hósdagur 9. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 48 - 9. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 48 - 9. mars 2000
...vit søkja eftir 20 ungum kvinnum og monnum, ið skulu mynda føroyska
fiskivinnu komandi árini.
Eitt sindur um teg
Tú ert púra vitandi um, at Føroyar hava brúk fyri tær. Tað sæst ikki á
skræðuni, men tú hevur eitt brennandi ynski um at taka lut í at ávirka
framtíðina í Føroyum.
Eitt sindur um okkum
Vit bjóða eina spennandi útbúgving, ið tekur støði í veruleikanum. Tað, tú
lærir, kanst tú brúka, og tey, ið undirvísa, eru fólk í lyklastørvum í føroysku
fiskivinnuni.
Fiskivinnuskúlin bjóðar tvinnar útbúgvingar
!2 ára vinnurættað útbúgving (AIF), ið gevur beinleiðis atgongd til
arbeiðsmarknaðin ella tøkniligar útbúgvingar á matvøruøkinum.
!3 ára yrkisgymnasial útbúgving (HIF). At ein útbúgving er yrkisgymnasial
merkir, at hon gevur atgongd til hægri útbúgvingar.
Ring 424573 og bið um umsóknarblað.
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
Postrúm 96 - 350 Vestmanna - Tlf. 42 45 73/42 44 96 - Fax 42 44 28
www. fiskvest.fo - Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo
stephanssons hús
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er skyldan hjá einum tinglimi
at vísa veljarum sínum virðing á
øllum økjum - eisini viðvíkjandi
rúsdrekka. Politikkarar eru valdir
til eitt tignaðarligt starv og tí hava
teir eisini skyldu at vísa sømiligan
atburð.
Hetta er niðurstøðan av einum
fyrispurningi, sum Sosialurin hev-
ur sett teimum norðurlendsku
parlamentunum viðvíkjandi rús-
drekkatrupulleikum í tingarbeiði-
num.
Ongar serligar reglur
Felags fyri øll parlamentini er, at
tað ikki eru nakrar skrivaðar reglur
viðvíkjandi rúsdrekka, sum eru
galdandi fyri politikkararnar. Tey
flestu teirra hava kortini greiðar
reglur galdandi fyri starvsfólkið í
tingumsitingini, men ikki fyri
tingmennirnar burturav.
Í Noregi er skipanin tann, at tað
als ikki er loyvt at drekka rús-
drekka í arbeiðstíðini og henda
skipan er galdandi fyri bæði
starvsfólk hjá Stórtinginum og fyri
politikkararnar.
»Heldur ikki á matstovuni hava
vit loyvir til at keypa sterkt øl«,
verður sagt úr norska stórtingi-
num.
Svenski ríkisdagurin er ikki
stórt øðrvísi í so máta, tí hóast tey
ikki hava ein skrivaðan rúsdrekka
politikk, so eru somu reglur gald-
andi har.
»Tað er óformelt, men vit hava
ikki loyvi til at drekka í arbeiðs-
tíðini og vit hava heldur ikki loyv-
ið til at koma til arbeiðis ávirkað
av rúsdrekka«, verður sagt úr
Svøríki.
Virðingin í hásæti
Tað er bert í fáum førum, at tey í
norðurlendsku parlamentunum
Virðingin telur mest
Einki av hinum parlamentunum í norðurlondum hava ein beinleiðis
rúsdrekkapolitikk. »Politikararnir hava skyldu til at vísa veljarunum
virðing, og tað er eisini galdandi viðvíkjandi rúsdrekka,« verður sagt
úr Svøríki
Einki av hinum norðurlendsku
parlamentunum hava nakran
beinleiðis rúsdrekkapolitikk
South Island farin fyrsta túrin
ÁKI BERTHOLDSEN
Nýggi rækjutrolarin hjá
vágbingum er nú farin til
fiskiskap.
Hann legði frá landi
sunnumorgunin og á fyrsta
túrinum gekk leiðin eystur
eftir í Barentshavið at royna
eydnuna.
South Island hevur ann-
ars ligið á Havnini síðani
hann kom til landið fyri
einum mánaði síðani.
Í Havnini eru ymsar ábøt-
ur og broytingar gjørdar,
sum vórðu kravdar, áðrenn
hann
kundi
fara
til
fiskiskap.
Annars var ætlanin eisini
at gera ymsar aðrar ábøtur
á verksmiðjuni, men bíðað
verður við teimum.
Talan er eitt nú um at seta
ein nýggjan kókara umborð,
umframt ísgálgar skulu
setast í hann.
Men tað er so leingi at
bíðað eftir kókaranum, at
teir gjørdu av at fara ein,
kanska tveir túrar, áðrenn,
ístaðin fyri at liggja og bíða
Og ætlanin er nú at seta
alt í skipið ísenn, tá ið tað
er klárt.
Kostar 60 milliónir
Tann nýggi rækjutrolarin
hjá vágbingum kostar um
60 milliónir, nú hann er
keyptur til Vágs.
Talan er um íslendska
trolaran, Bessi, sum nú er
keyptur til Vágs.
Bessi varð bygdur í 1989
til ísfisk, men í 1996 varð
hann bygdur um til rækjur.
Vágbingar keyptu hann
ístaðin fyri gamla South Is-
land, sum varð seldur ein-
um amerikanskum felag í
fjør.
Men tann nýggi báturin
er næstan 60 metrar langur
og tekur útvið 500 tons, so
talan er um eitt heilt annað
skip enn tann gamli var.
Hesin nýggi hevur eisini trý
spøl, so at hann fær fiskað
við tveimum trolum.
Nýggi vágstrolarin skal
fiska fyri 31 milliónir um
árið fyri at bera seg. Men
tað halda vágbingar at góð
útlit
eru
fyri,
sum
fiskiskapurin hevur verið
tey seinastu árini.
Nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum er nú farin til fiskiskap. Mynd: Jens Kr. Vang
kenna til dømi um, at limirnir
møta til arbeiðis ávirkaðir.
Hvørki í Svøríki, Noregi ella
Íslandi kenna tey til dømi um at
tingmenn ikki hava kunnað arbeitt
av hesum ávum, og mett verður í
øllum trimum londunum, at tað í
fyrsta umfari snýr seg um virðing
- fyri tinginum og fyri veljarunum.
Kortini er tað ikki óhugsandi,
at einstakir tinglimir hava trupul-
leikar, men í teimum førunum
verður tað lagt upp í hendurnar á
teimum politisku flokkunum at
loysa teir trupulleikarnar.
Skrivstovustjórarnir hjá svenska
sosicaldemokratínum og moderat-
arna siga, sum í ein munn, at tað
er heilt óhugsandi, at flokkarnir
lata politikkararnar ganga í øðrviti
í tinginum, tí tað skaðar teir sjálvar
og flokkar teirra.
»Men eru einstaklingar, sum
hava trupulleikar, so loysa vit
hvønn einstakan trupulleika sær«
verður sagt haðani.
Víst verður á, at tað kunnu vera
persónligar orsøkir til, at fólk hava
rúsdrekkatrupulleikar, og tí skal
tað viðgerast varisliga.
Heldur ikki í Føroyum
Í føroysku tingumsitingini eru
heldur ongar skrivaðar reglur
galdandi viðvíkjandi rúsdrekka.
Súsanna Danielsen, skrivstovu-
stjóri sigur, at teirra umsiting er
so lítil, at tað ikki er neyðugt við
skrivaðum reglum.
»Á løgtingsskrivstovuni hava
vit ongantíð havt handan trupul-
leikan, men vit eru so fá, at høvdu
vit hann, so varð hann loystur í
hvørjum einstøkum føri« sigur
Súsanna Danielsen, sum leggur
dent á, at hennara økið bara hevur
við starvsfólkið á løgtingsskriv-
stovuni at gera og ikki við pol-
itikararnar.