutvíst
kenna nakað til. Tað verður sagt, at tað er
vandi í hvørjari valferð, men hetta orða-
takið kann gerast ein dýrur læripeningur,
um vit koma hartil at skula staðfesta, at
forkanningarnar til komandi undirsjóvar-
tunnilin eru (vóru) ikki nóg góðar og nóg
fullfíggjaðar.
TÁ vit skulu gjøgnumføra eina verkætlan
her á klettunum, verður oftani víst til hepn-
ar royndir aðrastaðni. Ein hevur so løgið
tað ljóðar kortini lyndi til at koyra undir
teppið ringar royndir aðrastaðni. Eitt ann-
að orðafelli sigur: „Heldur fyrivarin enn
eftirsnarin“. Og kanska er tað hetta orða-
fellið, sum vit eiga at taka eitt sindur meira
í álvara, tá tað snýr seg um eitt tað størsta
byggiprojektið í Føroya søgu. Tað er mett
til at kosta einar 200 til 300 mill. kr. men
hyggja vit eftir teimum óhepnu royndunum
aðrastaðni, eitt nú í Noregi, so kann væl
henda, at samlaði kostnaðurin fer langt
upp um milliardina, tá avtornar, tí tað
nettupp ikki verður turt. Marran í hesum
er, um vit koma gjøgnum so leyst gróttilfar,
at talan verður um skrúvuna uttan enda,
tá borast og tettast skal. Í Noregi eru dømi
um, at teir nettupp tí at teir ikki kannaðu
nóg væl undirlendið, hava verið noyddir
at betala í dýrum dómum at fáa tunnil
tættin. Okkum vitandi hava bert verið
gjørdar stakroyndir av undirlendinum.
Spurningurin er tá, um tað ikki átti at verið
gjørt størri kanningararbeiði, áðrenn farið
verður undir at bora. Sjálvandi kanst tú
ikki tryggja teg móti øllum, ein minimal
óvissa vil vera við øllum slíkum arbeiði,
men hava vit nú minimera hana, nú farast
skal undir hetta risastóra projektið?
ÁHUGAVERT kundi verið at fingið at vitað
úr Noregi, hvørjar royndir teir hava gjørt
sær í so máta. Hvat hendir, um undir-
sjóvartunnilin fer at renna seg inn í somu
trupulleikar, sum teir, ið tóku seg upp í
bergholinum millum Lopra og Sumba!
Hvør stendur tá um endan, hvør skal tá
fíggja - um tað í heila takið ber til - tær
upphæddir, sum skulu bøta um skaðan?
TAÐ fer einki av hesi verkætlan við at gera
heimaarbeiðið tvs. forarbeiðið optimalt.
Spurningur okkara er: er forarbeiðið gjørt
optimalt nokk?
Oyggjatíðindi skrivar í
blaðnum mikudagin 8. mars
2000 um, at tingformaðurin
Finnbogi Ísakson var ávirk-
aður av rúsdrekka leygar-
dagin seinnapartin, tá ting-
fundur var, og at hetta við
fullum tingmonnum alt ov
ofta kemur fyri.
Tað kunnu vit bert taka
undir við.
Eisini skrivar blaðið, at
Dimmalætting fyrr hevur
umrøtt hetta óskil. Men at
blaðið nú tigur.
Nei blaðið tigur ikki. Tað
passar, at vit hava skrivað
um hetta óskil. Og upplýs-
ast kann eisini, at annar av
politikarunum, sum føldi
seg raktan - og tað av røttum
- umvegis lat ábyrgdarblað-
stjóran á Dimmallætting
vita, at hetta vóru grovar
skuldsetingar, sum kravdu
aftursvar.
Men higartil er einki aft-
ursvar komið frá hesum
sama. Og nú eru nógvir
mánaðir gingnir, síðani tær
reglur vóru skrivaðar.
Orsøkin til, at Dimma-
lætting ikki hevur skrivað
um fulla tingformannin
leygardagin 4. mars 2000
kl. 13.30, er, at tá tíðindini
frættust, var undirritaða á
veg í tingið fyri við egnum
eygum at síggja, hvussu
skilið var, men eg var ov
sein. Náddi ikki at síggja
sjón fyri søgn. Tí sera skjótt
varð gjørt av henda seinna-
partin, hóast tað ikki vóru
mong, sum skiltu, hvat
tingformaðurin segði.
Tingfundurin er tó festur
á band, um nakar ivast.
Og fyri ikki bara at skriva
frá tí, sum onnur høvdu at
fortelja, hvat tey upplivdu í
tinginum henda seinna-
partin, valdu vit at bíða.
Tó eitt skal vera heilt vist:
Teir tinglimir, sum vóru
vitni til tað, sum fór fram
frá tingsins røðarapalli leyg-
ardagin, kunnu ikki vera
stórt frægari enn tingfor-
maðurin, við at halda hond-
ina yvir politiskan fólka-
valdan starvsfelaga, sum
hevur trupulleikar við alko-
holi. Tinglimir eru til ar-
beiðis, tá tingið er saman,
og tá má minsta krav vera,
at teir eru appelsinfríir.
Í landsstýrinum sigast tey
hava ein alkoholpolitikk.
Har eru fólk uppsøgd, sum
ikki hava stýr á hesum
sterka drykki.
Tórshavnar býráð hevur
eisini ein alkoholpolitikk
við tilboð um viðgerð.
Tað hava øll stór arbeiðs-
pláss.
Hvat við løgtinginum,
sum skal eitast fyri bæði at
hava skil á lógarsmíði, og
hvussu onnur skulu bera seg
at!
Og hví marsjeraðu ikki
bara allir tingmenn- og
kvinnur út, tá tey sóu,
hvussu skilið var á tingfor-
manninum henda dagin?
Hvar var tigin?
Onkur mátti verið so
frægur, at hann tók mannin
til viks, so hann ikki gjørdi
sær sjálvum og landi okkara
fyri skommum frá tingsins
røðarapalli!!!
Og hvør tinglimur er so
mikið at sær komin, at hann
vil koma alment fram og
bart út siga, at vit finna okk-
um ikki í at hava fullar ting-
limir inn í salinum!
Hendingin leygardagin
var ikki naka eindømi. Í
nógv ár hevur alkohol verið
ein trupulleiki í løgtingi-
num.
Og tá tað er her, at lands-
ins lógir verða smíðaðar,
ber ikki til, at hetta verður
gjørt við góðari kenning!
Vit taka fult undir við tí,
Alkoholið tikið yvirhond í tinginum
sum Oyggjatíðindi skrivar
um henda trupulleikar í
blaðnum í gjár.
Tað er heldur ikki nøkur
loyna, at føroysk tíðinda-
fólk fyri langari tíð síðani
hava tosað saman um,
hvussu vit skulu bera boð-
skapin um rúsávirkaðar pol-
itikkarar víðari til almenn-
ingin í staðin fyri at tiga
trupulleikan í hel.
Men nú er so hol sett á.
Beate L. Samuelsen
ábyrgdarblaðstjóri
Dimmalætting
Leygardagin 11. mars hava
gulu skótarnir stórt tiltak á
Læraraskúlanum.
Endamálið er at savna inn
pening til Onglandsferð hjá
35 skótum í summar.
Tiltakið letur upp kl. 10 á
morgni, og stendur við til
kl. 18
Á skránni er nógv ymiskt
til børn og til barnsligar sál-
ir, eitt rættiligt tiltak fyri alt
húskið.
Har verður møguleiki at
fáa andlitið málað, og at
flætta stuttligar flættur.
Møguleiki verður eisini at
klintra á einum klintriveggi,
syngja
barnasangir,
at
dansa, hoyra søgur og
síggja film.
Í
Læraraskúlahøllini
verður við jøvnum millum-
bilum vístur filmur frá onkr-
um legum, sum skótar hava
verið á fyri árum síðani, og
Klokkan 16.00 fer gitna
kórið Unitet Voices at
syngja í ein hálvan tíma.
Kórið venur hendan dagin
á skúlanum til stóra konsert,
sum verður í Fríðrikskirkj-
uni sunnudagin. Leiðari á
kórinum er Eirikur Skála.
Og so er sjálvandi stórur
loppumarknaður og gott
køkutombola.
Allan dagin ber eisini til
at keypa okkurt at eta og
drekka í matstovuni á skúl-
anum, og lagt er upp til ein
veruligan hugnadag hjá øll-
um í húsinum á Læraraskúl-
anum henda leygardagin.
Er onkur, sum hevur gott
tilfar til loppumarknaðin,
ber til at koma við tí fríggj-
akvøldið millum kl. 18.00
og 22.00.
Um onkur eru, sum vil
hava bil at koma aftir lutu-
num, ringið so á tlf. 313501,
so verða lutirnir heintaðir.
Stórt tiltak á Lærara-
skúlanum leygardagin
Eina hjartans tøkk senda vit tykkum mongu, sum
luttóku í stóru sorg okkara, tá okkara høgt elskaði
maður, pápi, sonur, beiggi, svágur, mammubeiggi,
pápabeiggi, ommusonur og svigarsonur
PÓL EYÐFINN ÓLASON POULSEN
f. 29.11.1963 – d. 31.10.1999
so brádliga varð tikin frá okkum. Tøkk til mann-
ingina umborð á »Ågot« og »Hvidebjørnen« og
tykkum, ið vóru á kajuni og tóku ímóti tá »Ågot«
kom aftur av lagnutúrinum.
Takk til heilsuverkið á Klaksvíkar sjúkrahúsi og til
Jaspur Petersen, lækna, fyri stóra umsorgan.
Ein serlig tøkk til tykkum Niels Paula, Hans Eiler,
Torleif, Aksel og Niels Jacob fyri bønir og troystar-
rík orð í kapellinum og í kirkjuni, og fyri vitjanir
og umsorgan tit sýndu okkum. Tøkk til sangarar og
kirkjutænarar. Tøkk øll tit mongu, sum hava biðið
fyri okkum í hesi sváru tíð.
Tøkk til starvsfólkið í Mylnuhúsinum fyri góða
hjálp. Tøkk fyri vitjanir, uppringingar, brøv, fjarrit
og peningagávur, blómur og kransar. Stóra tøkk til
tykkum øll, sum komu við mati og tykkum, sum
stóðu fyri og hjálptu til við ervinum. Eina hjartans
tøkk fyri tað góðu hjálp, ið hevur verið sýnd okkum
á ymiskan hátt.
Til seinast vilja vit takka øllum tykkum mongu,
sum fylgdu Pól Eyðfinn til hansara seinasta hvíld-
arstað her á fold. Hjartans tøkk øll somul.
Fyri tey avvarðandi
Simona, Ísak, Olivia, Petur, Bárður,
foreldur og systkin
»Tann, sum trýr á meg, skal liva um hann so doyr«
Johs. 11.25
Tøkk